mánadagur 29. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 248 - 29. desember 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leif Isholm, ættaður
úr Tórshavn, andaðist
á Harlev sjúkrahúsi
23. desember, 80 ára
gamal.
Tollakur Reynham
ar, andaðist í Dan
mark 22. desember,
74 ára gamal.
Trúgvi Tausen, ættað
ur úr Vági, andaðist í
Íslandi
sunnudagin
21. desember, 75 ára
gamal.
Andlát og
jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi
Berint Juul Rasmussen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Niels Jacob Nielsen og Bøgesvang prest fyri
góð og troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar og fyri gávur til
eldrasambýlið Vesturskin.
Tøkk til tykkum á Vesturskin, sum vóru um
hann hansara síðstu tíð.
Tøkk til lærararnar í Stranda Skúla, sum hjálptu
til við ervinum.
Og øllum tykkum, sum fylgdu pápa til hansara
seinasta hvíldarstað, takka vit hjartaliga.
Fyri tey avvarðandi
Kaj, Óli, Egon, Eigil og Asta
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir,
svágur, mammubeiggi og ommubeiggi
Jens Reinold Olsen
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Martin Restorff Jacobsen og Sverra
Steinhólm, prestar, og Pól Færø fyri troystarrík orð
í kirkjuni og í kapellinum og fyri umsorgan undir
sváru sjúkraleguni.
Somuleiðis takk til tykkum øll, ið hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Eisini ein tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til seinasta hvíldarstaðin.
Fyri tey avvarðandi
Hanni, Essemi, Poula og Jastrid
Okkara kæra kona, mamma, omma og vermamma
Solveig Hansen
fødd Poulsen
ættað frá Ljósá,
búsitandi í Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 28. des., 75 ára gomul.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
mikudagin 31. des. kl. 12.00.
Fyri tey avvarðandi
Alle, Jessie, Marjun og Jógvan við familjum
Tey, ið ynskja at minnast Solveig, kunnu senda eina peningagávu
til Føroya felag móti krabbameini
Dagurin
29. desember. Nóa.
Dagur til minnis um
mannin, sum gjørdi
ørkina (1. Mós. 69).
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum)
29. desember verða tær
báðar systrarnar, Súsanna
Poulsen og Jovina Mørk
(føddar Joensen), 85 ár.
Sanna og Vina, sum tær
oftast verða nevndar, eru
døtrar hjá Mikkjal og Sús
onnu
í
Gortrastovu
í
Nólsoy, og sum navnið
bendir á, so var Gortra
stova í lonunum í Nólsoy
barndómsheimið
hjá
teimum báðum.
Sum vera man, tá talan
er um tvíburar, so hildu
tær báðar nógv saman upp
gjøgnum barndómsárini,
og tó at lívið síðani leiddi
tær báðar í egnar leiðir, so
hevur
sambandið
altíð
verið tætt.
Vina flutti á ungum árum
til Havnar, har hon fór at
tæna hjá Carl á Lag. Bæði
sum genta í húsinum, og
sum krambagenta í handlin
um. Her hitti hon Mortan
Mørk, sum um tað mundi
starvaðist í Landshandlin
um. Tey bæði giftust tann
28. august í 1943, og í øll
um førum í B36 munnu
nógv kennast við hetta brúd
leypið. Mortan var ein av
stovnarunum av árstalsfel
agnum í Havn, og fyrsta
steypið hjá B36 kom til
høldar dagin eftir brúdleyp
ið. Sum vera man, so komu
leikararnir í brúðarhús, og
soleiðis endaði fyrsta steyp
ið hjá B36 í brúðarsongini
hjá teimum báðum.
Tey bæði settu annars
búgv í Hornabø, og fingu
tey fýra børn. Magdalenu,
Mikkjal (doyði í vár),
Jógvan Martin og Mortan,
sum øll eru búsitandi í
Havn. Mortan, sum fyri
nógv mundi vera ein býar
mynd í Havn, doyði í
1994.
Frá tí at hon var gift,
hevði Vina aloftast úr at
gera við at halda heimið í
Hornabø, men miðskeiðis í
sekstiárunum fór hon í
starv sum náttarvakt á
hvíldarheiminum,
Naina.
Her starvaðist hon í gott og
væl 20 ár, og øll hesi árini
var hon fastur fúsur millum
morgungestirnar í svimji
hylinum, áðrenn hon spák
aði sær heim í Hornabø.
Sanna kom á ungum
árum saman við Tórálvi
Poulsen (doyði í 1981) í
Nólsoy, sum búi í somu
lonini í Nólsoy, og tí gekk
hennara leið ikki til Havnar
á sama hátt sum hjá systr
ini. Tey bæði giftust undir
krígnum, og eins og hjá
systrini, so gjørdist talan
eisini um fýra børn hjá
Sannu, og sjálvsagt skuldi
talan her eisini vera um
tríggjar dreingir og eina
systir. Av hesum er Jens
tann einasti, sum enn býr í
Nólsoy. Hans (doyði í
2002) búði í nógv ár í
Hirtshals, meðan tey bæði
yngstu, Jórun og Jørgin,
bæði eru búsitandi í Havn.
Sambandið heur altíð
verið sera tætt millum tær
báðar. Og síðani tær fluttu
í Heimið í Vallalíð, hava
tær eisini búleikast lið um
lið. Og tó at neistar onkra
tíð kunnu standa frá, tá tær
eru ósamdar, so blíðkast
tær altíð so hvørt.
Líkar, sum tær eru, man
tað eisini oftani vera komið
fyri, at fólk ikki hava kent
mun á teimum báðum, og
søgurnar, sum tær hava
fortalt um hetta, eru ikki
so heilt fáar í tali.
Børn,
ommubørn
og
seinnu árini eisini lang
ommubørn hava tó altíð
verið tað, sum hevur staðið
fremst í huganum hjá teim
um báðum. Fittar í hondun
um, sum tær eru, er eitt
ótal av klædnapløggum eis
ini smoygt upp á kroppin á
eftirkomarunum,
sum
soleiðis
ongantíð
hava
nýtst at óttast nakran kald
an vetur.
Tvíburar fylla 85
Mong munnu tey vera, sum hava ilt við at skilja munin millum Sannu og Vinu. Her eru tær
báðar avmyndaðar á fermingardegnum