Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 248 - 29. desember 2008 ] AB hevur keypt AaB álopsspælaran Simon Bræmer, sum harvið verður nýggjur kappingarneyti hjá Christian Høgna Jacobsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stutt fyri jól ljóðaði frá AB, sum hevur Christian Høgna Jacobsen millum álops­ spælararnar, at felagið fór at keypa framrættaðar spælarar, sum hava víst, at teir eru førir fyri at standa seg í superliguni. Nú er fyrsta staðfestingin av at gera hesi orð til veruleika vorðin veruleiki. AB hevur í dag boðað frá, at felagið hevur keypt Simon Bræmer, sum hevur spælt við danska meistara­ liðnum AaB, har sáttmála­ skeiðið hjá honum verður liðugt nú á nýggjárinum. Simon Bræmer hevur spælt 68 dystir á besta AaB liðnum, og hann hevur skorað 22 mál. Hann hevur spælt á U­16, U­18 og U­ 21 landsliðunum. Nýggi kappingarneytin hjá Christiani Høgna Jacob­ sen fer til arbeiðis í AB beinanvegin eftir nýggjár, og hann sigur seg vera spentan: ­ Eg skifti til AB, tí eg ynski at spæla á hægsta støði. Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt at skifta til AB, sum jú spælir í 1. deild. Men AB hevur sannførandi ætlan um, hvussu felagið ætlar longu í 2010 at verða partur av bestu deildini, sigur Simon Bræmer við heimasíðuna hjá AB. ­ Leiðslan ynskir at fáa spælarar til felagið, sum hava møguleikar at standa seg í SAS liguni, og sum hava royndir av at spæla í bestu deildini. At teir hava skrivað undir sáttmála við meg vísir, at leiðslan tekur í álvara tað, sum teir hava sagt. Eg gleði meg heilt nógv til nýggju avbjóðing­ ina, sigur Simon Bræmer, sum í heyst hevði ilt við at vinna sær fast pláss á besta AaB liðnum. Fótbóltssambandið hevur gjørt avtalu við havnarfeløgini um, at steypafinalan 2009 verður spæld á ólavsøku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at finaludysturin tey bæði seinastu árini hevur verið spældur á heysti, verður talan í 2009 aftur um ólavsøkufinalu. Orsøkirnar til hetta eru tvinnar, sigur Sveinur Tróndarson, formaður í kappingarnevndini hjá FSF. ­ Í fyrsta lagi verður kapp­ ingin í ár skipað soleiðis, at summarfrítíðin er frá sein­ ast í juni til á leið 20. juli. ­ Harnæst hevur UEFA eisini broytt sínar kapping­ ardagar, soleiðis at seinna undankappingarumfar er liðugt longu 22. juli. ­ Hetta ber við sær, at tað havnarfeløgini, sum jú eiga rættin at spæla í Gundadali á ólavsøku, neyvan hava nakran sum helst møguleika at spæla nakran steypadyst á ólavsøku. Vit hava tí havt fund við feløgini, og við teirra samtykki er nú greitt, at ólavsøkan aftur verður karmur um steypafinaluna, sigur Sveinur Tróndarson. ­ Hendir tað so, at eitt føroyskt lið hevur spælt seg víðari til 3. umfarið í europiskum høpi, sam­ stundis sum liðið skal spæla finalu á ólavsøku, standa vit sjálvandi við einum trupulleika. Men tá vildi eg sagt, at hetta er ein av tí heilt positiva slagnum, og so mugu vit taka støðu til hetta til ta tíð, sigur Sveinur Tróndarson. Steypafinalan verður á ólavsøku Eftir at finalan tvey ár á rað er spæld um heystið, verður tað nú aftur ólavsøkan, sum verður karmur um løgmansdystin. Ólavsøkudagur, 29. juli, verður aftur finaludagur í 2009 Meistari bjóðar Christian Høgna av Simon Bræmer hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á superliguliðnum hjá AaB, og hann sigur seg gleða seg til nýggju avbjóðingina í Frem Undri flytur upp Stutt undan jólum fekk Undri FF boð um, at felagið spælir í triðbestu deildini í komandi kappingarári. B36, sum gjørdist nummar tvey í 3. deild, hevur longu lið í 2. deild, og Skála, sum gjørdist nummar trý, hevur borið seg undan at flyta upp. Tí verður tað ístaðin Undri, sum flytur upp í 2. deild saman við B71, sum vann kappingina í 3. deild. Nýggj FIFA-góðkenning Ovari vøllur í Gundadali í Havn hevur fingið FIFA góðkenning á øðrum sinni. Tað staðfestir Joseph S. Blatter, forseti í FIFA, í brævi til Tórshavnar kommunu um jólini, veit heimasíðani hjá kommununi, torshavn.fo, at siga. Góðkenningin, sum fyrstu ferð varð latin Tórshavnar kommunu í vár, er galdandi eitt ár í senn. Nýggja góðkenningin førir við sær at til og við 30. november 2009 kunnu altjóða dystir leikast á graslíkisvøllinum í Havn. FIFA góðkenningin setir samstundis Tórshavnar kommunu krøv at røkja vøllin væl, skal hann framhaldandi vera í fremstu røð, tá umræður altjóða fótbóltsdystir. Hvørt ár metir FIFA um støðuna. Ovari vøllur í Gundadali í Havn er einasti graslíkisvøllur í Føroyum, sum lýkur krøvini hjá FIFA, og í ár hava NSÍ, HB og B36 spælt altjóða dyst á graslíkinum. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Liverpool 20 13 - 6 - 1 35 13 22 45 2 Chelsea 20 12 - 6 - 2 40 9 31 42 3 Man Utd 17 10 - 5 - 2 28 10 18 35 4 Arsenal 20 10 - 5 - 5 33 23 10 35 5 Aston Villa 19 10 - 5 - 4 32 22 10 35 6 Everton 20 9 - 5 - 6 27 25 2 32 7 Wigan 19 8 - 4 - 7 24 21 3 28 8 Hull 19 7 - 6 - 6 28 36 -8 27 9 Fulham 19 6 - 8 - 5 18 14 4 26 10 West Ham 20 7 - 4 - 9 24 28 -4 25 11 Bolton 20 7 - 2 - 11 22 28 -6 23 12 Portsmouth 20 6 - 5 - 9 21 33 -12 23 13 Man City 20 6 - 4 - 10 38 30 8 22 14 Newcastle 20 5 - 7 - 8 26 32 -6 22 15 Sunderland 20 6 - 4 - 10 21 29 -8 22 16 Tottenham 20 5 - 5 - 10 20 25 -5 20 17 Middlesbr. 19 5 - 5 - 9 17 28 -11 20 18 Stoke 20 5 - 5 - 10 18 33 -15 20 19 Blackburn 20 4 - 6 - 10 22 36 -14 18 20 WBA 20 5 - 3 - 12 16 35 -19 18