Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lovað at seta ósemj­ una um havnargjaldð hjá Smyrli ovast á breddan eftir nýggjár, og tí er Tvøroyrar Býráð sinnað at geva Johan Dahl møguleikan at finna eina nøktandi loysn Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eitt tað fyrsta, sum nývalda býráðið á Tvøroyri kanska fer at gera, eftir at tað hevur tikið við á nýggjárinum, verð­ ur at stevna Landsstýrinum. Tað er greitt eftir býráðs­ fund á Tvøroyri seinnapart­ in leygardagin. Tað er somuleiðis greitt, at hetta býráðið er sinnað at geva landsstýrismanninum í vinnumálum, Johan Dahl, ein seinasta møguleika at loysa eina ósemju, sum hev­ ur ligið og gnagað ímillum landsstýrið og Tvøroyrar Býráð heilt síðani Smyril kom til landið í 2005. Tvøroyrar Býráð og Landsstýrið eru ósamd um havnargjaldið hjá Smyrli. Tvøroyrar Býráð krevur, at Smyril betalir havnar­ gjald, men tað vil Landsstýr­ ið ikki. Tí vil fíggjarmála­ ráðið heldur ikki góðtaka, at havnargjald fyri Smyril verður inntøkuført á rokn­ skapinum hjá Tvøroyrar Havn og hevur kravt, at býráðið tekur inntøkurnar úr roknskapinum. Men Tvøroyrar Kommuna vil ikki bakkað og avleið­ ingin er, at síðani 15. de­ sember hava allir býráðs­ limir á Tvøroyri fingið tvingsilsbøtur upp á 300 krónur í part um dagin, tí býráðið hevur makkað rætt. Ovast á breddan Í heyst fekk Tvøroyrar Bý­ ráð fund í lag við Johan Dahl, landsstýrismann og hann lovaði at finna eina loysn. Tvøroyrar Býráð gav honum freist til nýggjárs at finna eina loysn, annars verður landsstýrið stevnt. Leygardagin varð málið fyri aftur í Tvøroyrar býráð og har greiddi borgarstjórin, Kristin Michelsen, frá at Johan Dahl er burturstaddur, men hann hevði ringt og boðað frá, at hann framvegis arbeiddi við málinum. ­ Landsstýrismaðurin hev­ ur boðað mær frá, at hann nú hevur fingið allar neyð­ ugar upplýsingar í málinum og hann fer nú at leggja málið fyri landsstýrisfund ­ Hann hevur eisini boðað mær frá, at hetta málið stendur fremst á dagsskrá, tá ið landsstýrisfundur verður aftur eftir nýggjár, segði Kristin Michelsen á bý­ ráðsfundinum. Borgarstjórin á Tvøroyri fortaldi býráðnum, at Johan Dahl vissaði um, at hann framvegis miðjar eftir at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við. Á býráðsfundinum leygar­ dagin, samtykti býráðið at bíða við stevningini, fyri at geva landsstýrismanninum høvi til at loysa málið við semju. Eydnast tað ikki, stendur býráðið fast við, at lands­ stýrið verður stevnt. Tvøroyrar Býráð bíðar við at stevna Nokta at rinda fyri Smyril Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð. Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala og tað er hetta, sum nú kann føra til, at Tvør­ oyrar Kommuna stevnir landsstýrinum, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni. Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald. Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við málið at gera. ­ Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um sam­ døgurið og vit hava vakt og tilbúgving 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnar­ gjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyrar Býráð. Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggju­ gjald fyri at leggja at sjálvari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna. Higartil er rokningin fyri Havnargjald hjá Smyrli komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur. Men rokningin verður blankt afturvíst og í Tvøroyrar Býráð harmast tey um, at landsstýrið ikki so frægt sum vil samráðast um havnagjaldið í eini roynd at finna semju um eina avsláttarskipan, so at Smyril slapp undan at betala fult havnagjald. Tvøroyrar Kommuna hevur roynt at loyst málið við tríggjar teir undanfarnu landsstýrismenninar, sum hava umsitið Strandferðsluna, ávikavist Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Helenu Dam á Neystabø, men til fánýtis. Nú er so Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og nú er so ein roynd gjørd afturat. À býráðsfundi leyg­ ardagin vísti Jaspur Vang á, at Tvøroyrar Kommuna eigur at eftirlíka einum lógligum kravi frá einum yvirskipaðum myndugleika Ósemja Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Tvøroyrar Býráð við­ gjørdi ósemjuna um havn­ argjaldið hjá Smyrli leyg­ ardagin og sum vit greiða frá í aðrari grein her á síð­ uni, skeyt Jaspur Vang upp at eftirlíka landsstýrinum og taka inntøkurnar fyri havnargjaldi til Smyril úr roknskapinum. Men hann legði dent á, at hetta hevði onki við bótina at gera sum so. Hann førdi fram, at tá ið fíggjarmálaráðið krevur at inntøkan fyri havnargjaldið verður tikið úr roknskapin­ um, er talan um eini fult lóg­ lig boð frá einum fult lóg­ ligum, yvirskipaðum mynd­ ugleika og tey eigur eitt bý­ ráð prinsipielt at geva seg undir. Men tað skal vera við teirri viðmerking, at hildið verður fast um kravið um at Smyril skal gjalda havnar­ gjald. Hann staðfestir eisini, at fær kommunan ikki havn­ argjald, er ongin ivi um, at landstýrið skal stevnast. Men tað vóru bara hann og Marjun Olsen, sum at­ kvøddu fyri. Tað er eisini greitt, at teir býráðslimir, sum seta upp­ skot fram um at akta boðini frá fíggjarmálaráðnum, ella atkvøða fyri tí, sleppa und­ an at gjalda bót. Marjun Olsen segði at hon hevði onki ímóti at betala bót. Men hon fer úr býráðnum á nýggjárinum og enn hevði ongin í lands­ stýrinum kunnað svara henni, um hon framvegis hongur upp á bótina, hóast hon er farin úr býráðnum So tá ið hon atkvøddi fyri uppskotinum um at akta boðini frá fíggjarmálaráð­ num, var tað einans fyri at tryggja sær, at hon ikki skal betala bót, eftir at hon er farin úr býráðnum og sostatt onga ávirkan hevur longur. Hilmar Høgenni í inn­ lendismálaráðnum, var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar. Danir fáa nýggjárstosk Nógvir danir halda framvegis tann gamla siðin at eta feskan tosk á nýggjárinum. Tey seinastu árini hevur tað onkuntíð staðið á at fáa nóg mikið av nýggjárstoski, tí kvoturnar hava verið ov smáar, men í ár er tað eingin trupulleiki, skrivar Ritzau. Tvørturímóti er nóg mikið av toski eftir at fiska bæði í Norðsjónum, Skagerak, Kattegat og Eystrasalti. Samstundis er tað ein sannroynd, at í alt fleiri donskum heimum fær nýggjárstoskurin nú kapping frá sushi og skeljadýrum. Meiri harðskapur í Grønlandi Fyribilstøl hjá løgregluni í Grønlandi benda á, at løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um harðskap í ár, enn hon fekk í fjør. Hinvegin hevur løgreglan fingið færri fráboðanir um kynsligan ágang ímóti børnum í ár, sigur Sten Thomsen, løgregluovasti, við kringvarpið KNR. Hann ásannar tó, at fráboðaninar um neyðtøku ella neyðtøkuroynd eru líka nógvar sum í fjør. Eisini hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um stuldur og svik í ár enn í 2007. Grønland fekk nýggja ferðslulóg í heyst, so tað er ov tíðliga at siga, hvussu hon virkar. Løgreglan heldur kortini , at fólk eru vorðin raskari at brúka trygdarbeltið. Vilja akta boðini úr landsstýrinum Heilt síðani Smyril kom í 2005, hevur ósemja gnagað ímillum Tvøroyrar Býráð og Landsstýrið og Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur nú fingið ein seinasta møguleika at loysa trætuna, annars verður landsstýrið stevnt