týsdagur 23. desember 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
eisini eftir eina ekstrema ódn tann
27. februar, kom
Tryggingarsambandið Føroyar, sum
Tryggingarfelagið Føroyar æt inntil
tá, við síni ”pakkatrygging”. Tað er,
at í eini pakkatrygging er alt góðs
og øll virðir tryggjað undir einum.
Tað loysti seg betur hjá tryggingini
og viðskiftafólkunum. Nú var lagt
upp fyri heimsins harðastu ódnum,
skuldi tað hent, at tær høvdu hug at
herja á aftur.
Bløðini skriva
Tollaksmessudag í 1988 skrivaði
Sosialurin millum annað um
Jólaódnina, at ” ... gomul fólk
minnast ikki verri vind enn tann, sum
herjaði landið mikukvøldið og
hósnáttina. Stórur vindskaði um alt
landið. Hundraðtals hús og bilar
illa farin (...) Á Tvøroyri fór takið av
sjúkrahúsinum um ellivutíðina
mikukvøldið. Og umleið somu tíð
fór eisini takið av heilsøluni hjá Poul
Hansen á Hvítanesi (býlingur á
Tvøroyri, red.) ...”
Dimmalætting skrivaði henda
sama tollaksmessudag í grein hjá
sjónvarpsmanninum Tórði Mikkelsen
undir yvirskriftini Skaðaódn uttan
fólkaskaða: ”Mangur ein føroyingur
fekk ikki blund í eyguni
gjáranáttina, sum óveðrið leikaði í.
Eingin veit at siga frá slíkum stormi
– sjálvt ikki gomul fólk. Á
flogvøllinum í Vágum var vindurin
eitt skifti so nógvur, at vindmátarin,
sum vísir upp til 60 m/s fór í botn
og sprongdist. Á Borðuni varð mált
upp til 50 m/s. Kring alt landið
vóru sløkkilið og bjargingarlið í
arbeiði alla gjáranáttina og langt út
á gjárdagin. Allir sjúklingarnir á
deild 2 á Landssjúkrahúsinum (2.
hædd á Dronning Alexandrines
Hospital) vórðu fluttir yvir á
røktarheimið í góðari tíð, áðrenn
stórur partur av tekjuni reiv. Annars
hevur stórur skaði verið um alt
landið. Heili hús fóru í sor, og
nógvar yvirtromir rivu (...)
Mobiltelefonin, sum fleiri í landinum
longu hava ognað sær, kom
rættiliga til sín rætt í óveðrinum.
Hon varð nógv nýtt sum
neyðtelefon, tá allar hinar sviku ...”
Tilbúgvingin dagførd
So at siga øll bjargingarfeløg í
Føroyum vórðu dagførd eftir
Jólaódnina. Hon brast sjálvandi
óvæntað á, og føroyingar fingu ein
slíkan skelk, at teir vildu ikki standa
ótilbúnir aftur. Tað hevur eisini víst
seg at halda heima.
Jólaódnin var so øgilig, at
útlendskir fjølmiðlar fylgdu við og
fingu frásagnir úr Føroyum. Hjá
veðurfrøðingum um allan heim var
ódnin ein ”dýrgripur”. Hetta var eitt
ótrúligt, óhoyrt fyribrigdi, og teir
grundaðu um, hvørt hetta kanska
var tann harðasta ódnin nakrantíð í
søguligari tíð um ikki annað.
Jólaódnin fór eisini ógvuliga illa
við viðarlundunum í Føroyum.
Nógvastaðni í landinum er so mikið
grunt, at røturnar standa seg illa.
Ódnin mikukvøldið 21. desember
og hósnáttina 22. desember í
1988, mundi forkomið
viðarlundunum. Plantasjan í Havn
var fyri veruligum sorgarleiki. Trøini
stóu tøtt og stinn, men dagin eftir
ódnina lá nærum alt slættað niður
summastaðni. Á einum stað á
Varðagøtu sást heilt oman á
Gundadalshøllina.
Eisini hinar viðarlundirnar fóru
illa. Tær minkaðu ófyrigeviliga nógv
eitt nú á Selatrað, í Kunoy og í
Trongisvági.
Viðarlundirnar vórðu sjúklingar, ið
kravdu mikla røkt. Nú í 2008, júst
20 ár eftir Jólaódnina, hevur
Skógrøkt Landsins fingið tær
uppaftur av sjúkraleguni. Tær eru í
roynd og veru vakrari og betur fyri
enn nakrantíð.
Ringasta ódn í Føroya søgu fekk
fólkið tilbúgvið, og landið tykist
vera tilbúgvið alla tíðina.
Sum neyðugt er, tí veðrið er
vorðið øðrvísi enn í 1988.
Tað er vorðið tættari millum
ódnirnar, men tað veit manningin á
Miðlabreytini so lítið um, tí hon var
ikki fødd fyrr enn í 1992, tá ið
føroyingar rættiliga fóru at búgva
seg til tær heilt ekstremu ódnirnar.
Gleðilig jól frá Miðlabreytini í
10. flokki í Tórshavnar kommunu!
_____________________________
Miðlabreytin, 10. flokkur
í Tórshavnar kommunu
Tinghúsvegur í Havn hoknar
Við Landavegin í Havn knústi ódnin mangt, ið stóð fyri henni
53
Fleir hús vórðu tikin av grundini í jólaódnini í 1988. M. a. hesi sethúsini í Djóna í Geilsgøtu í Havn