Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 Royking fastatøku í teimum eldru Talið á roykjarum fellir, men í Danmark halda fólk í 50’unum í stóran mun halda fram við at roykja. Hetta vísir nýggj kanning hjá danska Krabbameinsfelagnum, Heilsuráðnum og tveimum øðrum sjúklingafelagsskapum, skrivar DR. Fólk í aldrinum frá 50 til 59 ár skilja seg burtur úr rúgvuni, tí ein triðingur av teimum roykja framvegis, meðan talið er lægri og minkandi í hinum aldursbólkunum. - Tað er júst hesin aldursbólkurin, sum fær sjúkurnar, ið standast av royking, og tað kostar bæði tí einstaka og samfelagnum, sigur Charlotte Fuglsang, stjóri fyri Lungnafelagið, við DR. Hon mælir til nýggj átøk, sum venda sær móti teimum eldru roykjarum. Árliga neyðrakettin frá Dimmalætting, sum onki hevur verið at hoyrt um í ár verður latin hóast alt. Ein bólkur á Dimmu velur nevniliga, hvør skal hava rakettina Mistak Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vanliga verður nógv gjørt nógv burturúr ársins neyð- rakett, ið Dimmalætting hevur latið seinastu nógvu árini. Í ár hevur tó minni verið gjørt burturúr, tí onki hevur verið at hoyra um hana, men hon verður latin longu í morgin, tá onkur fær ivingarsama heiðurin fyri at hava gjørt okkurt heilt býtt í ár. - Eg vil ikki siga, hvør fær hana, men tað verður onkur, sum fær hana. Tað kann mann síggja í blaðnum í morgin, sigur Árni Greger- sen, forstjóri á Dimmalætt- ing. Hann heldur eisini, at tað hava verið nógvir møgu- ligir kanditatar til neyð- rakettina, men nærri vil hann ikki koma inn á, hvørji eru í uppskotið. - Tað er skjótt at koma í tankar um nógv nøvn. Vit hava eini 100 í pottinum, har persónar, flokkar og fyritøkur, sum kundu havt heiðurin uppibornan, greið- ir Árni Gregersen frá. Hann leggur afturat, at hann ikki veit, hvar rakettin verður handað, men tað kann hugs- ast, at hon verður handa í húsinum hjá okkum ella heima hjá viðkomandi. Buldrasligt á Dimmu Vanliga eru tað haldararnir hjá Dimmalætting, ið velja ársins neyðrakett útfrá upp- skotum frá dimmu, men soleiðis er ikki í ár. - Tað var heldur buldrasligt hjá okkum, tá vit vanliga plaga at skipa fyri neyðrak- ettini. Tí verður tað ein intern kommité, ið velur neyð- rakettina í ár, men í næsta ár verður hon vald av haldarun- um aftur, greiðir forstjórin á Dimmalætting frá. So tað verður áhugavert at síggja, hvør best hevur megnað at gera okkurt býtt í ár. Hvørt Árni Gregersen sjálvur er í uppskoti sigur søgan onki um, men tað kann mann lesa um í Dimmalætting í morgin. Ársins neyðrakett í morgin Pinsasamkoman, Immanuel, hevur bygt nýggjan bygning. – Hølini byrjaðu at gerast ov lítil, og tí valdu vit at keypa bygningin, sum longu var í ger, sigur David Dam Jacobsen, samkomuleiðari saMkoMuhús Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Beint omanfyri Keypsam- tøkuna í Hoyvík hava tey flestu helst lagt merki til bygningin hjá Immanuel, har tey hava hildið til í rími- liga langa tíð. Nú hevur samkoman valt at keypa nýggja bygning, ið liggur skamt frá gamla bygning- inum. Nýggi bygningurin er umleið 1000 fermetrar. Tað vil siga 500 fermetrar í hvørjari hædd, og ætlanin er fyrst at taka ovara partin í nýtslu. - Tað byrjaði at gerast ov trongt hjá okkum. Er nakað annað enn ein vanligur sunnudagur, so byrjar at gerast ov trongt hjá okkum. Eisini hava vit hildið, at ljóð- viðurskiftini í hølunum ikki hava verið nøktandi, greiðir samkomuleiðarin frá. Ætla at vaksa Sambært Davidi Dam Jac- obsen eru eini hundrað fólk knýtt at samkomuni, og ætlanin er at vaksa. - Vit hava eina visjón um at vaksa í framtíðini, og tað er torført at vaksa um onki pláss er at vaksa inn í. Tað hevur verið ein av orsøkun- um, ið eisini hevur verið við til avgerðina hjá okkum, sigur samkomuleiðarin. Fíggja sjálvi Tað kostar ikki onki at byggja eini samkomuhús, men tað er ikki nakað, ið nervar tey í Immanuel. - Vit hava tikið eitt lán, sum tey í samkomuni skulu gjalda yvir tey næstur 20- 30 árini. Vit hava enn tann gamla bygningin, sum vit helst ikki fara at selja enn, hóast tað í framtíðini er ætlanin at selja. Tað er bara ikki marknaður fyri tí í dag, metir David Dam Jacobsen. Hann leggur afturat, at bygningurin, tey fara inn í skjótt, ikki upprunaliga var ætlaður sum samkomuhús. - Vit og tann, sum bygdi bygningin gjørdu eina avtalu um, at vit skuldu keypa bygningin frá honum, greiðir David Dam Jacob- sen, ið ikki vil koma inn á orsøkina til, hví hin valdi at selja. Byrja á loftinum Tá húsið verður liðugt, er ætlanin, at hava møtisalin niðaru hæddini, men at byrja við verður salurin í ovaru hæddini. - Vit hava valt at inrætta ovaru hæddina fyrst, men ætlanin er at hava salin í niðaru hæddini seinni. Tá alt verður klárt skulu vit so nýta ovaru hæddina til hugna, spøl, festir og so framvegis, sigur David Dam Jacobsen, sum er fegin um loysnina tey hava valt. Pinsar við nýggjum húsi Í morgin verður greitt, hvør fær eitt eyka brak á nýggjárinum við Ársins neyðrakett, sum Dimmalætting hevur latið síðan 1996 Samkoman Immanuel eru um at flyta í nýggj hølir. Ikki flyta tey seg langt, tí nýggi bygningurin stendur undir liðini á tí gamla