týsdagur 23. desember 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
Vindmátarin var annars gjørdur til at
vísa upp í 80 metrar um sekundið,
men tey kønu vita, at Jólaódnin fór
upp um hetta hámark. Eingin hevði
væntað, at hesin vindmátari ikki
stóð mát. Hevði hann verið
standandi, hevði hann víst fleiri og
80 metrar um sekundið. Vit vita, at
eitt nú tropiska ódnin Gilbert hevur
verið væl omanfyri 80 metrar um
sekundið. Jólaódnin var eingin leivd
av nakrari tropiskari ódn. Hon
hevði hvørki kvenn- ella kallnavn.
Hon eitur rætt og slætt Jólaódnin.
Hon var so ekstremt hørð, at hvørki
veður- ella søgufrøðingar vita at
siga frá hennara líka.
Eindømisódnin
Í 1996 gjørdu teir báðir føroysku
lesandi á Danmarks Tekniske
Universitet, Jan Poulsen og Einar
Brimnes, eina høvuðsuppgávu, sum
teir róptu Ekstremvinde på
Færøerne. Tað var ein analysa av
ekstremari vindferð.
Teir siga, at henda ódnin, ið rakti
Føroyar millum 21. og 22.
desember 1988, varð lýst at vera
tann harðasta í 20. øld. Ódnin
gekk í ein landnyrðingeystan norður
um Føroyar við eini óvanligari
dýpingarferð uppá 2,5 bergeron
(60 hPa um samdøgrið).
Vindmátingarnar á Glyvursnesi vísa,
at hann hækkaði úr útsynningisuðri
upp í útnyrðingvestan, og at mest
málda miðalvindferðin var 39,2
metrar um sekundið. Men har, ið
tað var ábært, var vindferðin nógv,
nógv størri enn tað, staðlýsingin
vísir á Glyvursnesi. Á
Norðadalsskarði, 282 metrar yvir
havinum, varð miðalvindferðin
58,9 metrar um sekundið. Okkurt
um ein tíma seinni vísti vindmátarin
76,7 metrar um sekundið. Tá var
hann vorðin høgur í ættini, so at
vindmátarin stóð í skáa av fjallinum
í ein útnyrðing úr skarðinum, og tað
hevði við sær øgiligar hvirlur. Løtu
seini brotnaði vindmátarin, sum
annars varð gjørdur til at kunna
klára 80 metrar um sekundið.
Autoverjan við Oyggjarvegin við
Norðadalsskarð einar 100 metrar
frá mátaranum skrædnaði, og
einstøk pettir av autoverjuni lógu í
vegjaðaranum og oman eftir líðuni
sum vundið spagetti.
Tað lukkaðist ikki Jan Poulsen og
Einari Brimnes at fáa at vita, hvussu
stórt trýst autoverjan toldi, men tann
lítla flatan, ið stóð fyri vindinum, og
tað at stólparnir standa grivnir ein
lítlan metur niður í jørðina, bendir á
vindtrýst av ekstremari megi.
Tryggingin pakkar
Jólaódnin í 1988 var úrslitið av tí,
veðurfrøðingar rópa ekstratropiskari
syklon. Tann materielli skaðin, ið
stóðst av ódnini var øgiligur. Sum
skilst varð eitt fólk løstað, so tíbetur
var tann skaðin samanumtikið lítil.
Eitt tað grefligasta dømið um skaða
var Skopun. Tað ljóðaði, at
fjórðahvørt hús í bygdini varð meira
og minni skatt.
Miðlabreytin var hjá
Tryggingarfelagnum Føroyum í heyst
og spurdi tvey serkøn fólk um
viðurskiftini hjá tryggingini fyri og
eftir ódnina.
Tey komu til, at endurgjaldið fyri
skaða, ið stóðst av Jólaódnini, var
einar 150 milliónir krónur. Í 2008
vildu tey mett upphæddina til at
liggja útivið 300 milliónir krónur.
Tryggingin var býtt sundur í fleiri
deildir tá. Í hesum ódnarsambandi
var tað deildin Brunatryggingin, ið
tók um endan.
Í 1980’unum var ein bráður
vøkstur í húsabyggingini í Føroyum.
Eitt byggiboom, tey rópa. Tað var
mest sum einki fyri at fáa lán.
Peningastovnarnir vóru óvanliga
fyrikomandi, men tað ólukkuliga
var, at tey mongu nýggju húsini
vóru undirtryggjað. Sum vanligt
dømi tóku tryggingarfólkini ein
húsaprís, ið lá um eina millión.
Húsini vóru yvirhøvur tryggjað fyri
eina hálva millión. Tað bar í sær, at
tey, ið høvdu bygt sær hús í teimum
óvandu 80’unum, fingu bara hálvt
endurgjald fyri skaða.
Eftir Jólaódnina og fyri alt tað eftir
eina næstan líka so harða ódn tann
13. januar í 1989, tá ið eitt húski í
einum Hosby-sniðhúsum í Klaksvík
brádliga sat á berajóli, tí ódnin
snýsti alt omanav heilt niður á
stovugólvið, vórðu húsini bygd
øðrvísi og sterkari. Tað var eitt krav,
tí annars kundi henda, at øll hesi
veiku, óhóskandi sniðhúsini vórðu
vundin til himmals.
Tað stutta av tí langa varð, at
endurtryggingarfeløgini uttanlands
kravdu at tryggingin varð dýrari.
Kosta eini hús eina millión, skulu tey
eisini tryggjast fyri eina millión varð
kravið. Altso nývirðistryggingar
borga fyri tað virðið, sum húsini
veruliga eru verd. Og í 1992,
Jólaódnin 1988:
Tjúgu ár
síðan
harðastu
ódn
Mánadagin 21. desember og týsdagin 22. desember eru 20 ár
liðin, síðan ringasta ódn í fleiri mannaminnir herjaði í Føroyum.
Ódnin varð rópt Jólaódnin. Tá ið vindmátarin á Norðadalsskarði
varð funnin aftur, niðurdottin, vísti hann 76,7 metrar um sekundið
Bátahylurin á Argjum fekk seg royndan og stóð ikki royndina
Ovarliga í Niels Finsens gøtu í Havn slættaði ódnin trø niður
52