Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 50

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 50 27. juni í 1978 stóð eg saman við mammu mínari og beiggja mínum á tyrluflogvøllinum í Manitsok í Vestur- Grønlandi. Tað var seinastu ferð, at eg varð staddur í vesturgrønlendska býnum, sum í nærum trý ár varð heimbýur mín. Meir enn 30 ár eru liðin, og nógv er broytt í Grønlandi. Í 1979 fekk Grønland heimastýri, og fyrr í ár hava grønlendingar tikið undir við einari nýggjari sjálvstýris- lóg, sum kemur í gildi í 2009. Grønlendingar fóru eisini úr táver- andi EF í 1980-unum, og tá fingu teir eisini sítt egna vakra flagg við sólarrisi og sólsetri. »Apartheid« Øðrvísi var statt, tá eg sum 7 ára gamal kom til Manitsok tann 25. november í 1975. Tá varð býurin oftari nevndur við danska navni- num, sum av øllum er »Sukker- toppen«. Og tá í tíðini varð bara flaggað við Danabrók í Grønlandi. Komin í skúla fyrsta skúladagin, varð ein longu sorteraður í tí serligu skipanini, sum danir høvdu stáplað upp á beinini. Eg og beiggi mín vóru tveir hvítir dreingir við bláum eygum, og tí skuldu vit ganga í einum donskum skúlaflokki, har bara donsk børn gingu. Tey grøn- lendsku – inuitisku – børnini gingu í skúlaflokki fyri seg. Einaferð um vikuna hevði skúlaskipanin tó sína syndabót. Ein neyðars tíma um vikuna íðkaðu grønlendsku og donsku javnaldrarnir fimleik saman. Í summum førum var tað sum at fara aftur til 1930-ini ella 1940-ini í Føroyum. Fitt av næmingunum høvdu lús, og »Lusemor« møtti upp í teimum ymisku flokshølunum fyri at kanna okkum øll. Bleiv onkur »fang- aður« við lús, so mátti viðkomandi leggja hár til eyðmýkingina at verða vaskaður við lúsasjampo, meðan hinir floksfelagarnir sóu. Hóast vit gingu í einum skúla, sum fysiskt og geografiskt var í Grøn- landi, so høvdu vit tey nærum trý skúlaárini, vit gingu í hesum skúlan- um, ikki ein einasta undirvísingar- tíma í grønlendskum máli. Tá eg havi greitt frá hesum yvir fyri før- oyingum, so taka tey flestu undir við, at skipanin, sum vit upplivdu, var fundamentalt blóðskeiv í so máta. Tó upplivi eg onkran føroy- ing, sum verjir hesa skipan við orðunum: »Men hvat t..... skal tað gera gott fyri at læra grønlendskt?«. Tað er ótrúligt, sum summi kunnu skeikla við sínum argumentum! Fyri okkum er tað harmiligt, at vit ikki høvdu 3 undirvísingartímar í grønlendskum um vikuna, tí so høvdu vit kunna klárað okkum á einum spennandi, forkunnugum og stuttligum tungumáli. Og tað nívur meg hvørja ferð eg práti við ein grønlending, at eg bara kann siga nakrar fáar »høfligheitsfrasur«. Men húðarliturin og eygnaliturin forkom okkum møguleikanum at læra so frægt av grønlendskum, at ein hevði kunnað samskift meira við teir. Rasudeildur kaffisteðgur Mamma mín fekk eisini ein skelk fyrsta dagin hon kom til arbeiðis. Hon hevði fingið skrivstovuarbeiði hjá KGH – tí kongaliga grøn- lendska monopolhandlinum – sum eisini reiddi út trolarar. Fyrsta kaffi- steðgin fekk hon eitt hugnaligt prát við sínar grønlendsku starvsfelagar. Tá kaffisteðgurin var liðugur kemur stjórin til hana og biður hana koma inn á skrivstovuna. Og hann legði hart út: – Fru Simonsen, mens de arbejder her, så skal de sidde sammen med os danskere! Mamma stóð, sum negld í gólvið. Hennara húðarlitur varð eisini avgerandi fyri, hvønn hon kundi drekka kaffi saman við. Stutt aftaná fann hon út av, at hon for- vann væl meiri, enn tey grønlendsku skrivstovufólkini, sum gjørdu sama arbeiðið sum hon. Og hetta eru ikki nógv meiri enn 30 ár síðani. Faddrarnir at hesi skipan mótmæltu kortini rasuskilnaðinum í Afrika í 1980-unum. Sig so tað! Harður vetur Fyrsti veturin í Grønlandi var harður. Vit upplivdu dagar, har tað frysti niður í 37 kuldastig. Sjógvurin frysti so nógv hendan veturin, at fleiri trolarar og útróðrarbátar vóru innibyrgdir av øllum ísinum. Pápi førdi KGH-trolaran »Manitsok«, sum var skrásettur í Manitsok. Veturin 1975-76 varð serliga harður fyri fiskimenninar. Onkrar dagar varð tað so nógv jarðrok, at vit máttu avlýsa at fara í skúla. Í januar 1976 var so kalt, at sjógvurin var so harðfrystur, so summir grønlend- ingar gingu eftir ísinum til granna- bygdirnar Kangamiut og Napasoq, sum annars bara kundu røkkast við báti. Vetrarnir vóru eisini drúgvir í Grønlandi. Okkurt árið varð talan um upp í 8 mánaðir við kava. Ein stuttlig sjón var hvørja ferð kavin bráðnaði, og tað vóru allar stubba- fløskurnar og øldósirnar sum komu undan, tá kavin bráðnaði. Øldósirnar og stubbafløskurnar blivu lagdar í stórar dungar. Í so máta varð Manitsok nógv ruddi- ligari í kavatíðini. Fyrstu jólini Tað, sum var mest øðrvísi við at búgva í Grønlandi var, at tað mesta av matinum var frystigóðs, kon- serves, turrmjólk ella »Longlife«. Langt var ímillum, at ein fekk okkurt feskt ella frískt. Tað varð skjótt, at vit fóru at leingjast illa eftir føroysku mjólkini. »Mathilde – Longlife« varð tað einasta vit fingu fatur á. Og satt at siga, øll hesi árini síðani 1978 havi eg ikki nortið Mathilde-mjólk við einari eldtong. Ferðamannaskip sigldi bara til Manitsok um summar- ið, og einasta regluliga sambandið, sum varð til Manitsok, varð ein tyrla hjá »Grønlandsfly«, sum fleyg nakrar ferðir um vikuna. Tað varð ógjørligt at hava eina vanliga postútbering í Grønlandi, og tí høvdu øll húskini í Manitsok hvør sína postsmogu. Tá vit frættu, at tyrlan hevði post við fóru vit oman í posthúsið, fyri at kanna hvat vit áttu av posti. Vit vóru spentir uppá at fáa jólapakkar frá ommum, abbum, og foreldrasystkjunum. Men tað hendi seg ofta, at jólapakkarnir gjørdust nýggjárspakkar, sum komu fram í januar. Veturin í Grønlandi hevði ein praktiskan fyrimun. Tað bar til at brúka altanina sum frysti- boks, um ein átti nógv frystigóðs, sum ikki passaði í vanligu frysti- boksina. Til jóla og aðrar tíðir bíløgdu fólk vøru frá einari veit- ingarskipan, sum æt »Dansk Fryse Økonomi« – millum manna nevnt DFØ. Pápi var í tí hepnu støðu, at Fyri tann føroyska smá­dreingin var tað ein mentanarskelkur at koma til fjarskotið samfelag, har fólk vóru býtt upp í bólkar, alt eftir húðarliti og uppruna. Sjá­lvt jóla- og nýggjá­rshøgtíðin í Manitsok var merkt av hesum skilnaði Jól og nýggjá­r í Grønla Vit búðu ovast í Manitsok Pápi, Marni, eg og Eyjohn Sivertsen, jólaftan í 1975