mánadagur 29. desember 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 29. desember 2008
29
Sum yrkisfelag hjá 7 av 8
teirra, ið hava fingið
hoyringsskriv um
uppsøgn, vil Starvs
mannafelagið koma við
hesi almennu áheitan:
Starvsmannafelagið harm
ast almikið, at tað skuldi
koma so vítt, at limir okk
ara hava fingið hoyrings
skriv um uppsøgn handað.
At skerja ein stovn, ið
frammanundan er skorin
inn á bein og longu í dag
tørvar fleiri starvsfólk, er
høpisleyst. Hevur verið
trupult at røkt skyldurnar
áður, so hvanan verri her
eftir, verður avgerðin ikki
endurskoðað.
Kringvarp Føroya, okk
ara einasti almenni fjøl
miðil, ið skal virka óheftur
og borga fyri dygd og um
boða okkum øll á ein nøkt
andi hátt, tolir als ikki hesa
skerjing!
Tey starvsfólk, ið nú sita
við hesum skrivum um høg
tíðina, hava tænt stovnin
um í mong ár og hava ikki
uppiborið hesa lagnu.
Flestu teirra hava fá ár
eftir á arbeiðsmarknaðinum
og er hetta vána tøkk at
bera teimum, ið hava
grundlagt og bygt upp
útvarp og sjónvarp okkara.
Hvat er endamálið við
ikki at vilja stuðla okkara
einasta almenna miðli?
Er tað at skerja frælsan
tíðindaflutning?
Er tað at niðurpína
programvirksemið, sum er
meginparturin av sendi
tíðini og týðandi partur av
Public Service skylduni?
Er tað at vísa, at tað
almenna torir at skerja
almenn størv, nú privatu
virkini tíverri hava verið
noydd at skerja teirra
starvsfólkahóp?
Er tað ikki ein alneyðugur
glotti í hesum tíðum, at vit
hava tíðindi og sendingar at
varpa ljós á viðurskifti, ið
hava okkara allra áhuga og
kunnu vera við at broyta og
betra um støðuna?
Er kunning og at grava
eftir orsøkum til viðurskift
ini ikki ongantíð tíðningar
miklari enn í truplum
tíðum?
Eftirlit og stýring av
almennu íløgunum og
raðfestingunum er prógvað
so neyðug sum aldri áður,
og her tørvar okkum eitt
vælmannað Kringvarp.
Er okkara 4. statsvald
veingjaskert, tess minni
alment eftirlit og møgu
leikar at fáa til vega neyð
uga kunning til broytingar
møguleikar.
Starvsmannafelagið
heitir tí inniliga á tykkum,
um at finna aðra loysn enn
at siga starvsfólki upp.
Hesar tíðir eru eisini
serstakliga lítið hugaligar
at verða sendur út í starvs
loysi ikki at tað nakrantíð
er tað. Ikki tykkum at siga,
so hevur missur av sínum
starvi, stóra ávirkan á tann
einstaka og eisini sam
felagsliga kann tað fáa
djúptøknar avleiðingar.
Tær avleiddu avleiðingar
nar, kunnu kosta okkum
øllum so mikið meira.
Í mun til tað konkreta, ið
tey sjey hava skrivað í vala
skrivinum til Kringvarps
stýrið, verður m.a. víst á,
at samstundis sum tey hava
fingið hoyringsskriv, so
verður sókt eftir journalisti
at seta í seinasta lagi
01.02.09
Hetta kann ikki vera
rætt.
At siga dugnaligum fólki
úr starvi og so søkja eftir
øðrum?
Alt annað enn at strika
hasa lýsing er burtur úr
vón og viti!
Og merkir hetta í roynd
og veru, at tað er peningur
tøkur, hóast alt?
Eisini vísa tey á, at ikki
er roynt at kanna møgu
leikarnar fyri størvum í
niðursettari tíð ella øðrum
møguleikum, ið eru verdir
at troyta, áðrenn fólk fáa
hoyringsskriv um uppsøgn.
Harafturat vil Starvs
mannafelgið viðmerkja at
sparingin fyri 2009 við at
handa hesum 8 hoyrings
skriv um uppsøgn, er ser
stakliga avmarkað.
Tey hava øll starvast so
leingi hjá Kringvarpi Før
oya, at tey hava øll fulla
uppsaganrtíð. Henda er 6
mánaðir umframt fulla
summarfrítíð og 6. frívik
una og onnur gjøld, sum
avspáking v.m.
So sparingin er so sera
avmarkað, í mesta lagi góð
ar 3 mánaðir komandi ár.
Vit heita eisini staðiliga
á Føroya Løgting um at
samtykkja at kringvarps
gjaldið verður tikið inn
yvir skattin alt fyri eitt.
Hetta er bæði ein soli
darisk avgerð og skipan og
sum eisini tryggjar at okk
ara almenni miðil kann
virka sum Public Service
stovnur.
Tað tykist annars, sum
hava vit verið dugnalig at
samrátt okkum til ikki
minni enn eini 30% í lønar
hækkin seinnu árini.
Hevði tað verið so væl.
Tað er samlaði lønar
massin í kringvarpinum, ið
er vaksin hesi 30 % og eru
tað ikki limir okkara, ið
hava fingið 30 % í lønar
hækking og ei heldur bera
bróðurpartin av hesi
hækking.
Tað er tó sera álvarsamt,
at ein stovnur skal avhalda
lønarhækkingar og ikki hava
møguleikan at fíggja hesa.
Tað er reelt at binda
fakfeløgini niður og stýra,
so at lønarhækkingin fær ta
avleiðing, at okkara limir
antin missa sína størv ella
at stovnurin gerst undir
mannaður.
Skilji tað, hvør ið skilja
vil.
Vit kunnu ikki góðtaka
hesa niðurbinding.
Starvsmannafelagið
mælir staðiliga pørtunum
at seta seg niður at finna
eina virðiliga loysn á máli
num. Hoyringsfreistin er
úti 14.01.09 og tí er rúm
tíð, at partarnir kunnu
arbeiða við málinum.
Tað er so sanniliga eisini
í hesum døgum, at tað
neyðugt at lyfta í felag og
finna skilagóðar loysnir.
Opið bræv til leiðslu og stýrið Kringvarpsins
- og ikki minst politiska myndugleikan
Selma Ellingsgaard,
forkvinna
StarvSmanna
felagSinS
vegna
Nú tíðirnar versna, verða
fólk søgd úr starvi bæði
her og har. Einki løgið er í
hesum, tí tá raksturin ikki
hongur saman longur, má
okkurt munagott gerast, so
fyritøkan ikki fer fyri
bakka. Tað sum tó er undr
unarvert er arbeiðslagið, ið
nýtt verður, tá hetta verður
gjørt. Hóast avvarandi
fakfeløg siga, at rætt er
farið fram samsvarandi
sáttmálum, hongur ikki
saman moralskt.
Menniskju, sum eru
byrjað blaðung á einum
stovni og hava tænt har eitt
langt lív, verða tveitt út
eini 5 – 10 ár undan eftir
lønaraldri og hava ongan
verðsins møguleika at
finna sær nýtt arbeiði. Tey
eru liðug á arbeiðsmarkn
aðinum, tí førleikarnir, tey
hava fingið við í skjáttuna
frá fyritøkuni, kunnu ikki
nýtast til nakað skilagott.
Framda valið, hvør skal
út og hvør ikki, tykist
mangan tilvildarligt. Eing
in starvsfólkapolitikkur er,
og eingin veit tískil,
hvussu er valt. Er tað
starvsaldur, fakligur
førleiki, lønarkostnaður,
klókskapur ella býttleiki,
hevur viðkomandi hildið
seg væl í ogn við skeivar
persónar, ella er tað okkurt
heilt annað, sum ger seg
galdandi, tá veljast skal.
Dúgliga verður gitt.
Í tíðini fólk hava verið í
starvið, hava tey ongantíð
fingið at vita, hvat tey hava
gjørt rætt ella skeivt, hvat
er gott ella minni gott, so
tey kundu ment seg innan
økið, har tey eru minni væl
fyri, og tí ognað sær teir
førleikar, sum kravdust,
tikið skeið, eftirútbúgving,
broytt atburð um tað var
neyðugt o.s.fr.
Í sálarfrøðini verður sagt,
at fólk fata bert 10% av tí,
sum sagt verður við tey,
restina, 90%, fata tey út frá
atburði, kropsburði, tóna
lagi á røddini o.s.fr. Boð
skapurin til starvsfólkið,
sum eftir situr á slíkum
stovni, er tí heilt greiður.
Starvsaldur hevur onki at
siga her í fyritøkuni, og
leiðslan tekur ikki ábyrgd
av sínum starvsfólki. Tit fáa
heldur ikki at vita hvørjar
førleikar, vit leggja áherðslu
á. Tá vit meta ikki at hava
brúk fyri tykkum longur,
verða tit tveitt á dyr.
Undarligt annars at ein
leiðsla kann fáa eitt óskriv
að blað til arbeiðis, og so
siga viðkomandi upp 40 ár
seinni, tí tey tá ikki hava
førleikarnar, sum krevjast
at arbeiða í fyritøkuni.
Spurningurin er tí, hvør er
ódugnaligur, og átti leiðsl
an heldur at staðið fyri
skotum, tí teir hava ikki
megnað at ment førleikan
hjá sínum starvsfólkum til
tað, stovnurin hevur brúk
fyri.
Ein dugnalig leiðsla
eigur at fara inn í eitt
mennandi samskifti við
starvsfólkið, eisini tá
uppsagnir eru á dagsskrá.
Hetta krevur tó sín mann,
og flestu leiðslur megna
hetta ikki. Tær tora snøgt
sagt ikki, at seta seg yvirav
starvsfólkinum, og greiða
frá støðuni, uppsøgnini og
møguleikum annars. Tí
kemur uppsøgnin oftani á
ein ófantaligan hátt, har
starvsfólk nærum verða
biðin um at skrubba av frá
degi til dags.
Tað kundi jú verið at
fleiri eru áhugað at fara
niður í hálva ella kvart tíð,
kanska onkur vil sleppa í
farloyvi til lestur, at ansa
ommu og abbabørnum,
sjúkum, kanska onkur
hevur hug at gevast nøkur
ár undan eftirlønaraldur, at
flyta til annað arbeiðsøki o.
s.fr. Møguleikarnir eru
fleiri, men verða ikki
troyttir, tí leiðslan er
ódugnalig, stutt og greitt.
Nevndirnar, sum skulu
eitast at hava eftirlit við
leiðsluni á einum stovni,
eru eins ódugnaligar. Tær
eru ikki førar fyri at seta
fram krøv um m.a. ein
starvsfólkapolitikk, men
eru bert har, ofta valdar í
“venners vold” og sjáldan
sambært førleikum.
Franskmenn høvdu undir
1. veraldarbardaga eina
skipan teir nevndu fyri
decimering. Um ein
herdeild kom aftur og
hevði tapt ein bardaga,
vóru teir menn, sum enn
vóru á lívi, stillaðir á rað.
Yvirmenninir gingu síðan
fram og skutu 10. hvønn
mann av sínum egnu.
Boðskapurin var greiður,
vinn!
“Rule by fear” verður
hetta nevnt á enskum, og
var hesin leiðsluháttur
nógv nýttur fyri 100 árum
síðani. Í Føroyum verður
hann tó nýttur enn.
Uppsagnir og vánaligar leiðslur
Jóhan J.
JakobSen
Ljós runt um vatnið í Vági,
ja og hvat so? Tað er væl,
tað teir persónar hugsa,
sum nú eru farnir í hernað
ímóti hesum arbeiði og
vilja knúsa tað sundur, ja
tað sum skuldi verða ein
gáva til okkum øll sum
búgva her í Vági.
At eg seti meg niður og
skrivi nakrar reglur um
hetta, geri eg fyri at vísa
mína tøkk til teir menn
sum hava gingið í regni,
kava og stormi har vesturi
á Eiðinum og gjørt sítt fyri
at hesi ljós skuldi lýsa, nú
jól, og nýggjár vóru í
hondum.
Tað fyrsta eg hugsi um,
tá eg síggi, hvat er við at
henda við ljósinum vesturi
á vatninum í Vági er tann
tíðin eg var í Svøríki, har
eg sjálvur arbeiði hjá
kommununi.
Eg var ein av teimum
sum var við til at rudda og
halda býin reinan, so at tey
sum høvdu valt at seta
búgv har, altíð kundi
gleðast um, hvussu reint,
og væl alt var hildið.
Tað sum eg kanska
minnist allar best, var
hvussu alt fekk frið. Aldrin
kann eg minnast, at eg
nakrantíð kom fram á eitt
brotið ruskílat ella eina
brotna lampu av nøkrum
slag, og tað var líkamikið,
um tað hevði verði dansur
ella nakað annað ball í
býnum.
Tí undrar tað meg eitt
sindur, at vit sum búgva
her á hesum stað, ikki
kunna gleðast á ein líka
hátt, og ikki minst verða
líka góð við okkara stað,
sum eg upplivdi at tey vóru
við sín bý, har eg arbeiði í
Svøríki.
Eg vóni at tey sum hava
gjørt tað ljótu ger vesturi á
Vatninum í Vági, vilja
blíva avdúkaði sum skjót
ast, so at tað ikki hendur
aftur.
Ljós runt um vatnið í Vági
gudmund
larSen Y
viðmerkingar