mánadagur 29. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 29. desember 2008
13
Alnetið hevur nú tikið seg
fram sum misljómandi
tónleikur grundaður á eina
óstýriliga, einstaklinga
dyrkandi, oftani navnleysa
og einkisverda meining,
har øll tosa samtíðis, men
har eingin lurtar.
Heldur enn eina heimsfevn
andi ravtøknibygd, klovnar
alnetið samfelagið í fleiri
trilliónir av ótolandi vinar
bygdum, ið saman dragsa
tað afturum upplýsingar
tíðina, ja heilt aftur til
myrku miðøldina, har allur
sannleiki er persónligur og
øll vitan staðbundin
E
in morgun í august, aftaná
at hava hugt at olympiaduni
í Peking fýra tímar út í eitt,
fataði eg, at tað var tíð uppá at
stoppa, tá ið danska frásøgu
fólkið nærum geylaði: “Wauw,
det her er et utroligt øjeblik i
algiersk judohistorie!”
Eitt syrgiligt lív hjá syrgilig
um persóni, heldur onkur iva
leyst. Og jú, kanska, hasum at
døma eftir. Men so ikki í ná
mind av eins syrgiligt sum hasi,
ið halga bróðurpartin av síni
frítíð til fják og fjas á gud
dómliggjørda alnetinum.
Hasi, hvørs vitborna íkast
ikki røkkur longur enn My
Space, har hetta er at lesa: “Ja,
for fanin!!! Eg gron? Nei tú,
gladness, no sadness, bumæv
ir!!! Hehe nei, eg fór í brús og
so í song. Skuldi jú til arbeiðis
í morgun... Annars mega langt
síðani og takk fyri addið=)”
S
jálvur, andlit til andlits við
slíkum, ja, tosi, hugsi eg,
standi eg sum fýra feit spurnar
tekin???? Alnetið er ikki bert
endað í einum goggutum vill
fárilsi, har mál og meining er
vorðið devaluerað til standin í
primitivasta Afrika, men verður
hon harafturat av alsamt fleiri
skoðað við gudiligum
nærlagni.
Hasi, hinvegin, ið ivast um
alnetið, ið halda, at hon er eitt
moralskt, búskaparligt og
mentanarligt krypilsmenni,
verða ósvitaliga stemplað sum
fráfallin.
Mítt egna fráfall er upp
aftur meiri trúvilst, av tí at eg
ditti mær at seta spurning við tí
mest halgaðu sannføringina: at
tað nettupp er moralskt,
búskaparliga og mentanarliga
gott at hava tøknifrøði, ið loyvir
sjálvt teim mest skítbýttu at
stjórna sína egnu skriving,
tónleik og filmar á alnetinum.
H
asi, ið eru meiri trábitin av
at hugsa um hvat onnur
halda um teg og tíni um apsalutt
einki ella, í besta føri, um tú nú
heilt sikkurt heldur tað sama
sum tíni vinfólk, eitt nú tá ið tað
kemur til karikaturarnar av
Muhamed, ístaðin fyri at finna
útav — umvegis alnetið! — hvat
ein kapasitetur sum Salman
Rushdie heldur um tær, øtast
óivað.
Hesir títtum so sera
ósjálvstøðugu einstaklingar, og
serliga á rørsluorienteraða
vinstrivonginum, ið tilvitað
tvinga seg sjálvar at halda tað
sama um alt, eru so vígdir til
nýligu kollveltingina innan
teldunýtslu, at skeptikarir sum
eg vera skírdir “ómodernaðir”.
Men hvat hesir addandi My
Spacefrikar ikki vita, er tað, at
sovorðið sum at avbjóða elsk
aðar fatanir, siðvenjubundna
hugsan, at seta menniskjað
framum státin, at støðugt ílegu
betra menniskjað, at trúgva
uppá fullkomiligt talu og
skrivifrælsi og aðramáta at vera
sannførdur um, at narko skal
løggildast hjá státinum at metta
marknaðin undir skipaðum
viðurskiftum, tað er ikki
ómodernað, men promodernað.
Og ikki at klemma einhvørja
menning, einhvørja gongd, eitt
hvørt rák—hvussu óundan
sleppandi, narsisistiskt og tápu
tryggað hetta enn mátti verið—
er heldur ikki ómodernað.
H
ugsjónin um eitt sjálvgjørt
alnet er aðramáta kend
sum Web 2.0kollveltingin, ið
lýsir skiftandi rákið at brúka
alnetið at styrkja kreativitet og
samskifti. Og soleiðis syrgja
heimasíður sum You Tube, My
Space, Facebook og bloggar
eftir øllum at døma fyri at
demokratisera okkara mentan
við at loyva hvørjum Hanus og
Janus at skapa og stjórna sítt
egna tilfar á alnetinum.
Mítt egna fráfall, ella grundin
til at eg eftir øllum at døma eri
ómodernaður, kemst minst líka
so nógv av tí, at eg hvørki eri á
My Space ella Facebook, sum
tað, at eg vil vísa á, at sjálvgjørt
tilfar á aletinum er ringt. Eg
haldi enntá, at heldur enn at fáa
fólkaræðið at spretta, førir Web
2.0 til samfelagsligt og
moralskt fall.
S
jálvandi, í sjálvum sær er
einki skeivt við hvørki sjálv
bragdan ella sjálvstýrandi tøkni,
eiheldur kreativiteti, hvørki á
ella uttan fyri alnetið. Trupul
leikin, tó, er tá ið Web 2.0 verð
ur idealiserað sum ein máti at
mata burturundan veruligt og
viðurkent talent og lata góðvarn
ar onlineamatørar loysa veru
ligar serfrøðingar við veruligum
vísdómi og meiningum av.
Demokratiski dreymurin hjá
fólkunum handan My Space og
Facebook er tíansverri vorðin
til okkara kollektiva marra.
Tann ógvusligi populariteturin,
ið kringar Web 2.0, merkir, at
alt tað, sum á sinni var kult, og
hoyrir amatørum til, nú hoyrir
høvuðsrákinum til, og er í
álvara við til at býttisgera
okkara mentan.
Alnetið nú á døgum er sansa
leyst fólkaræði—ótonkt tilfar til
ávirkiligar og vinglutar einstak
lingar. Tað eru nú ein asins
rúgva av ókeypis bloggum, You
Tubesjónbondum og Face
booksíðum, sjálvt ókeypis
sjálvgivnum porno, men alsamt
minni av myndigum og stílsk
um tilfari á alnetinum.
F
rá byrjuanrtíð at hava verið
ein fráskilakjansur at kanna
sær vitan við at leita fram upp
lýsingar frá fólki, dagbløðum
og viðurkendum stovnum við
faktiskum tankum, er alnetið nú
ein samkomustaður steinstapp
aður við ætlandi nútíma fólki,
ið halda, at Ground Zero
bumbusikkurt er eitt nýkomið
og gátuført telduspæl.
Demokratiskir analfabetar, ið
halda, at verðin melur í klingur
um seg og síni uttan at geva
lokalsamfelagnum, og so slettis
ikki aðrari og viðurkendari
vitan, nakran sum helst ans.
Narsisistiskir tankaloysingar, ið
halda, at tað, at røkta og ‘upp
deyta’ seg sjálvan, sín “profil”,
sínar tankaleysu vinir og upp
lýsingar frá hesum — so at
tryggja sær, at øll við vissu nú
eisini halda tað sama um alt—
er at liva.
A
lnetið hevur nú tikið seg
fram sum misljómandi
tónleikur grundaður á eina
óstýriliga, einstaklingadyrkandi,
oftani navnleysa og einkisverda
meining, har øll tosa samtíðis,
men har eingin lurtar. Heldur
enn eitt fólkaræðisligt utopia av
kreativum amatørum, førir
henda sjálvshevjandi alnets
kollvelting ístaðin til massa
fávitsku og eina almanna
mentan av talgildari narsisismu.
Bæði sum orsaki og í síni
ávirkan av framburðinum hjá
radikalum fólkaræði, Web 2.0
kollveltingin at navni, er hevd
bundið meritokrati av royndum
og vitugum serfrøðingum og
ekkaleysum meiningarmynd
arum í kreppu.
Álvarabløð siga upp alt fleiri
hegnigar og akademiskt skúl
aðar journalistar fyri síðani at
seta í starv innihaldsleysar og
akademiskar analfabetar, ið
skíra seg “journalistar” sum
klaktir av Danmarks Journa
listhøjskole og líknandi
amatørskúlum.
Háskúlalærd fólk, ið halda, at
tað, at vera kritiskur og tað, at
kritisera, er eitt feitt, men sum
kortini væl finna útav at pota
nyttuleysar tíðindastubbar út á
blaðsins heimasíðu, men sum
hvørki hava førleikan at muta
ímóti síni egnu skandalukendu
redaktión kjaftfull við persóns
skvaldri og aðrari líkasælu ella
sínum betri skúlaðu
politikarum.
M
en eisini bóka og musikk
útgevarir eru fallkomnir.
Ja, sjálvt bókavørðar trilva eftir
eini virðiligari undankomu sum
úrslit av Web 2.0, sum í sjálv
um sær ikki er nøkur penga
maskina, av tí at næstan alt
tilfar er ókeypis. Størsti taparin
í hesi mentanarligu umskapan
er sostatt, umframt fólkaræðið,
tann siðvenjuligi kreativi klass
in — professionellir tónleikarir,
filmsskaparir, teknarir og so
veruligir journalistar — ið stríð
ast við at monetisera sínar
gávur og lærdóm í einum lýs
ingarmettaðum búskapi, har tær
stóru upphæddirnar verða
leiddar til tøkniveitarar sum You
Tube og My Space.
Kunnleiki og sannleiki verða
vend upp og niður av nútímans
nýtslu av alnetinum. Aletið
skuldi ætlandi vera ein staður,
vit foru fyri at verða skúlað av
partleysum serfrøðingum og
skikkaðum kjakarum um eina
ópersónliga verð uttanfyri okk
um sjálvi, okkara kunningar og
vitan. Men alnetið í dag er vorð
in ein leinging av tí “persónliga
rúminum”, har vit faktiskt
sjálvi varpa okkum út til vin
fólk ístaðin fyri at læra frá
fremmandum.
Heldur enn eina heimsfevn
andi ravtøknibygd, klovnar
alnetið samfelagið í fleiri
trilliónir av ótolandi vinarbygd
um, ið saman dragsa tað aftur
um upplýsingartíðina, ja heilt
aftur til myrku miðøldina, har
allur sannleiki er persónligur og
øll vitan staðbundin.
S
o, hvat er at gera? Eg eri
ikki nakar luddittur, ikki
ein, ið mutar ímóti einhvørjum
tøknisligum framburði. Eg
góðtaki, at vit ikki kunna spola
aftur til áðrenn talgildistíðina.
Men eg eri somuleiðis ímóti
eini tankaleysari determinismu,
ið fer við øllum tøknisligum
framburði sum óundanslepp
andi, og tí “av tí góða”. Menni
skjað skapti tøknifrøðina, og
tað er upp til okkum at taka
ábyrgd fyri avleiðingunum av
Web 2.0kollveltingini. Talgildir
fantastar hava krýnt “borgara
journalistin” sum teirra útskeld
aða uppreistrarhetja, sín endur
fødda Trotsky.
Mín hetja, hinvegin, er ikki
hasin einstaklingadyrkandi face
bookandi frikurin fullkomiliga
bundin at hvat onnur halda um
seg og síni, men tann borgarin,
ið ásannar sína fávitsku um ávís
viðurskifti, sum heldur sín kjaft
og brúkar alnetið, og fjølmiðlar
yvirhøvur, at læra um og njóta
verðina frá øðrum, betri upplýst
um og gávaðum persónum.
Um mítt fráfall ger meg
ómodernaðan, íðan, ‘so be it’!
Onkur má siga sum er um
alnetið í dag. Onkur má greiða
frá teim samfelagsligu og
moralsku avleiðingum av eini
Web 2.0verð, har vakurleiki,
snildargávur og vitan verða
amatøriserað av einum skít
býttum onlinepakki.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag - Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hvussu vit blivu
interdott komm býtt!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo