Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 - Neyðugt er at taka umboð fyri láglønt við upp á ráð, tá skipanir skulu smíð- ast, sum láglønt eru partur av, heldur Jan Højgaard Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsfundinum í morgun ásannaði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at enn er langt á mál hjá fiskimonnum við eini nøktandi eftirløn. - Tað hevur leingi ljóðað, at nú skal ein eftirlønarskipan skipast fyri allar føroyingar, men enn er henda skipan ikki sett í verk. Felagsformaðurin segði seg vóna, at tey, ið smíða eina slíka skipan, hugsa um tann partin av fólkinum, sum ikki hevur eftirløn. Stórur vandi Jan segði seg síggja ein stóran vanda í, at tað eru fólk, sum sjálvi sita við stórari almennari løn um- framt eftirløn, sum einsa- møll sita og smíða eina eftirlønarskipan fyri allar føroyingar. - Eg hugsi um vandan, tá slík fólk mangan hava ilt við at seta seg inn í støðuna hjá lágløntum við lítlari ella ongari eftirløn. Jan Højgaard helt, at tað hevði gagnað øllum best, um umboð fyri láglønar- bólkar eisini vóru við í arbeiðnum at smíða eina eftirlønarskipan í Føroyum. Nevndin í Fiskimanna- felagnum hevur gjørt av at teknað sína samlagstrygging hjá ALKA í Danmark og tekur soleiðis sína trygging úr LÍV Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sínari ársfrágreiðing til landsfundin í dag ásannar formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag, Jan Højgaard, at árið í ár hevur verið buldrasligt hjá felagnum. - Meðan orrustur eru, er ikki lætt at fáa sosialar skipanir at virka. Vit hava tó roynt alla tíðina, og nú sær út til, at glið er komið á eitt nú samlagstryggingina. Jan Højgaard sigur, at seinastu 18 mánaðirnar hev- ur Fiskimannafelagið sam- ráðst við trý feløg um samlagstrygging, og millum hesi er eitt danskt felag. - Henda trygging er ikki partur av lógarkravdu tryggingini, men er ein trygging, sum FF sjálvt hevur teknað. Í nøkur ár hava vit havt samlags- trygging hjá LÍV, og hetta er tann trygging, sum hevur virkað best. Felagsformaðurin ásannar kortini, at felagið ikki hevur verið nøgt við gjøgnum- skygnið í roknskapinum hjá LÍV, har felagið kundi hugs- að sær at fingið ein meira útgreinaðan roknskap. Trygging í ALKA Samlagstrygging er ein trygging, ið tryggingar- takarin sum oftast kann seta saman, sum viðkomandi sjálv/ur ynskir. Hinvegin verður lógarkravda trygg- ingin smíðað av lóggávu- valdinum. Nú hevur nevndin í Fiskimannafelagnum so gjørt av at tekna sína samlagstrygging hjá danska felagnum ALKA, har fleiri onnur føroysk fakfeløg eisini hava sína trygging. Á landsfundinum í morg- un upplýsti Jan Højgaard, at fiskimenn fara at gjalda seks krónur meira fyri hvønn mynstraðan dag á sjónum, enn teir hava gjørt áður. - Gjaldið fer soleiðis úr 17 upp í 23 krónur um dag- in, segði felagsformaðurin. FF teknað trygging hjá ALKA Limirnir í Føroya Fiskimannafelag flyta nú sína samlagstrygging – úr LÍV og í ALKA Mynd: Rógvi K. Mouritsen. FF: Langt er á mál við eftirløn Tað er fakfelagsrørslan, sum eigur tryggin- garfelagið ALKA, ið hevur meira enn 100 ára royndir í sínum virksemi. Felagið varð stovnað í 1903 av fakfe- lagsleiðarum og hevði tá navnið Arbejdernes Livsforsikringsselskab. Seinni fekk felagið navnið ALKA. ALKA er tryggingarfelagið hjá fakfelagsrørslu- ni, og sambært heimasíðuni eru tað felagsska- pir og fyritøkur í Danmark, Svøríki og Noregi, sum eiga felagið. FAKTA Carlton – ein beiskur biti Pelagiska skipið Carlton var Fiskimannafelagnum ein beiskur biti, sum formaðurin tók til í ársfrágreiðing á lands- fundi í morgun. – Støðan umborð var hon, at manningin ikki orkaði ta viðferð, sum teir fingu frá reiðarínum, sum heilt opinlýst breyt sáttmálan. Reiðarin, sum í veruleikanum bara ger tað, sum norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, gevur honum boð um, var alment frammi og segði, at hann var greiður yvir, at reiðaríið hevði brotið sátt- málan við FF. Jan Højgaard segði í morgun, at málið snúði seg bæði um sáttmálabrot og lógarbrot í fleiri førum. Málið varð tískil bæði meldað til fútan og Skipaeftirlitið. – Men til stóra undran fyri tey sum hildu, at vit hava rættartrygd í Føroyum, gjørdu hvørki fútin ella Skipaeftirlitið nakað sum helst við málið. Felagsformaðurin segði seg vóna, at slíkt ikki endurtekur seg aftur. – Málið er so upplagt, at vit ikki kunnu tapa tað í rættinum – uttan at okkurt ólógligt verður nýtt ímóti okkum, segði Jan Højgaard - Tað er ein vandi í, at fólk við góðari almennari løn og eftirløn smíða skipanir fyri láglønt við lítlari ella ongari eftirløn, segði Jan Højgaard á landsfundi í morgun Mynd: Jens Kr. Vang