Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 Bert eitt harðskaps­ mál endaði á borinum hjá løgregluni um jólini, men tey máttu koyra í pendulfart millum sakirnar, so nógv var at gera POLITIRAPPORT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var so stutt millum fráboðanirnar, at løgreglan koyrdi mest sum í pendulfart millum sakirnar. Men tað var í flestum førum smámál, tað snúði seg um. Tað var fyri tað mesta full fólk, sum vit skuldu taka upp, ella onkur ónæris­ ligur gestur á onkrum dansi­ stað, sum skuldi koyrast út, sigur vakthavandi á politi­ støðini. Men eitt harðskapsmál var tó fráboðað klokkan gott fimm sunnumorgunin. Hetta hendi í Bøkjara­ brekku, har ein unglingi av onkrari orsøk hevði sæð seg illan á ein annan ung­ linga, og knappliga kom rennandi og legði á henda. Hann bankaði høvdið á hinum niður á gongubreyt­ ina fleiri ferðir, og hann er nú skuldsettur fyri harðskap. Báðir eru avhoyrdir, men løgreglan skal avhoyra onkur vitnir seinni í dag. Av politistøðini verður sagt, at verður skuldsetti dømdur, skal hann rokna við fongsulsrevsing. Annars verður sagt, at bert eitt harðskapsmál er minni enn eitt vanligt vikuskifti. Veðrið var serliga gott annað jólakvøld, og tað var helst eisini orsøkin til, at fólk hildu serliga leingi á. Men hóast tað sum so var friðarligt, so mátti løgreglan heilar 17 ferðir senda boð eftir sjúkrabilinum til størri og minni skaðar. Hinvegin varð eingin tik­ in fyri at koyra við kenning, hóast onkur uttan iva hevur gjørt tað, sum vakthavandi tekur til. Rokalig jól í Havn Skuldsetti bankaði fleiri ferðir høvdið á órættaða niður í gongubreytina Modellmynd: Jens Kristian Vang ­ Vit hava als ongar fráboðanir fingið um jólini og vit hava ikki verið úti síðani seinastu vikuna av november, sigur vakthavandi á Brandstøðini BRANDSTØÐIN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hava verið eini stak friðarlig jól hjá brandliðnum í Havn. Vit hava ongar frá­ boðanir fingið yvirhøv­ ur. Men hinvegin eru jólini ikki øðrvísi enn aðrar tíðir á árinum, sigur vakthavandi. Í heila tikið hevur lítið verið at gjørt hjá brandliðnum seinastu tíðina, og teir hava als ikki verið úti í desember mánaði. Nógv fleiri fólk eru uppi um jólini og tað saman við nógv fleiri roykalarmum er helst við til at forða fyri eldi. Fólk ansa eisini betri eftir nú á døgum, sigur vakthavandi á Brand­ støðini í Havn. Hann leggur aftrat, at tað ofta um nýggjárið veldst um veðrið. Hevur turkur verið leingi, er vandin størri fyri at fýrverk skal festa í úthús og flagtekjur. Tann eina nýggjárs­ aftan nøkur ár herfyri vóru vit úti til 18 til­ burðir, vit brúktu allar bilarnar og koyrdu frá tilburði til tilburð, sigur vakthavandi. Hann heldur tó, at fólk yvirhøvur ansa betri eftir enn tey gjørdu fyrr, eisini tá tað kemur til fýrverk nýggjársaftan. So á Brandstøðini vóna tey, at friðarliga tilveran heldur fram eisini um nýggjárið. Stak friðarligt Fyrsta heimið fyri heimleys Mánadagin 15. desember lat eitt umsorganarheim hjá Bláa Krossi upp í Grønulíð í Havn, og tey fyrstu fólkini eru longu flutt inn. Leiðari á heiminum er Yvonna Drangberg. Hetta skrivar Trúboðin. Húsini eru sett í stand og eru nú ein viðiligur karmur um eitt heim, sum verður ein varandi bústaður hjá teimum, sum fara at búgva har, skrivar blaðið. Hetta er fyrsta heimið í Føroyum fyri heimleys og er ætlað teimum, sum av onkrari orsøk ikki sjálv megna at útvega sær og fasthalda ein bústað. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at finna onkra loysn fyri tey í Føroyum, sum ongan fastan bústað hava, og seinastu tíðina hevur Blái Krossur arbeitt við hesum spurninginum, sum altso nú er førdur út í lívið. Prestar ongan sáttmála Tað er framvegis ikki gjørdur nakar sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið. Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum, sigur við blaðið Trúboðan, at teir nú bíða eftir, at Fíggjarmálaráðið skal koma við eini góðkenning av Prestafelagnum. Hann dugir ikki at siga, nær nakar sáttmáli verður undirskrivaður, skrivar Trúboðin. Løgreglan í Klaksvík hevur havt nógv at gera um høgtíðina, men talan hevur verið um smáting, sum vakthavandi kallar tað POLITIRAPPORT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Av politistøðini í Klaksvík verður sagt, at teir hava havt nógv um at vera um høgtíðina, men at talan bert hevur verið ujm smáting. Onkur húsaófriður, okk­ urt ferðsluóhapp og onkur slagsmál, men tað hevur havt lítið upp á seg. So sjálvt um tað hevur verið nógv at gjørt, so hava vit bert verið 5­10 minuttir á hvørjum stað, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík. Eisini leygarkvøldið var nógv fólk í býnum og tá hevði løgreglan eisini nógv at gera, men sunnukvøldið var friðarligt. Fólk munnu helst vera troytt eftir longu høgtíðina, metti vakthavandi. Nógv at gera hjá løgregluni í Klaksvík, men einki álvarsligt mál Smáting í Klaksvík