mánadagur 29. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 248 - 29. desember 2008
tíðindi
Serstaka planet-virðislønin varð í
ár latin Onnu Kirstin Thomsen av
Tvøroyri.
Anna Kirstin hevur av sínum
eintingum stríðst leingi fyri
nýggja mentanarhúsinum
”Segloftinum” á Tvøroyri, har
tað hevur verið sera stórt
virksemi. Har hava verið hópin
av konsertum og øðrum
mentanarligum virksemi,
umframt at húsið eisini er eitt
ungdómshús.
Hetta er heldur ikki bara eitt
hvørt hús, men ein sonn perla og
helst nógv tað besta spælistaðið í
landinum. Anna Kirstin gjørdi
eisini gamla handilin hjá
Thomsen á Tvøroyri um til tað
tey kallað ”Pubbina”. Hetta er
eitt sera hugnaligt stað, sum
eisini hevur rúmað hópin av
mentanarligum tiltøkum.
Tað er eisini vert at hugsa um,
at hon hevur megnað at gjørt
hetta á Tvøroyri, sum annars
hevur verið ein mentanarliga
stein deyður býur rættiliga leingi.
Anna Kirstin vann eisini M. A.
Jacobsens virðisløn í ár fyri
mentanaravrik sítt.
Anna Kirstin Thomsen fekk
herðaklappið fyri stóra arbeiðið
hon hevur gjørt fyri tónleikin og
tónleikararnar á Seglloftinum á
Tvøroyri.
- Oyjøssu Kristi navn, hetta er
mestsum ovmikið. Eg eri heilt
rørd, og hetta haldi eg slett ikki,
at eg havi fortjent, var fyrsta
viðmerkingin á rungandi
suðuroyarmáli frá Onnu Kirstin
Thomsen, sum fekk ársins Planet
herðaklapp.
Hon helt eisini, at tað var heilt
ótrúligt at verða bólkað við
øllum teimum evnaríku
tónleikarunum, sum eru í
Føroyum.
- Eg eri ótrúliga stolt av okkara
unga, evnaríka fólki. Fleiri av
teimum hava eisini verið her
suðuri og spælt, og tey eru øll
líka fitt at hava við at gera, sjálvt
um tey eru ymisk.
- Tað er fantastiskt fyri eina
gamla hønu sum meg at vera
saman við ungdóminum. Eg
elski tað. Og eg eri djúpt beærað
fyri hendan heiðurin. Eg eri
himmalglað fyri hetta, segði
Anna Kirstin umvegis telefonina.
Jonhard Hammer, stjóri á
Rás2, var ikki í iva, tá hann
var spurdur, um vit aftur
kunnu vænta okkum eina
Planet-handan komandi ár.
-Ja, vit hava longu sett ein
bólk at arbeiða við tiltakinum
komandi ár. - Tiltakið byrjaði
uppi á Hotel Føroyum, har vit
høvdu tað tvey ár á rað. Ì fjør
fluttu vit tað oman higar í
Miðlahúsið, mest sum eina
neyðloysn, og í ár var tað
aftur ein neyðloysn at hava
tað her niðri, greiðir Jonhard
Hammer frá.
Men komandi ár verður tað
vónandi aftur eitt stórt tiltak.
- Tað hevur stóran týdning
at geva tónleikarunum eitt
herðaklapp og at heiðra tey
bestu. Hetta er gott promotion
og gevur mót til at taka
tónleikin næsta stigi eisini,
sigur stjórin á Rás2.
Herðaklappið:
- Hetta havi je slett ikki fortjent
Grundgevingin fyri
herðaklappinum:
Planet awards
aftur komandi ár