Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 248 - 29. desember 2008 Enn einaferð er frí fostur­ tøka frammi í almenna kjakinum – hesaferð er tað landsins hægsti og tignar­ ligasti, sum er forsprákari. Umframt at vera eitt sera viðkvæmt og kensluborið evni, er fosturtøka eisini eitt ógvuliga samansett og stórt álvarsmál, ið nemur við nógvar djúptøknar og grundleggjandi spurningar – persónligar eins væl og samfelagsligar. Sum oftast er tað á tí persónliga og kensluborna planinum, at kjakast verður, men í hesi greinini havi eg hug at vísa á samfelagsligar avleiðing­ ar av fríari fosturtøku. Samfelagslig árin Hvønn týdning hevur frí fosturtøka fyri eitt land ella eina tjóð? Ofta eru vit so ómetaliga fokuserað uppá eina einstaka kensluborna hending – og tað eiga vit sjálvsagt eisini at vera – at vit gloyma at hyggja at heildini og hugsa um, hvussu samfelagsligi stand­ urin kann verða nøkur ár inni í framtíðini. Í vár og tíðliga í summar varð nógv tosað um, hvussu fólkatalið í flestu europisku londunum fer at minka heilt nógv í kom­ andi árum. Eisini varð umrøtt, hvussu tey, sum nú koma upp í pensjónsaldur, munnu fara at klára seg fíggjarliga. Alt ov fá fólk í arbeiðsførum aldri eru at bera fíggjarligu byrðarnar í vælferðarsamfelagnum – her varð serliga hugsað um, at tey gomlu kundu fáa ein sømiligan aldurdóm. Hvussu ber tað til, at støðan er, sum hon er, í so nógvum londum? Jú, við nógv betraðum livikorum, betri heiligvági o.s.fr. ger­ ast tey eldru fleiri og fleiri, og tað er bara at fegnast um, men stóri trupulleikin er, at alt ov fá børn verða fødd. Grundirnar til tað eru ivaleyst fleiri, men frí fost­ urtøka er so heilt avgjørt ein av týdningarmiklastu faktorunum í hesum – um ikki tann mest týdningar­ mikli. Latið okkum hyggja at nøkrum ræðandi fostur­ tøkutølum úr Danmark. Ræðandi donsk tøl Hyggja vit at donsku fost­ urtøkutølunum, mugu vit ásanna, at tað er skelkandi lesnaður. Í Sundhets­s­tyrel­ s­en árg. 11, nr. 11, 8. maj 2007 er ein hagtalslisti yvir fosturtøkur frá 1974 til 2006. Verða hesi tølini løgd saman við tølunum frá 2007 og 2008, har mett verður, at umleið 15000 fosturtøkur eru framdar um árið, fáa vit eitt tal, sum er 681.841 fosturtøkur síðani 1974. Loyva vit okkum so at meta um óskrásettar fosturtøkur tey síðstu 35 árini, munnu vit rættiliga skjótt koma upp á einar 700.000 fosturtøkur. (Tá eru tað tey, sum halda, at tað eru mangar ferðir fleiri). Horvna milliónin Draga vit 25 ár frá 2008, koma vit til 1983. Verða fosturtøkutølini frá árunum 1974­1983 løgd saman, síggja vit, at 240.514 fosturtøkur vórðu framdar hesi árini. Taka vit 90% av hesum 240.514 fosturtøk­ unum, fáa vit eitt tal áljóð­ andi 216.462. Siga vit, at hesi fostrini vóru vaksin fólk í dag, antin sum gift, sambúgvar ella annað, og at tey høvdu fingið 1,75 barn í miðal, vóru 189.404 fleiri børn fødd. Tað vil siga, at í Danmark eru 682.841 menniskju + 189.404 menniskju, sum tilsamans geva 831.245 menniskju, ikki til í dag. Hvør ein ræðandi hugsan. Horvnu uml. 600.000 Nýta vit somu útrokningar fyri Noreg eru meir enn 600.000 menniskju ikki til í dag. (kelda: Statisk sentralbyrå) At hugsa sær, at nærum ein fimtipartur av donsku tjóðini ikki eksisterar í dag. Átti hetta ikki at fing­ ið allar avvarðandi mynd­ ugleikar og alt Føroya fólk at vakna til álvara? Her er okkurt rívandi galið! Hvat hendir? Føroya fólkavaldu menn og kvinnur og Før­ oya fólk, eru tað hesar omanfyri nevndu tilstandir, vit ynskja okkum í Føroyum? ”Elt ikki altíð sum fyri er slóðað” Síðstu árini hevur orðið, globalis­ering, aftur og aftur rungað í fjølmiðla­ heiminum, og vit verða javnan mint á, at soleiðis ella soleiðis gera tey aðra­ staðni! Vit mugu fylgja við! Vit eru eftirbátar! Á summum økjum er ivaleyst gott við broyting, men latið okkum í nevndu søk ikki gera, sum øll hini. Latið okkum vera vís og taka hesi kendu orðini til eftirtektar: “Elt ikki altíð sum fyri er slóðað!”. R. Effersøe Vit føroyingar mugu ikki vera so fákunnugir at halda, at bróta vit náttúru­ lógirnar, at tað so ikki bítur okkum so dyggiliga aftur í halan. Hugsa vit um fiski­ vinnuna ella fuglatilfeing­ ið, har vit og skil siga okk­ um, at verða grunnar og bjørg trároynd, og stovnar­ nir ikki longur burðardygg­ ir, ja, so fær tað vanlukku­ ligar fylgjur. Sanniliga er tað eisini so, tá tað um menniskjalív umræður. Latið ongan føroying halda, at tað ikki fær ómeta­ liga álvarsamar fylgjur, fara vit lætt um lívið hjá hvørjum einstøkum menn­ iskja, tað veri nevnt fostur, barn, ung ella tilkomin. Virðing og tó... Eg havi størstu virðing fyri grannatjóðum okkara í surði og í eystan, men latið okkara lítlu føroysku tjóð ikki detta í somu grøv, sum tær, hvat fosturtøku viðvík­ ur. Soleiðis at vit ikki eina­ ferð í árunum, sum liggja fyri framman, fara at spyrja: “Hvar eru horvnu børn okkara?” Eitt, sum ikki kann reingjast, vendast ella drag­ ast er, at ikki eitt einasta menniskja, ið er borið í henda heim, byrjaði lív sítt í 12., 18. ella 28. viku. Latið okkum í ramasta álvara og umhugsni spyrja og taka til eftirtektar: ”Hvar eru teir 1.000.000 danskarnir? ”Hvar eru teir 600.000 normennirnir? Latið okkum føroyingar ongantíð uppliva høvi at spyrja: ”Hvar eru teir horvnu føroyingarnir” ”Fram tí, frændur, latið forna megi rudda breyt um fold og skeiðaslóð, So skal gríma (lýsna) fyri nýggjum degi, Nýggja øldin roynast okkum góð” J. Pæturs­on. Øllum verður ynskt eini hugnalig og góð jól, og eitt av Harranum signað nýggjár. “Gud signi mítt føðiland Føroyar”. Hvar er hin horvna milliónin? Jógvan Páll Sevdal Nei Helgi, blokkniður­ skurður í 2001 kann ikki brúkast sum umbering fyri herferðina hjá Sam­ bandsflokkinum móti pensjónistunum, ella raðfestingarnar hjá samgonguni til fíggjar­ lógina 2009 Vit høvdu eina ABC samgongu, ið endaði 4 ára valskeið sítt í januar 2004. Samstarvið endaði tó í desember 2003 við ruðu­ leika og innanhýsis skuld­ setingum. Tað varð ógjør­ ligt at gera arbeiðið liðugt, tá Jóannes Eidesgaard løg­ maður frá tingsins røðara­ palli fráboðaði dagin, løg­ tingsvalið skuldi verða. Harvið bleiv møguleikin, at skunda nøkur álvarsmál ígjøgnum í tólvta tíma, burtur. Eftir valið vórðu nakrir CHE­turbulentir mánaðir, ið førdu til eina “undir­ skrifts­seancu” við D. Fáar dagar seinri endaði hesin glæntrileikur við, at eitt fult glas rann yvir, tá polit­ iska hurðin í Tinganesi fór í baklás. Eftir hesa hending reis ABC aftur úr kavi, á sama hátt sum fuglurin Fønix. Søgan endurtekur seg, og nú síggjast fruktirnar. Sambandsflokkurin umsitir almannamál. Tað ber ikki til at skylda upp á nakran annan, tí tað er ongum øðrum at takka uttan Rósu Samuelsen og Sambandsflokkinum, at pensjónistarnir einsamallir skulu bera byrðarnar í fyrsta fíggjarliga nosinum, tí tað er har, raðfestingin er gjørd. Undanmaðurin hevði neyvan latið hetta gingið. Tað var hann, sum við uppsagnarhóttanini hang­ andi yvir høvdinum, segði tey kendu orðini, tá sparast skuldi á almannaøkinum: “Forget it”, Tað er eingin rættvísger­ ing at økja íløgurnar við hundraðtals milliónum komandi árini, samstundis sum fráboðað verður ein møgulig komandi fíggjar­ lig ístíð. Einastu framløgdu og samtyktu lógaruppskot­ ini, ið skulu bjarga sam­ felagnum, eru trý lógarupp­ skot til sparingar, 44, 45 og 46. Grundgevingin er, samfelagið megnar ikki at bera rakstrarútreiðslurnar fyri komandi ár til endur­ rindan av heiluvásgskostn­ aði, dagtilhaldum og prís­ talsreguleringini av pensjónunum, tilsamans áleið 10 milliónir. Helgi hetta er vánaligt, sera, sera vánaligt. Tað kunnu tú og øll samgongan, sum í hesum máli stóð øksl við øksl og fullkomuliga samd, ikki á nakran hátt tosa tykkum frá. Í pensjónistamálinum eru tað samgongulimir, ið hava sovið í tímanum, ikki formaður Sjálvstýrisflok­ sins (hóast svøvngávurnar hjá honum munnu vera av teimum allarbestu). Hendan óbótagerðin, ið bleiv framd móti føroysk­ um pensjónistum miðan desember 2008, skal ikki fáa loyvi at verða tagd burtur, ei heldur hyljast í átta ára gomlum royktámi. Tingmanning Sjálvstýris­ floksins fer at gera tað ið gerast kann, at halda lyftini í valskránni, ið varð borin í hvørt hús í landinum. Føroyar s­kulu tryggja øllum góð kor. Stakir uppi­ haldarar, les­andi, pens­jon­ is­tar og tey, ið bera brek, s­kulu kunna s­tøðas­t í land­ inum. Øllum mugu tryggj­ as­t nøktandi pens­jóns­­ rættindi. Viðmerking til lesarabræv frá Helga Abrahamsen tingmanni Sambandsfloksins løgtingsmaður Kári P. HøJgaard viðmerkingar