týsdagur 23. desember 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
34
– Í prinsippinum eri eg deyður.
Jóanes Nielsen, rithøvundur, festir
sær í enn eina grøna Cecil, steðgar
á og letur roykin blanda seg við
orðini, sum hanga í luftini.
– Men tað er eisini í lagi, tí eg
havi upplivað tað, eg skal. Eg eri
55 ár og havi ein blett á lunganum,
so tað er ivasamt, hvussu langa tíð,
eg havi eftir. Satt at siga er tað ein
lætti at sleppa undan hesi ævigu
jagstranina eftir vindinum. Umsíðir
er friður at skriva.
Eina løtu hvørvur Jóanes inn í
sínar egnu tankar. Á skrivaraborð
inum liggur helvtin av einum handriti
til eina nýggja skaldsøgu, og í hug
anum skavast enn fleiri metaforar
og fiktivir persónar. Og beint nú er
tað saman við teimum, at Jóanes
hevur tað best.
– Í so máta eri eg nokk eitt rela
tivt livandi lík. Tað er altíð onkur
detalja, sum skal hvessast, so stóra
perspektivið verður rætt. Og tá er
deyðin ikki tann ringasta drívmegin,
tú kanst hava.
Altíð okkurt lík
Í út við 30 ár hevur Jóanes Nielsen
brýnt og pussað søguna um tey
smáu í tí stóra spælinum, tey kúg
aðu, tey burturkveistraðu og tey,
sum onkursvegna ikki fingu fótað
sær í lívinum, tá treytirnar gjørdust
ov náðileysar.
Og líka frá byrjan hevur deyðin
ligið og lúrt í yrkingunum og søgun
um í slíkt mát, at onkur hevur havt
hug at kalla høvundan bart út
nekrofilan. Heilt galið hildu summi
tað vera blivið, tá Jóanes Nielsen
lat frá sær fiktivu sjálvævisøguna
Glansbílætasamlararnir, har ikki
færri enn fimm av hansara skúla
feløgum doyggja á rættiliga
ógvusligan hátt.
Jóanes grunar eina løtu yvir
ákæruna.
– Jú, eg eri nokk hugtikin av
menniskjaligum forfalli. Men við
Glansbílætasamlararnum vildi eg
eisini vísa, hvussu deyðin ávirkar í
einum so lítlum samfelag. Í Føroyum
er man altíð í familju við okkurt lík,
og hvørja ferð onkur doyr, skapar
tað eitt stórt hol í mentala tanngarð
inum hjá fólki, tí tað rakar so hart.
Eina reindyrkaða morbida
fasinatón av deyðanum kennir
høvundurin seg tó ikki aftur í, tí fyri
Jóanes er deyðin altíð partur av
onkrum øðrum.
– Tingini hanga jú saman. Eg var
14 ár, tá eg fyrstu ferð fór til skips
og uppdagaði, hvussu tunn plátan
millum lítlu koyggjuna og stóru,
eirindaleysu elementini var. Tað
skapti eitt akutt deyðstilvit, sum eg
seinni fann út av, at eg kundi brúka
sum rithøvundur í royndini at lýsa
eina størri ringrás, um tú vilt.
Ósjónliga lúnningin
Nýggja deyðstilvitið var ikki tað
einasta, sum skundaði undir spír
andi høvundan at seta orð á heimin
rundan um seg.
– Eg var 16 ár, tá eg upplivdi
mína fyrstu knúsandi hjartasorg,
samstundis sum eitt beist umborð
happaði meg so illa, at tað mundi
tikið lívið av mær sálarliga. Tað var
tá, eg uppdagaði, at eg hevði eina
sál, har tað áðrenn nokk mest bara
hevði verið gjøgnumtrekkur, sigur
Jóanes
Serliga var tað hjartasorgin, sum
sveið illa hjá unga havnardrongin
um
– Tað var ræðuligt, og eg fór at
ivast í, um eg yvirhøvur var nakað
verdur sum menniskja. Tá tú sum 16
ára gamal soleiðis upplivir, at alt títt
spinkla lívsgrundarlag er farið at
ridla, er ikki langt, til tú roynir at
seta orð saman. Tað var nokk har
tað byrjaði – trongdin at skriva,
minnist Jóanes, og gerst eitt sindur
nostalgiskur við minnini frá fyrstu
tíðini til sjós.
– Eg haldi, at eg var nokkso fittur,
so teir eldru menninir vóru góðir við
meg, sjálvt um eg bara var ein
langhærdur poppari úr Havn, sum
sat har og trummaði Beatlesløg
niður í borðið.
Og ungi poppari lærdi ikki so
lítið av teimum eldru. Í dag er hann
ikki í iva um, at harða sjálvs
diciplinið hjá monnunum umborð
hevur hjálpt honum sum rithøvundur.
– Teir livdu jú í einum flótandi
kleysti mánaðir á rað, so teir lærdu
at dressera seg sjálvar til eitt slag
av fangum innanfyri lúnningina. Tað
er á leið tað sama, tú verður noydd
ur til, tá tú skalt fáa eina skaldsøgu
lidna, sigur Jóanes, sum eisini hevur
leitað sær íblástur í sjólívinum í
sínum tekstum.
Sambært rithøvundanum er før
oyska samfelagið nevniliga ikki ólíkt
lívinum umborð á einum langfarar
trolara.
– Í báðum førum hevur tú títt fasta
pláss, og allanvegin rundan um er
lúnningin, sum syrgir fyri, at tú ikki
sleppur vekk. Í landi er lúnningin
ósjónlig, men tess meir effektiv í
mátanum, hon forðar fólki í at brúka
sínar møguleikar – antin tí tey eru
bangin, ikki hava ráð ella tí tað
hvílir eitt forbannilisi yvir teirra
eftirnavni. Eins og sjómenn hava
fólk lyndi til antin at resignera, ella
tey dressera seg sjálvi til eitt slag av
hampafangum fyri at yvirliva, sigur
rithøvundurin.
Kanska eitt skinklut
gangistativ
Leikluturin sum vældresseraður
hampafangi er neyvan tað fyrsta,
lesarar seta í samband við rithøv
undan Jóanes Nielsen. Longu
tíðliga kom indignitatiónin vegna
tey, sum onkursvegna vóru við
skerdan lut, og við henni trongdin
at gera uppreistur. Sum sjeytiárini
liðu, gjørdist ungi yrkjarin ein av
mest markantu ímyndunum hjá
føroysku vinstrarørsluni. Yrkingarnar
gjørdust hvassari, greinirnar meir
bítandi og í einum tiltiknum úti
sjónleiki rykti Jóanes Nielsen sein
asta klæðið av føroyska dupult
moralinum og politiska kávalætin
um, tá hann sum ein annar Kristus
læt seg krossfesta á Vaglinum í
Havn.
– Tað var ein tíð, sum rópti eftir
støðutakan. Einhvør við respekt fyri
sær sjálvum mátti hava eina mein
ing um tingini, so tað hevði eg
eisini, sjálvt um onkrar av meining
unum í dag kunnu tykjast eitt sindur
láturligar. Hinvegin, so sigi eg stórt
sæð tað sama í dag, sum eg segði
fyri 30 árum síðani men vónandi
uppá ein eitt sindur meir fyndugan
máta, sigur Jóanes og minnist, at
tað eisini var í vinstrahalla umhvørv
inum, hansara fyrstu skaldsligu opin
beringar raktu hann.
– Tað segði veruliga GISP, tá eg
fyrstu ferð sá eina yrking hjá
russiska yrkjaranum Majakovski.
Kombinatiónin av flottum skaldslig
um myndum og indignitatión var
nærmast ørandi, og onkursvegna er
tað væl eisini tað, eg sjálvur havi
roynt at rakt líka síðani. Fremsti
dreymurin hjá mær sum rithøvundur
er framvegis at kunna lata eina
kenslu í ein so flottan skaldsligan
búna, at hon aldrin hvørvur aftur,
sigur Jóanes.
Hann ásannar samstundis, at eins
og flestu aðrir rithøvundar kennir
hann seg nokk eisini kallaðan at
siga okkurt rámandi um sína sam
tíð.
– Júst hvat tað skal vera, veit eg
ikki. Men man vónar nokk altíð at
hava skrivað okkurt, sum onkur
kann brúka sum ein gelendara at
halda fast í í trilvanini gjøgnum
tilveruna – um tað so bara er eitt
skinklut gangistativ, tey kunnu styðja
seg til.
Høvundur í stakkalastási
Jóanes Nilesen er fullgreiður yvir, at
í royndini at siga okkurt rámandi
hava hansara bersøgnu søgir og
útsagnir onkuntíð rakað hart í lítla
samfelagnum. Og hann viðgongur
eisini, at hann onkuntíð hevur verið
líka við at stegða sær sjálvum og
sagt ”nei, hetta kanst tú also ikki
vera bekentur”.
– Hinvegin veit eg, at tað netupp
er tá, eg skal siga tað beint, sum
tað sá út sum, at nú var friður. Í tí
løtuni, tú byrjar at hyggja at tær
sjálvum við eygunum hjá øðrum,
hevur tú gjørt títt lív til eitt helviti.
Sum rithøvundur hevði eg tá sitið
eftir við listarliga sjálvsvamlinum í
hálsinum uppi yvir nøkrum bókum,
sum rúka av dovna deyminum frá
rotnandi líkum. So heldur liva við
illsinnisglepsum frá onkrum firtnum
lesara.
Sum rithøvundur, ið skrivar á
føroyskum, hevur Jóanes Nielsen
eisini lært seg at liva við, at
hansara lesaraskari altíð fer at vera
rættiliga avmarkaður. Ein heldur
beiskur biti at svølgja hjá einum
rithøvunda, sum ongantíð hevur dult
yvir, at hann helst vil samanberast
við europeiskar rithøvundar.
– Man kann jú royna at billa sær
inn, at man sum føroyingur er
kallaður til at skriva fyri eini
útvaldari mystiskari sekt. Men slíkt
er onki uttan stakkalastás.
Sannleikin er, at allir rithøvundar
fegnir vilja náa eini stórari
lesarafjøld, og eg eri onki
undantak, sigur hann.
Dreymarnir á loftinum
Størsta partin av lívinum hevur
Jóanes Nielsen verið arbeiðsmaður
um dagin og »skrivstovumaður«,
sum hann kallar tað, um kvøldarnar
og náttina, tá tað bar til at skriva.
Men sjálvt um tey hava givið
honum virðismikið tilfar, harmast
Jóanes Nielsen í dag um øll árini,
ið fóru sum arbeiðs og fiskimaður.
Sum rithøvundur
kann man altíð
vóna, at man hevur
skrivað okkurt, sum
onkur kann stiðja
seg til – um tað so
bara er eitt skinklut
gangistativ
Deyðin hevur altíð verið ein týðandi drívmegi í skrivingini hjá
Jóanes Nielsen. Og nú hann kennir, at tíðin er við at renna
undan, gleðir hann seg til friðin – friðin at skriva og hvessa smáu
detaljurnar, so stóra perspektivið umsíðir verður rætt
Við deyðanum
í hølunum
Tíbetur eru onki
mark enn fyri,
hvat tú kanst
droyma innanfyri
lúnningina
Eg byrjaði at skriva,
tá eg uppdagaði,
at eg hevði eina
sál – har tað
áðrenn nokk mest
bara hevði verið
gjøgnumtrekkur