Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 Fyrireika uppsagnir Í Noregi fyrireika fýra av tíggju smáfyritøkum seg til at senda arbeiðsfólk til hús teir næstu mánaðirnar, tí virksemið er minkandi. Tað sæst í einari nýggjari kanning, sum umfatar 600 fyritøkur. Hon vísir eisini, at 20 prosent av fyritøkunum hava longu koyrt fólk til hús orsakað av versnandi tíðum. 75 prosent av fyritøkunum vænta minni eftirspurning næsta ár, 63 prosent vænta versnandi lønsemi, og 70 prosent siga, at tær fara ikki at gera íløgur í 2009. Felags fyri fyritøkurnar er, at tær vilja hava lægri rentu og betri atgongd til fígging, skrivar NTB. Verkfall ræðir fólk Drúgvu verkføllini hjá donskum sjúkrasystrum og pedagogum í vár hava eftir øllum at døma fingið ta avleiðing, at ungfólk aftra seg við at fara undir hesar útbúgvingarnar. Tað vísir ein nýggj kanning, sum eisini staðfestir, at avleiðingin rakar eisini áhugan fyri læraraútbúgvingini. Tað var minkandi áhugi fyri júst hesum fakunum, sum fekk kenslumálaráðið í Keypmannahavn at biðja eitt felag gera kanningina. Bertel Haarder, kenslumálaráðharri, sigur við Politiken, at tað hevur verið ov nógv grenj um tey trý fakini, og at úrslitið er hareftir. Við tveimum sera ymiskum søgum um ung gjørdust tað tær báðar Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjel­ næs, sum vunnu stuttsøgukappingina hjá Bókadeildini Kapping Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Við stuttsøgunum ”Spitølsk og ”Skriva í sandin” gjørd­ ust tað ávikavist Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs, sum vunnu stóru stuttsøgukappingina, sum Bókadeildin skipaði fyri í samstarvi við Eik Banka. Og tær báðar koma víða um í kenlsulívunum hjá ungum. Meðan Rakel Helmsdal hevur valt eitt tungt evni, sum hvussu hart sjálvmorð rakar, til sína søgu, savnar Marjun S. Kjel­ næs seg um livandi gerand­ islívið millum ung í Havn. Sermerktar á hvønn sín hátt Hóast søgurnar í so máta eru sera ymiskar, var dóms­ nevndin ikki í iva um, at tær hvør á sín hátt skaraðu framúr millum tær 44 søg­ urnar, sum komu inn. Í grundgevingini fyri at lata Rakel Helmsdal virðis­ løn fyri stuttsøguna ”Spi­ tølsk” segði dómsnevndin millum annað, at søgan er hegnisliga bygd upp við beinraknum og sterkum lýs­ ingum. Málið er leikandi lætt, og stílurin strammur og knappur. Evnið, ið søgan viðger, tað at kenna seg brennimerktan og útihýstan, tá ið tú ert fyri tí vanlagnu, at ein av tínum nærmastu velur at taka lívið av sær, er sárt og kensluborið, men høvundurin megnar at lýsa evnið bæði fjøltáttað og samansett, sambært dóms­ nevndini. Søgan hjá Marjuni Syderbø ”Skriva í sandin” er forkunnug í mátanum, hon tekur støði í føroyskum ungdómslívi í gerandisdeg­ num her og nú. Í grundgev­ ingini nevndi dómsnevndin serliga, at lýsingarnar eru neyvar og heilskapaðar við góðum samrøðubrotum á løttum ungdómskendum máli. Víðari var sagt, at tað hevur hepnast Marjuni S. Kjelnæs at skapa eina væl skipaða og væl samansjóð­ aða stuttsøgu, ið lýsir marg­ litta ungdómslívið, tá ið leitað verður eftir samleika og mørkum í náttarmyrkri­ num. Trupul málbólkur Ein av orsøkunum til at Bókadeildin skrivaði út eina serliga kapping um søgur til ung var, at stórur tørvur er á tilfari til júst hendan málbólkin. Tær báðar Rakel Helms­ dal og Marjun S. Kjelnæs dylja heldur ikki yvir, at tær eisini halda tað vera rætti­ liga trupult at raka júst teir ungu lesararnar. ­ Eg helt tað eisini sjálv vera mega besverligt at vera teenagari og tí blívur tað kanska eisini so strævið hjá mær at skriva um ung og teirra kenslur, sigur Rakel. Fyri Marjun S. Kjelnæs er tað meir tað málsliga, sum hevur forðað henni í taka støði í dagsins ung­ dómi ­ Eg haldi tað er ótrúliga ringt at raka júst tað rætta málið, sum tey ungu brúka ­ eisini tí málið hjá teimum ungu júst broytist allatíðina, sigur Marjun S. Kjelnæs, sum kortini á ongan hátt hevur gjørt tað lættari fyri seg sjálva í hesi søguni. ­ Eg vildi royna, um tað ber til hjá mær ­ eini 36 ára gamlari kvinnu sum býr í Danmark ­ at seta seg inn í hugsunarháttin hjá einum 16 ára golum drongi í Havn. Tað hevur nokk verið tann mest spennandi avbjóðingin, sigur Marjun S. Kjelnæs. Útgávur Sambært Niels Jákup Thom­ sen, leiðara á Bókadeildini, hevur tað verið sera áhuga­ vert at lisið tær 44 søgurnar, ið allar so ella so snúgva seg um kærleika. Sera ym­ iskt er, hvussu høvundarnir hava valt at lýsa evnið. Fleiri søgur eru um forelsk­ ilsi og fløkjur, ið koma fyri í tí sambandinum, aðrar søg­ ur eru um bondini ímillum foreldur og ung, aftur aðrar eru um sambandið ímillum vinir. Hann leggur afturat, at fleiri av søgunum eru stak væl skrivaðar, og ikki er óhugsandi at stuttsøgusavn spyrst burturúr nøkrum av teimum innkomnu søgun­ um. Endamálið við kappingini er annars ein stór norður­ lendsk bókaútgáva við nýggjum stuttsøgum til ung. Í savninum verða átta norðurlendsk forløg úr átta ymiskum máløkjum umboð­ að við einari ella tveimum stuttsøgum hvørt. Bókin verður ætlandi giv­ in út á heysti 2009, og hon kemur út í øllum londunum samstundis. Sum framhald av kapp­ ingini verður skipað fyri vikuskiftisskeiði í Havn 6.­ 9. februar 2009, har ætlanin er, at allir høvundar, ið verða tiknir við í útgávuna, skulu hittast saman við for­ leggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betraðar. Rakel og Marjun áttu bestu stuttsøgurnar Vinnararnir av stuttsøgukappingini Rakel Helmsdal og Marjun S. Kjelnæs fingu hvør sín kekk á 12.000 krónur, sum Eik Banki letur Nógvar av stuttsøgunum, sum komu inn, eru so mikið góðar, at tær saktans kunnu koma út í bók, sigur Niels Jkup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, sum skipaði fyri stuttsøgukappingini í samstarvi við Eik Banka