Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 57

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 57 hildin at verða óseriøsur. Tey flestu halda at tú gongur bara her og hugnar sær, men lestnaðurin er krevjandi og fer við nógvari tíð. Tað er mann sjálvandi innstillaður uppá tá mann søkir inn á hægri læru­ stovnar. Men mann má duga sær at leggja bøkurnar til viks av og á. Her er sera nógv spennandi at síggja og uppliva og tíðin snøgt sagt flýgur avstað, siga tey trý. Avbjóðingin er drívmegin Alsamt fleiri føroyingar leita sær út í heim at lesa, men tað má sigast vera sera óvanligt at føroyingar leita sær heilt til Hawaii fyri at lesa. Men fyri Pætur, Elsi og Joan var drívmegin tann avbjóðingin, ið liggur í at fara til eitt so fjarskotið og eksotiskt stað at lesa. – Eg valdi tað tí tað var tann størsta útfordringin eg kundi finna. At fara so langt vekk sum eg tordi, í so øðrvísi umstøður yvirhøvur gjørligt. Eisini tí tað er sól og summar hvønn dag í Honolulu, sigur Pætur við einum brosi. Elsi og Joan lósu til Service Økonom í Danmark, og tá tær lósu, var ikki møguligt at byggja víðari upp á útbúgvingina har. Tí skipaði skúlin, ið tær gingu á fyri einum »Bachelor Tour«, har samstarvsfelag­ arnir hjá teimum bjóðaðu næming­ unum at taka yvirbygningar hjá teimum. Harímillum var Hawaii Pacific University. – Tað ljóðaði sera spennandi og deiliga útfordrandi og tí valdu vit tað. Tað góða veðrið ger tað ikki verri, greiða Elsi og Joan frá, sum nú, saman við Pæturi, fara at halda jól mitt í Karibiska Havinum á Hawaii. _____________________________ Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo 57 halda jól