Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 248 - 29. desember 2008 tíðindi Okkara maður í Grønlandi, Kári við Stein, hevur sent okkum hesa søguna eftir áheitan frá fleiri føroyingum Grønland Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hetta er ein øðrvísi søga úr Grønlandi enn tær vanligu um fisk og rækjur. Sakin var tann, at henda vakra genta á myndini, Rita, kom illa fyri av vanlukku í Amerika, har hon gekk í skúla. Foreldrini máttu sjálvi gjalda fyri ferðina, so tey kundu koma yvir til dótrina og vera við hennara lið. Hvørki kommunan ella landið vildi hjálpa teimun. So fór eg út í mín banka Sparbank og spurdi, um eg kundi stovna eina konto til innsavning av pengum til hesa gentu. Fyrst skuldi eg hava loyvi frá politinum og hetta fekk eg skjótt. Eg fekk so stovnað konto í Grønlandsbanken og Spar­ bank undir heitinum Hjælp til Rita. Eg keypti so nakrar bjarnir sum sparibússu at koyra pengar í, og eg býtti tær um í býnum til støð, har fólk komu. Sjálvur hevði eg eina í mínum taxabili, tí fólk vildu fegin geva nakrar krónur, serliga tá ið eg gav kundunum pengar aftur. Tey fingu sjálvi loyvi at koyra pengarnar í bjørnina. Eg hevði gjørt avtalu við løgregluna, at vit skuldu savna pening í tríggjar mánaðir. Tað hendi tó tað óhepna, at bjarnir við peningi í vórðu stolnar. Men kortini blivu góðar kr. 9.000 til Ritu, og hetta er hon sera fegin og takk­ som um. Hetta kom eisini væl við. Hetta er eisini umrøtt ávísini Sivdlek í Sisimiut, sum tað sæst í hesum brot­ um. Føroyingur hjálpir avlamnum grønlendingi Kári við Stein, høgrumegin, handar Ritu kekkin