Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 29. desember 2008 21 tíðindi - Eg hevði satt at siga ikki hugsað so nógv um, at eg var í uppskoti til heiðurslønir. Eg hugsaði mest um, at eg skuldi spæla til tiltakið og framførðslan fylti meiri enn heiðurslønirnar, segði Jens Marni Hansen, tá hann kom av pallinum aftur við eini heiðursløn undir arminum. -Hetta er stuttligt. Og hetta er eisini ein staðfesting av onkrum slag. Man er í øllum førum við í toppinum, tá man kemur við á hesar listarnar, segði Jens Marni. Hann segði, at hann nú hevur spælt í ræðuliga nógv ár, men hóast hann hevur verið við á nógvum útgávum, so hevur hann ongantíð fyrr gjørt sína egnu fløgu. Og tað er helst hon sum gjørdi sítt til, at hann í ár var í uppskoti til tvær heiðurslønir. - Eg kappaðist ímóti nógvum góðum sangarum, sum hava roynt nøkur ting. Eg havi til dømis ongantíð verið uttanlands, sum nógvir aðrir sangarar á listanum. Eg havi ongantíð kunna farið, tí havi ikki havt eina fløgu. Nú er fløgan komin, so nú eru tað nøkur ting, sum bera til. Og eg trúgvi uppá, at tað fer at lata seg gera hjá mær, segði Jens Marni Hansen. Tað var róp og skríggj, tá Faroe Five vórðu kunngjørdar sum ársins nýggi bólkur. - Hetta høvdu vit slett ikki væntað, og tað er tí vit eru so glaðar. Har vóru so nógv góð nøvn, so vit høvdu ikki droymt um, at vit fóru at vinna, søgdu tær fimm ungu songkvinnurnar í Faroe 5, eftir, at tær vórðu kunngjørdar sum besti nýggi bólkur. Tær hava havt eitt strævið og hendingarríkt ár, tí bólkurin varð jú stovnaður fyrr í ár. - Bólkurin er júst stovnaður, men vit hava arbeitt hart og givið fløgu út. Men hetta ger, at man tímir betri. Nú hava vit líkasum fingið viðurkenning. Hetta er gott, segði ein teirra, meðan hinar nikkaðu samtykkjandi. - Hetta kann heilt víst hjálpa okkum víðari. Vit vita enn ikki heilt hvat vit ætla okkum, men vit fara í øllum førum at blíva við í Faroe 5. Og vit eru spentar uppá hvat tíðin fer at bjóða. Tá tær blivu spurdar um hvar heiðurslønin skuldi heingjast, var svarið greitt: ì studio hjá Eyðfinn. -Tað er har alt er hent, so tað er har tað skal hanga, søgdu tær allar sum við ein munn. Til stuttleika kunnu vit nevna, at Ragnhild Dam, ein av teimum fimm songkvinnunum, eisini var til staðar á planet-handanini í fjør. Men tá var hon til arbeiðis í garderobuni –í ár stóð hon sum kunnugt ovast á sigurspallinum. Hon er sostatt enn eitt livandi dømi um, hvussu nógv kann henda upp á bert eitt ár. Besti sangari: Fløgan ger allan munin Besti nýggi bólkur: Ùr garderobuni á sigurspallin