mánadagur 29. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 248 - 29. desember 2008
Føroyar lata flugu-net
Uttanríkisráðið hevur gjørt av at stuðla Reyða Krossi í Føroyum við 269.826 krónum til at
keypa moskitonet til illa stødd fólk í Malavi. Moskitonetini fyribyrgja malariasjúkuni, sum
er nógv útbreidd í Malavi. Peningurin røkkur til at keypa góð 4.000 net. Upplýst verður úr
Malavi, at fleiri fólk ofta eru um eitt net. Hetta merkir, at nøkur túsund fólk kunnu fáa gagn
av moskitonetunum, Føroyar lata, skrivar Uttanríkisráðið. Børn og kvinnur við barn eru í
størsta vandabólkinum at fáa malaria. 28 prosent av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi,
doyggja av malariasjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma
nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Moskitonetini fara til eina verkætlan, sum í fjør og
varir í fyrstu atløgu til 2010.
tíðindi
Føroyskir brúkarar betur vardir
Lýsingar skulu
vísast sum lýsingar
Onkuntíð kann okkurt líkj
ast eini grein ella annað
jounalistiskt tilfar, sum í
veruleikanum er ein lýsing.
Tí skal tað framyvir standa
púra greitt, at talan er um
eina lýsing, um tað kann
mistakast fyri at vera jour
nalistiskt tilfar. Tað skal
vera eyðsæð, hvat í blaðnum
er tilfar hjá blaðstjórnini,
og hvat er lýsingartilfar.
Prísurin púra greiður
Brúkari skal frammanundan
keypið vita púra greitt, hvør
samlaði prísurin fyri vøruna
er. Hetta merkir, at allar
tænastur og ómaksgjøld
skulu vera íroknað kostn
aðin. Eitt dømi er, at olju
avgjaldið eigur at vera við í
prísinum á einum ferðaseðli,
fløskupant skal vera við í
prísinum á eini sodavatn,
og mvg’ið vera við á
rokningini og ikki leggjast
afturat aftaná.
Villleiðandi lýsingar
Tað er ikki loyvt at brúka
skeivar, villleiðandi, niðr
andi ella órímiliga ófull
fíggjaðar
upplýsingar
í
marknaðarføringini.
Eitt
dømi um villleiðing er ein
mynd við 6 pakkum av
margarini og tekstinum ”5
pk. fyri kr. 37,95”. Tú kanst
til eina og hvørja tíð krevja
prógv fyri, at tað, sum
lýsingin sigur, er satt. Um
ein fyritøka lýsir við, at hon
er betri enn ein onnur
líknandi fyritøka, skal hetta
kunna skjalprógvast.
Forboð móti spam
Vinnufyritøkur hava ikki
loyvi at senda út lýsingar
ella á annan hátt at mark
naðarføra við elektroniskum
miðlum, so sum telduposti,
sms, mms, telefaxi ella tele
fon, uttan so, at tú fram
manundan hevur biðið um
hetta. Óumbiðið lýsingar
tilfar, sum verður borið út
við postinum, kanst tú
sleppa undan, við at seta
seg í samband við Lands
fólkayvirlitið. Hetta er bert
galdandi fyri lýsingar til
navngivnar persónar. Navn
leysar útberingar, sum vit
fáa í postkassan, eru ikki
umfataðar av lógini.
Fullfíggjað vegleiðing
Um onkur selur tær eina
vøru ella tænastu, skulu
allar umráðandi upplýsingar
um vøruna vera við. Tú
hevur rætt til eina nøktandi
brúkaravegleiðing, og um
sølufólkið veit okkurt, sum
er umráðandi at vita um
vøruna, eigur viðkomandi
at siga tær tað.
Keypsupplýsingar
skulu vera greiðar
Tá talan er um sølufremjandi
tiltøk, so sum tilboð ella
útsølu, skulu tilboðstreytir
um vørurnar vera eyðsýndar
og lættar at finna. Tá sølu
prísir eru lækkaðir, skal
prísmerkingin týðiliga vísa
tann upprunaliga prísin á
vøruni. Um tú fært tveir
pakkar av kaffi fyri 40 kr.,
skalt tú kunna síggja, at
vanligi prísurin á einum
kaffipakka er 30 kr.
Børn og ung
Børn eru góðtrúgvin og løtt
at ávirka og skulu tí verjast.
Øll marknaðarføringslógin
verður sostatt tulkað strang
ari, tá talan er um markn
aðarføring til børn. Harum
framt skulu lýsingar til børn
ikki eggja til harðskap, alko
hol og rúsevnismisnýtslu.
Røtt merking
Lógin gevur møguleika fyri
nærri ásetingum um merk
ing. Tað vil siga, at lands
stýrismaðurin við kunngerð
kann gera ásetingar um
innihald og merking av
vørum.
Brúkaraumboð
Vit fáa eitt brúkaraumboð,
sum umsitur lógina og setir
krøv til handilsfólk. Í ring
asta føri kunnu brúkarar
krevja endurgjald og revs
ing. Tú kanst venda tær til
brúkaraumboðið við spurn
ingum og ivamálum.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Framyvir verður ikki loyvt at dylja lýsingartilfar í journalistiskum
tilfari. Eisini verða herd krøv til prísáseting og vegleiðingar á vørum.
Hetta eru millum broytingarnar í nýggju lógini um marknaðarføring,
sum kemur í gildi 1. januar. Lógin snýr seg í høvuðsheitum um at
tryggja okkum brúkarar, og hvussu fyritøkur eiga at sýna góðan
atburð. Brúkarasamtakið hevur gjørt ein faldara um innihaldið í
nýggju lógini, og fara vit her at vísa nakrar av broytingunum.
Kaffitilboð
2 pk av kaffi
bert kr. 50,-
Slikktilboð
2 pk. fyri
bert kr. 35,-
Bíligast í
Føroyum