mánadagur 29. desember 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 248 - 29. desember 2008
tíðindi
Tað var ein týðiliga rørd Lena
Andersen, sum tók ímóti
virðislønini fyri at gerast besta
songkvinna.
- Hetta hevur ótrúliga nógv at
siga fyri meg. Tað er altíð gott at
fáa viðurkenning, fyri tað arbeiði
man hevur gjørt.
Lena vann eisini eina Planet í
fjør. Tá vann hon fyri bestu
útgávu. Men hon heldur tað vera
ringt at samanbera hesar báðar
prísirnar.
- Tað er ringt at siga, at man er
glaðari fyri eina av teimum. Men
um eg skal velja, so kann eg siga,
at á eini fløgu eru nógv fólk, sum
arbeiða við at gera hana góða.
Og tey eiga øll lut í
heiðurslønini. Tá eg nú havi
vunnið sum besta songkvinna, so
er tað bara eg einsamøll og mín
rødd, sum verður vigað og mett
um. So tí hevur hetta ótrúliga
nógv at siga fyri meg, staðfestir
Lena.
- Man hoyrir altíð at Føroyar
eru so lítlar, men her hendir ein
rúgva, so vit mugu ansa eftir ikki
at undirvurdera okkara egna
land. So hóast eg royni at satsa
uttanlands, so vil eg eisini altíð
geva alt her heima.
Og vit kunnu gleða okkum, tí
Lena segði eisini, at tað er nógv
tilfar sum liggur og bíðar nú, og
at hon tí væntandi fer undir eina
nýggja fløgu skjótt.
Tá tað varð kunngjørt, at The
Dreams vórðu ársins bólkur,
vóru tað ikki harðir punkarar, ið
trinu á pallin. Teir vóru nevniliga
staddir á Tvøroyri, har teir skuldu
spæla konsert. Ístaðin høvdu teir
fýra sent mammurnar at taka
ímóti Planet heiðurslønini.
Forsangarin Hans Edward
Andreasen var tó við í telefonini,
og hann var fegin um heiðurin. –
Hetta er ordiliga feitt. Tað er kul
at vera best í Føroyum, og tað er
serliga kul, tí tað er fólkið í
Føroyum, sum hevur stemmað
uppá okkum.
Hann var eisini fegin um árið
um heild. – Í ár er alt kickstartað
hjá okkum, og nú eru vit ordiliga
komnir í gongd. Men sjálvt um
tað hevur verið gott í ár, so
verður tað enn betri næsta ár. Alt
tað besta er eftir enn, segði ein
glaður og vónríkur Hans Edward
Andreasen.
Mammurnar Edith, Malan og
Súsanna vóru ikki minni fegnar.
- Vit eru øgiliga stoltar. Í fleiri
ár hava vit nú lagt oyru og tol til,
men nú hava vit fingið alt aftur í
ríkiligt mát.
Og mammurnar fylgja væl við
synunum í Danmark. Hvønn
fríggjdag er Boogie listin á
skránni, tí tær vilja vita hvat
nummar The Dreams eru.
- Teir eru seriøsir og teir
arbeiða hart, og tí vænti eg, at
teir fara at koma langt, sigur
Súsanna.
Malan skoytir uppí og sigur, at
teir trúgva uppá tað, brenna fyri
tí og so elska teir tónleikin. Og
mammurnar teljast eisini ímillum
størstu fjeppararnar.
Tær eru samdar um, at The
Dreams spæla tónleik fyri øll, tí
teir hava so melodiøs løg. Og –
eins og meirilutin av sms-
atkvøðarunum- dámar teimum
avbera væl teirra tónleik.
Besta songkvinna:
Bara eg og mín rødd…
Besti bólkur ella einstaklingur:
Mammurnar
umboða
Dreymarnar