Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 51 hann hevði ein góðan stýrimann úr Klaksvík umborð á »Manitsok«. Talan varð um Eyjohn Sivertsen, sum mong kenna frá Strandferðsluni og Smyril Line. Eyjohn, sum var ungur tá, dámdi væl at kúllast saman við okkum, og helt hann jólaaftan saman við okkum. Men vanur við nógv systkinabørn á jólum, var tað ein heldur tóm kensla fyri ein 7 ára gamlan føroyskan smádrong at halda jól saman við 4 øðrum fólkum í einum fremmandum landi. Kortini upplivdu vit at halda jól saman við pápa okkara hetta árið. Tað varð so mangan í upp­ vøkstrinum, tá jól og aðrar høgtíðir vóru fyri, at vit máttu halda mong jól uttan hansara hjáveru. Hesi 30 árini, síðani vit fluttu úr Grønlandi, havi eg heldur ongantíð hildið jól aðrastaðni enn í Føroyum. Tað mest fjarskotna hesi 30 árini, hevur verið eitt jólaftanshald í Klaksvík í 2007. Jólahald uttan einleika Meðan jólatíðin í tí føroyska fólka­ skúlanum plagdi at boða frá ein­ leika, har børnini sungu somu jóla­ sálmar og jólasangir á sama tungumáli, og sótu saman og kliptu jólapynt, so kann ein ikki siga tað sama um jólatíðina í skúlanum í Manitsok. Býtt upp í tveir rasubólk­ ar, sungu vit jólasangir á hvør sínum máli, og skúlajólagudstænastur vórðu hildnar á grønlendskum og á donskum fyri at »inndekka« øll. Kanska varð tað júst tí, undir einari dansktmæltari gudstænastu, at onkrir grønlendskir ungdómar mót­ mæltu við at senda fýrverk eftir kirkjugólvinum. Tað varð, ið hvussu er margháttligasta upplivingin, eg hevði í samband við skúlanum at síggja eina rakett fara stunandi upp eftir kirkjugólvinum. Vit og donsku floksfelagarnir livdu í einari mentan­ arligari ostaklokku í skúlanum. Tó áttu tey grønlendsku børnini ein sera vakran jólasið fram um tey donsku børnini. Tey grønlendsku børnini gingu frá hurð til hurð, og sungu vakrar jólasangir fyri øllum teimum, sum untu teimum at koma inn í gongina at syngja eina løtu. So ráddi um hjá teimum, sum fingu vitjan av hesum grønlendsku sang­ fuglunum at geva teimum eitthvørt góðgæti sum tøkk fyri tann vakra sangin. Tað vóru fleiri bólkar, sum bankaðu á dyrnar, og á jólum varð ein væl sungið. Grønlendskir vinmenn Vit fingu eina harða viðferð í byrjani, tá vit komu til Grønlands. Grønlendingar høvdu tað fyri, at øll donsk børn skuldu bankast uppá pláss, fyri tann órættin, sum varð teimum fyri í tí rasistisku skipanini, sum var galdandi tá. Men tá grøn­ lendingarnir skiltu, at vit vóru føroy­ ingar, og pápi okkara varð »Nalagag« (skipari), so varð slopp­ ið. Vit fingu nógvar grønlendskar vinmenn, og vóru vit mangan í leiki saman. Millum dýrgripirnar eru filmar, sum vit spældu inn. Í kavan­ um, og í hellulendinum um summar­ ið tók Marni bróðir upp »Riddara­ filmar« og »Cowboyfilmar« við Super8­filmstólinum. Hesir filmar finnast framvegis, men vit hava til góðar at spæla teir inn á DVD­ fløgu. Grønlendingarnir stuttleikaðu sær eisini við tí føroyska málinum, og ofta hoyrdu vit teir endurtaka: »Alt í lagi«, »Mamma«, »Babba«, sum teir hildu verða so stuttligt at herma eftir. Vit høvdu tó eisini nakrar danskar vinmenn, sum vit spældu við. So frítíðarleikurin varð meiri samansjóðandi, enn tann almenna skúlaskipanin. Skilnaður á nýggjárinum Eitt annað margháttligt við tí rasudeildu skipanini, varð, at fólk vóru heldur ikki samd um nær tey skuldu skjóta nýggjárið inn. Vit búðu í einum íbúðarblokki, sum hevði sera gott útsýni yvir allan Manitsok. Eg minnist gamlaárskvøld í 1975, at eg spurdi mammu: – Mamma, klokkan er bara 8, hví standa so nógv fólk og skjóta rakettir, tá klokkan bara er 8? Jú, mamma forkláraði mær, at danskarnir skutu alt sítt fýrverk kl. 20.00 gamlaárskvøld og orsøkin varð: »At nu er det nytår i Dan­ mark«. Men í Manitsok vóru níggju grønlendingar fyri hvønn danskara. Grønlendingar keyptu nógv fýrverk, og tá klokkan hevði sligið tólv á midnátt, so fyltu teir himmalhválvið við nógvum fýrverki, sum varð 30­ falt nøgdina, sum danir fýrdu av klokkan 20. Gamlaárskvøld í 1977 segði eg við beiggja mín: – Tú Marni, skulu vit báðir ikki fara at skjóta fýrverk kl. 9 í kvøld, tá er jú nýggjár í Føroyum! Kl. 21.00 stóðu vit báðir einsa­ mallir og sendu fýrverk. Bæði grøn­ lendskir og danskir vinmenn komu til okkara og spurdu: »Jamen, Marni og Heri! Hvorfor skyder I fyrværkeri nu?« – og vit vóru skjótir at svara: ­ Fordi nu er det nytår på Færøerne! Lært at virðismeta Vit føroyingar eru ikki lýtaleysir, og kundi hvør í sínum lagi óivað ynskt sær, at okkurt her á landi varð øðrvísi. Men millum dygdirnar, sum eg virðismeti, er einleikin og saman­ haldið til høgtíðirnar. At vit, sum fólk og tjóð, steðga upp nakrar dagar um árið. Á jólum, á nýggjárinum, á páskum og á ólavsøku. Geva okk­ um tíð at heilsa upp á hvønn ann­ an, og syngja úr einum sangskatti, sum vit eiga í felag. Tað verið seg jólasangir, fosturlandssangir ella fólksligar vísur. Og júst barnajólini í tí vakra og fjarskotna landinum, sum altíð kundi garantera hvít jól lærdu meg, at sosiali felagsskap­ urin, vit eiga í Føroyum gjøgnum vinabond og ættarbond, ikki er ein sjálvfylgja. Eg eri ikki førur fyri at døma um grønlendska samfelagið í dag. Men í hesi grein mínari kann eg ikki gera annað, enn at endur­ geva tað, sum eg upplivdi sum barn. Barnasinnið er viðkvæmt, men sterkar og serligar upplivingar fara ongantíð frá einum, um enn so er komin onnur øld við øðrum skipanum í tí risastóra landinum í útnorðri. _____________________________ Heri Simonsen heris@sosialurin.fo ndi fyri 33 árum síðani Saman við grønlendskum vinum Alt varð kavaskrýtt 7-8 mánaðir um árið Tyrlan varð einasta sambandið við umheimin Trolarin pápi førdi æt eisini “Manitsok”