Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2008 - Reiðarar mugu eisini taka sín part av ábyrgdini fyri, at menn ikki fáa útgjald úr ALS, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum í morgun viðgjørdi felagsfor­ maðurin eisini Arbeiðs­ loysisskipanina. ­ Enn hava vit ikki fingið skil á ALS. Hetta er fyri ein part grundað á fordómar og vantandi politiskan vilja. Jan Højgaard segði, at FF fleiri ferðir hevur verið á fundi við myndugleikarnar um ALS, men annað enn gylt lyfti er tað ikki blivið til. Hann segði, at eitt tað mest skuffandi í hesum sambandi var ein fundur, sum felagið hevði við táverandi landsstýrismannin um ALS. ­ Her lovaði lands­ stýrismaðurin – við himmal­ vendum eygum – at nú skuldi hann fáa ALS í rættlag. Men tá hesin løtu seinni kom niðan í tingið, vísti tað seg, at hann ikki helt orð, men hevði sagt ósatt fyri okkum. Jan segði, at í eini handavend helt sami lands­ stýrismaður ikki, at fiski­ menn hava rætt til útgjald úr ALS. ­ Uppskotið, sum hesin sami landsstýrismaður nú bar niðan í tingið, var ein háðan móti fiskimonnum. Reiðarar ábyrgd Felagsformaðurin segði í morgun, at reiðarar eisini mugu taka sín part av ábyrgdini av, at fiskimenn ikki fáa útgjald úr ALS. ­ Í fleiri førum nokta reiðarar at siga menn upp, hóast skipið er lagt. Hann segði, at Fiski­ mannafelagið eisini hevur dømir um, at reiðarar blíva við at halda upp á fólkið, tó at smá – ella eingi – útlit eru til, at skipið loysir aftur í bræði. ­ Hetta verður gjørt á tann hátt, at reiðarar í vikur kunnu siga, at nú verður tað heilt skjótt, at skipið loysir aftur, men so verður ikki loyst kortini. Jan Højgaard segði, at enn bíða fiskimenn eftir eini skilagóðari og rættvísari loysn í málinum um ALS. - Tað er komið arbeiðsgevarum bæði á sjógvi og landi dátt við, at fiskimenn og arbeiðarar nú standa saman sum ein eind, sigur Jan Højgaard Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Høj­ gaard, segði á landsfundi í morgun, at Samtak er størsta frambrot hjá felag­ num í nýggjari tíð. ­ Samtak er stovnað við tí endamáli at byggja upp álit millum fakfeløg og fyri at vinna og verja rættindi hjá løntakarum. Her verður dentur lagdur á at virka sum ein eind. Felagsformaðurin helt, at fakfeløg í alt ov mong ár hava latið kreftir uttanífrá sett feløg upp ímóti hvørjum øðrum. ­ Úrslitið hevur verið, at vit hava gingið í smáum bólkum, og hetta hevur verið við til at gjørt okkum veikari. Størri ávirkan Jan Højgaard vísti á, at sum ein stórur bólkur hevur Samtak longu havt stóra ávirkan á okkara fólkavaldu, tí her eru, sum hann tók til, nógvar atkvøður at heinta. ­ Vit hava longu nú staðfest, at tað er komið arbeiðsgevarum bæði á sjógvi og landi dátt við, at vit nú standa saman sum ein eind. Sum dømi um styrkina í hesum samanhaldi, vísti Jan Højgaard á stríðsmálið um pelagiska skipið, Carlton. ­ Her steðgaðu okkara “sameindu” skipinum at landa í Fuglafirði, legði felagsformaðurin aftrat. Hava ikki fingið skil á ALS Samtak eitt stórt frambrot Landsfundur FF’s hevur í mong ár ligið millum jól og nýggjárs, tá flestu fiskimenn eru heima Mynd: Jens Kr. Vang Á landsfundi í morgun, næstformaðurin í Fiski­ mannafelagnum, Eyðun Johannesen og Karl Isaksen, sýsluformaður og stjórnarlimur Mynd: Jens Kr. Vang Onkur ynski vóru óetisk Fyri eini tíð síðan gjørdu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag av at framleingja sáttmálan millum partarnar í eitt ár. Á landsfundinum í morgun nam felagsformaðurin við samráðingarnar og segði, at Reiðara­ felagið hevði fleiri krøv – og tað sama hevði Fiskimannafelagið. – Okkurt ynski var so óetiskt, at tað hevði verið til stóran báða fyri okkara umdømi. Jan segði, at Reiðarafelagið royndi at trýsta Fiskimannafelagið at fáa mann­ ing umborð á skip fyri lítla og onga løn. – Hesum vístu vit sjálvandi aftur, tí søgan sigur okkum, at einki sam­ felag hevur nakrantíð blómað av at hava trælalíknandi skipanir. Haraftrat eigur einki sunt samfelag at góðtaka mismun á fólki. Felagsformaðurin segði, at Reiðarafelagið eisini ynskti at fáa trolaraflotan niður á 22% og línu­ flotan niður á 40%, men slíkt kundi Fiskimannafelagið slett ikki ganga við til. – Vit høvdu hinvegin ynski um at hækka hýruna hjá línuskipum upp í 45%, sum vit halda hevði verið rímiligt støði. Vit høvdu eisini ynski um at stytta túralongdina – og at fáa eina munandi betri eftirløn, segði Jan Højgaard.