Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 Bagger byggir skip Danski vinnulívsmaðurin Stein Bagger, sum situr varðhaldsfongslaður fyri umfatandi svik, var í ferð við at byggja sær eitt marglætisskip, tá hann bleiv tikin. Tað skrivar Jyllands-Posturin. Sambært blaðnum hevði Bagger bílagt eitt 30 metrar langt marglætiusskip frá bretsku bátasmiðjuni Sunseeker fyri 50 milliónir krónur. Útgjaldið, sum er 20 prosent, hevur hann goldið. Frammanundan hev- ur Bagger eitt stuttleikaskip liggjandi í havn í Suðurfrak- landi. Tað er 22 metrar langt og kostaði 21 milliónir krón- ur, men var eftir øllum at døma ikki nóg gott. Íslendingar missa arbeiðið Altjóða fíggjarkreppan hevur sum kunnugt rakt Ísland serliga meint, og tað sæst aftur hjá arbeiðsloysisskipanini. Blaðið Vísir skrivar, at teir seinastu fjúrtan dagarnar hava 1.377 íslendingar mist arbeiðið, og sostatt eru nú 9.582 fólk skrásett sum arbeiðsleys. Tann 11. desember var talið 8.206 og síðst í november var tað 6.350, skrivar blaðið. Av teimum arbeiðsleysu búgva umleið 6.000 í Reykjavík og har um vegir. Vinnumálastýrið væntar, at arbeiðsloysið fer at økjast munandi í næstum, og at vøksturin verður á fleiri vinnuøkjum enn higartil. Seks ungfólk fingu í dag heiðursløn í eini skrivikapping um ung og álvarsamar hendingar. Kappingin var býtt í tríggjar aldursbólkar, og innkomnu stílarnir snúðu seg um alt frá krabbameini í familjuni, incest og til ferðsluvanlukkur Skrivikapping Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Miðlahúsið var í gjár stúgv- andi fult av fólki, tá vinnar- arnir av stóru skrivikapp- ingini fingu heiðursløn handaða. Kappingin var býtt í tríggjar bólkar, tey 13-14 ára gomlu, tey 15-16 ára gomlu og tey 17-18 ára gomlu. Ì hvørjum bólki vóru fyrsta og onnur virðis- løn latnar, áljóðandi ávika- vist 5000 og 2000 krónur. Í bólki eitt var tað Guðrun Horn Simonsen, ið vann aðru virðisløn fyri stílin ”Krabbi rakti mammu”. Laila í Dali vann fyrstu virð- isløn fyri stílin ”Hví? Hvat? Hvussu?” Ì bólki tvey gjørdist Mai- britt Hammer nummar tvey fyri stílin ”Fangi”, meðan Andrias Eriksen vann fyri sín stíl við heitinum ”Lagnu- løtan”. Ì bólki trý fekk Jenny Svabo aðru virðisløn við stílinum ”Tóktiskt sum ein- asta loysnin”. Nummar eitt varð Helena Kannuberg við ”Tíðin lekir øll sár”. Sagt varð um innkomnu stílarnar, at teir vóru góðir, erligir og rámandi. Tóra Petersen, stigtakari til kappingina og sálarfrøð- ingur, segði, at hon væl kundi hugsað sær at útgivið nakrar av innkomu tekstun- um. - Støðið var sum heild ótrúliga høgt, og eg haldi avgjørt, at hetta kundið verið útgivið. Hetta er jú sera viðkomandi, bæði fyri onnur ung, men sanniliga eisini fyri okkum vaksnu. Vit kunnu læra eina rúgvu um, hvussu tey ungu hugsa, tá tey koma út fyri álvar- somum hendingum, sigur Tóra. Ungólk fingið virðislønir Tey, ið vunnu heiðurslønir í skrivikappingini: f.v. Helena Kannuberg, Jenny Svabo, Andrias Eriksen, Maibritt Hammer, Laila í Dali og Guðrun Horn Simonsen. Í dómsnevndini vóru Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Martin Karl Olsen, lærarar. Mynd Jens Kr. Vang Atlantic Petroleum hevði einaferð ein kurs á partabrøv­ unum, ið var heilar 2550 krónur fyri partabrævið. Hetta er ein farin tíð, tí tá marknaðurin stongdi fyri jól var kursurin bert 538 krónur fyri partabrævið í keypsskálanum í Keypmannahavn partabrøv Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað merkist hjá teimum, ið eiga partabrøv í fyritøkuni Atlantic Petroleum, at olju- prísurin lækkar. Síðani nov- embur 2007 er virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleum nevniliga minkað við umleið 2000 krónum fyri hvørt partabrævið. Sam- bært Vilhelmi Petersem, stjóra í Atlantic Petroleum, eru tað oljuprísurin og fíggj- arkreppan, ið hava havt hesa gongd við sær. - Tær flestur oljuaktiurnar eru lækkaðar, so tað er ikki so løgi, at okkara eisini fella, sigur Vilhelm Peter- sen. Hann leggur afturat, at hann nokk ikki hevði arbeitt har, sum hann arbeiðir, um hann visti nær gongdin fer at venda. - Heimsbúskapurin er í niðurgongd, og tað er nakað marknaðurin má passa seg til. Vit mugu eisini minnast til at oljuprísurin er lækk- aður heilt nógv. Síðan í julimánaði í ár er oljprísurin lækkaður við 107 dollarum fyri tunnuna. Seinkar virksemi Tá virðið á partabrøvum minka, er tað vanliga ikki gott fyri fyritøkuna. Men Vil- helm Petersen ber ikki ótta fyri Atlantic Petroleum. - Vit byrja framleiðslu í einum brunni fyrst í næsta ár, og í ár hava vit havt sera stórt virksemi. Tað kundi hent seg at virksemi verður seinkað eitt sindur í onkrum øðrum samstarvi vit eru í, men soleiðis verður tað allastaðni, greiður Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað altíð verður stórt fokus á oljuprísinum. Metlágur kursur hjá Atlantic Petroleum Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, greiðir frá, at virði á partabrøvunum í oljuvinnuni er lækkað kring allan heim, og tí er hann ikki kløkkur um lága virðið á partabrøvunum í Atlantic Petroleum