týsdagur 23. desember 2008síða 56
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
Tíðliga í heyst fóru tríggir føroyingar
undir eina langa ferð, har tey
skuldu ferðast til eitt stað, ið neyvan
kundi ligið nógv longri burtur frá
heimlandinum, nevnliga tann 50.
statin í Sambandsríkinum Amerika,
Hawaii.
Tey, ið fóru avstað vóru Pætur
Larsen, 24 ár og búsitandi í Havn,
men uppvaksin í Porkeri, Joan
Joensen, 27 ár og úr Kollafirði og
Elsi Petersen, 27 ár og úr Miðvági.
Leiðin hjá hesum ungu fólkunum
gekk til Honolulu, ið er høvuðsstað
ur í Hawaii, har tey øll nú eru les
andi á Hawaii Pacific University.
Joan og Elsi byggja víðari uppá
sína serviceøkonomútbúgving sum
tær hava tikið í DK og lesa sostatt á
3. árið ávíkavist Travel Industry
Management, ferðavinnuleiðslu, og
Human Resource Development,
starvsfólkaleiðsla og trivnaður, með
an Pætur lesur Entrepreneurial
Studies, leiðslubúskap, á fyrsta árið.
Vit fingu orð á tey seinast í
november mánaði tá tey so smátt
vóru farin undir at fyrireika seg til
høgtíðirnar, ið eru fleiri við tað at
Thanksgiving verður hildið fjóðra
hósdag í november í USA.
Øðrvísi í allar mátar
Tað sum er mest øðrvísi við Hawaii
er sambært Pæturi, Elsi og Joan
uttan iva veðrið.
– Her er javnur temperaturur tað
mesta av árinum, tó eru hitastigini
nøkur stig lægri um veturin. Hesa
tíðina av árinum eru eisini fleiri dag
ar har tað er yvirskýggja og tað
regnar av og á. Eitt annað sum er
nógv øðrvísi her enn í Føroyum er
at her eru sera nógv heimleys at
síggja úti á gøtunum, greiða tey
frá.
Tað er ikki bert veðrið og
samfelagið, ið er ørðvísi frá tí, vit
kenna. Eisini skúlaskipanin er ein
heilt onnur enn tann, vit kenna
heimanífrá.
– Skúlaskipanin her er slett ikki
sum tann, vit kenna heimaífrá. Tá tú
kemur yvir her skal tú fyrst skrásetast
sum næmingur og síðan at skráseta
seg í teir klassarnar, tú skal hava.
Senior næmingarnir sleppa at
skráseta seg fyrst, síðan softmores
og seinast juniors, greiða tey frá.
Meðan Pætur, Elsi og Joan eru í
lestrarørindum á Hawaii, búgva tey
til leigu. Men at leiga í Honolulu er
ikki bíligt, og tí deila nógv íbúðir
fyri at spara pengar. Í løtuni deilir
Pætur íbúð við 2 svenskar næm
ingar, meðan Elsi og Joan deila
íbúð við 2 týskar næmingar.
Halda jól á strondini
Tá vit tosaðu við tey, høvdu tey enn
ikki fastlagt hvar og hvussu tey fara
at halda jól.
– Vit verða væntandi nakrir inter
nationalir næmingar, ið sláa okkum
saman. Nøkur uppskot hava verið
uppi og vent, um hvussu jólini skulu
hátíðarhaldast, men sum sagt er
einki endaliga planlagt enn. Hvør
veit, kanska tey verða hildin a
einari av teimum mongu lekkru
strondunum, siga tey trý.
Hvussu halda tey annars jól har
og hvussu merkja tit tað?
– Enn merkir man ikki meira til
jólini enn at handlarnir hava pynta
og ymiskar jólavørur eru komnar á
handilshyllarnar. Ein orsøk til hetta
er kanska, at jólini ikki er næsta
høgtíðin, ið er á kalendaranum her.
Thanksgiving er fyrst á skránni. Tað
er eisini sera ymiskt hvussu man
heldur jól her. Hetta kemst nokk av
at her búgva sera nógvir ymiskir
nationalitetir og hvør teirra hevur
sínar siðir, greiða útisetarnir frá.
Taka lesnaðin í stórsta
álvara
Hóast Hawaii kanska er mest
kent fyri sól, strendur og surfing, er
hetta ikki júst tað, tey nýta mestu
tíðina til meðan tey eru har í
lestrarørindum.
– Tá tú fortelur fyri fólki at tú lesur
á Hawaii, verður tú beinanvegin
Fakta
• 15 fakta um Hawaii
• Hawaii hevur einaferð verið eitt kongaríki
• »The Aloha State« gjørdist statur nummar 50 í
Sambandsríkinum Amerika í 1959.
• Oyggjarnar í Hawaii eita Kaua´i, Moloka´i,
Ohau, Lana´i, Maui, og Big Island.
• Kaua’i er tann norðasta oyggin
• Høvuðsstaðurin í Hawaii, Honolulu, liggur á
Ohau og tað ger Pearl Harbour eisini
• Moloka´i er tann mest Hawaiiska av
oyggjunum
• Á Lana´i er ein strond ið eitur Shipwreck
Beach. Har liggur eitt skipsvrak frá
40’árunum tætt við land
• Fleiri av strendunum á Maui sigast at verða
millum heimsins bestu.
• Á Big Island er ein aktiv vulkan, Mauna Loa.
Har er eisini kavi og møguligt at standa á
skí, men hetta skal tó ikki viðmælast
• Hawaii er heimstaðurin hjá surfing og hula
dansi
• Blomsturkransurin eitur ein Lei (úttalast ley)
• Aloha merkir bæði Góðan dag og farvæl
• 1,28 milliónir íbúgvar eru á Hawaii
• Hægsta punkt er 4205 metrar yvir havinum
(Mauna Kea á Big Island)
• Hawaii er mest avbyrgdi fólkamiðdepilin í
heiminum við umleið 2000 sjómílum til
Kalifornia, 3300 sjómílum til Japan og 4250
sjómílum til Kina
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
Hinumegin heimin at
56
Einaferð vóru tað ein porkeningur, ein miðvingur og ein kollfirðingur sum skuldu
halda jól á Hawaii... Nei tað er ikki skemt, men sannleiki. Hinumegin Heimin eru
trý ung, føroysk fólk farin undir lesnað á Hawaii. Har fara tey eisini at halda eini
heldur øðrvísi jól enn tey eru von við