mánadagur 29. desember 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 248 - 29. desember 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Strævna jólaskráin
hevur ofta verið avger
andi í Premier League.
Hesa ferð nýtti Liver
pool høvið til at
nærkast sínum fyrsta
meistaraheiti í 19 ár
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við bert tveimum daga
millumbili vann Liverpool
fyrst 3-0 á Stoke, áðrenn
teir í gjár knústu Newcastle
við heili 5-1 á St. James’s
Park í Newcastle.
Samstundis
snávaði
Chelsea, tá teir bara fingu
javnleik móti Fulham, og tí
er leiðslan hjá Liverpool nú
komin upp á trý stig. Og so
er vert at hava í huga, at av
teimum 20 dystunum, sum
Liverpool hevur spælt í
Premier League hetta kapp-
ingarárið, hevur Fernando
Torres bert verið partur av
teimum níggju. Og eydnast
tað Liverpool at fáa vanda-
mikla harran púrasta kláran,
so hann mest sum púrasta
feskur kann gerast partur av
einum endaspurti, har aðrir
møðast, kann hann væl
gerast avgerandi trumfurin
í stóru kapprenningini.
Gerrard toppar
Fótbóltur er eitt liðspæl, men
tað er ikki minst stórspælandi
Steven Gerrard at takka, at
Liverpool
støðugt
hevur
hildið momentinum í ár.
Móti Newcastle var lið-
skiparin snøgt sagt flúgv-
andi. Hann sat á mest sum
øllum á miðvøllinum, og
við tveimum málum og
upplegg til tvey onnur var
eingin ivi um, hvør spælari
skuldi fáa heiðurin sum
Man of the Match.
Og Newcastle-venjarin,
Joe Kinnear, var heldur ikki
seinur at rósa Liverpool og
Gerrard.
- Hetta var einvegis, tí
teir eru eitt lið í heimsflokki.
Teir vóru snøgt sagt nógv
betri enn vit, og dysturin
vísti, hvussu langt vit enn
eru aftan fyri eitt lið sum
Liverpool.
- Og Gerrard sýndi eitt
tað besta avrikið, sum eg
havi sæð í longri tíð. Hann
var snøgt sagt framúrskar-
andi, segði Joe Kinnear.
Meistararnir eru
avbjóðarar
Javnleikurin hjá Chelsea
sunnudagin tykist vera bert
enn eitt vónbrot av fleiri
seinastu tíðina.
Og tað gevur ábendingar
um, at skal Liverpool fang-
ast, so mugu tað verða
meistararnir úr Manchester
United, sum standa fyri
hesum.
Roknað í mistum stigum,
so er Manchester United
bert eitt stig aftan fyri
Liverpool. Munurin er tó,
at Manchester United hevur
spælt tríggjar dystir færri
enn Liverpool, og sum Sir
Alex Ferguson so mangan
hevur sagt, so er tað ein
munandi hugabetri støða,
um tú hevur spælt – og
vunnið – dystirnar, heldur
enn at eiga teir til góðar.
Trýstið er í øllum førum
sera stórt á Manchester
United. Í kvøld spæla teir
heima móti Middlesbrough,
og eftir at komandi viku-
skiftið er sett av til FA-Cup
fótbólt, skal Manchester
United á heimavølli takast
við Chelsea. Og eingin ivi
er um, at tey í Liverpool tá
spent fylgja við, hvussu
leikur fer.
Liverpool fitaði
seg á jólum
Steven Gerrard var í heimsflokki, tá Liverpool hølvaði
Newcastle ígjøgnum sunnudagin. Her er Liverpool-skiparin í
ferð við at renna frá Fabricio Colocinni
Mynd: Polfoto/AP
21. desember
WBA-Manchester City
2-1
Newcastle-Tottenham
2-1
Arsenal-Liverpool
1-1
22. desember
Everton-Chelsea
0-0
26. desember
Stoke-Manchester United
0-1
Portsmouth-West Ham
1-4
Chelsea-WBA
2-0
Tottenham-Fulham
0-0
Wigan-Newcastle
2-1
Liverpool-Bolton
3-0
Manchester City-Hull
5-1
Middlesbrough-Everton
0-1
Sunderland-Blackburn
0-0
Aston Villa-Arsenal
2-2
28. desember
Newcastle-Liverpool
1-5
WBA-Tottenham
2-0
West Ham-Stoke
2-1
Arsenal-Portsmouth
1-0
Bolton-Wigan
0-1
Everton-Sunderland
3-0
Fulham-Chelsea
2-2
Blackburn-Manchester City 2-2
29. desember
Manchester United-Middlesbrough
30. desember
Hull-Aston Villa
Úrslitini um jólini