Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 29. desember 2008 23 tíðindi Tá Jens Marni kom upp á pallin fyri aðru ferð leygarkvøldið fyri at taka ímóti virðislønini fyri bestu útgávu 2008, nýtti hann høvi at takka konuni og framleiðaranum av fløguni. - Hetta var ikki verri. Eg eri ótrúliga væl nøgdur. Bara at koma við á listan er stórt, og so at vinna báðar prísirnar, tað er fantastiskt. Jens Marni dugdi ikki at taka dagar ímillum hvønn prís hann var glaðari fyri. - Tað er heilt klárt ein samanhangur ímillum hesar prísirnar. Av tí at útgávan er so góð, eri eg eisini komin í uppskot til besta sangara, tey tingini hanga saman. Jens Marni hevði tó ikki høvi at njóta sigurin, tí eftir tiltakið í Miðlahúsinum fór hann beint til arbeiðis. Hann skuldi nevniliga spæla í heimbygdini Kollafirði seinni um kvøldið. Sum siður er á tónleikahandanum, var eisini ein Planet latin fyri ársins besta útlendska navn. Eingin ivi var um hvør skuldi vinna hendan heiðurin, tí Coldplay kom klárt inn á fyrsta plássið. Teir møttu tó ikki í Miðlahúsinum fyri at taka ímóti Planet virðislønini, og ístaðin var tað Eirikur Lindenskov frá Sosialinum, sum fekk heiðurin at trína á pallin í staðin fyri Coldplay. Besta útgáva: - Hetta var ikki verri Àrsins ùtlendska navn: Coldplay møtti ikki upp