týsdagur 30. desember 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 249 - 30. desember 2008
Ummæli
Kinna Poulsen
Í skugga pápans
Tað er fyrst og fremst faðir lista
mannin, Ingálvur av Reyni, ið
kemur tær til hugs, tá tú hyggur
at bæði oljumálningunum og
vatnlitamyndunum hjá Eyðuni av
Reyni (f. 1951). Og tó at tað á
ein hátt liggur eitt ordans herða
klapp í hesi samanbering við eitt
av mætastu listafólkunum, vit
hava átt, man hesin sami listarligi
tungvektarin, Ingálvur av Reyni
neyvan vera lættasta faðirfyri
myndin. Men í øllum førum snýr
tað seg um sama slag av
ekspressivum, kubistisktabstrakt
um málaríi við støði í náttúru
upplivingum, sum er eitt høvuðs
rák innan føroysku myndlistina,
og sum tað nú er vorðið smart
ikki at dáma. So lat bara ummæl
aran í hesum sambandi viðganga
sína antagonistisku støðu, at hon
hóast alt til eina og hvørja tíð
vildi tikið hesar myndirnar hjá
Eyðuni framum myndirnar hjá
teimum heimligu nýsurrealist
unum.
Sofaformat
Tær flestu av myndunum hjá Eyð
uni av Reyni eru avlangar í liggj
andi formatinum, sum okkurt
óvætti hevur doypt “sofaformat”,
men sum altso er ógvuliga van
ligt í landslagsmyndum, um talan
er um romantikk, impression
ismu, kubismu ella spildurnýggja
samtíðarlist sum hesar myndirnar
hjá Eyðuni av Reyni. Málning
arnir eru næstan allir bygdir upp
á nøkulunda sama hátt við eini
beinagrind, ið strikar løriftið upp
sum eina kross og bolla tekning,
ið gevur fleiri avlangar flatar,
harav summir eru yvirmálaðir í
teirri lidnu myndini, sum ofta er
merkt av grefligum mótsetning
unum, ið standast av ljósum og
myrkum litum í rokaligum
skuggadansi. Myndevnið er tað
typiskt føroyska; ein bygd ella
eitt landslag við havið, ið við
ógvisligum pensilsstrokum og
fýrisligum litavali verður lýst við
denti á tað dramatiska huglagið,
sum valdar eina óveðursnátt. Tær
best eydnaðu av myndunum eru
merktar av einum litavali, ið er
sera líkt tí hjá Ingálvi av Reyni í
hansara seinastu høvuðsverkum.
Hesi eru í høvuðsheitum í uttasta
litlagnum merkt av einum
avmarkaðum, savnandi litavali av
svørtum, hvítum, reyðum og
gyltum litum við øðrum litum
innanfyri, ið hómast sum litbrá.
Ímyndandi ella ikki
Hóast myndamálið er rættiliga
abstraherað, eru myndirnar hjá
Eyðuni av Reyni eftir mínum
tykki grundleggjandi mimetiskar
landslagsmyndir við forgrund
(bygd), miðgrund (hav) og bak
grund (klettar, land ella brim).
Tær myndirnar, ið tykjast meira
abstraktar, sýnast sum heild eins
og umvaksin brot úr teimum
størru og meira samansettu kom
positiónunum. Tí er tað eisini
forvitnisligt at lesa ta umleið 10
síðurs longu ritroyndina hjá
Aðalsteinn Ingólfsson, sum í
nýggju bókini um Eyðun av
Reyni rør framundir, at hesin
listamaðurin skal vera meira
víðgongt abstraktur enn eitt nú
Zacharias Heinesen og Torbjørn
Olsen: “Eyðun (er) ikki so
áhugaður í at rokna fram litir
eftir umstøðunum, men at skapa
ein heim við litum, ið gongur
javnfjarur við okkara heim. Tá ið
hann fer at arbeiða upp á okkurt
útsýni yvir land, hav og skýggj,
ið vit hava tosað um, kunnu vit
bara vera vís í einum: at hann
onki tekur fyri givið... Sansing
ovurhugi, spenningur – hetta er
ikki tað, sum vit væntaðu av
einum mildum og lítillátnum
listamanni, ið málar í einum
grýtutum og fjarskotnum staði
mitt í tí kalda Atlantshavinum”
(s.17 og 18). Teksturin er annars
áhugaverdur, serliga í lýsingun
um av litviðurskiftunum í mynd
unum hjá Eyðuni av Reyni:
“Heldur loypur hann inn í tað
ókenda og skapar eitt dramatiskt
verk á einum sum oftast svørtum
palli, eitt verk ið leggur dent á
fjølbroyttu eginleikar litanna,
ikki bara á teir útvortis, men
eisini á samansetingina, glæm
una, samvirkandi eginleikarnar
og rúmligu leiklutirnar. Hvat
sansingini viðvíkur, gerst áskoð
arin altíð varugur við tað nærum
erotiska nøgdsemið, ið fæst
burtur úr tí at leggja ein lit yvir
ein annan, sum silki út yvir satin,
ið skapar glæsiligar flatar, sum
ikki vóru har frammanundan”
(s.17). Tilsipingin til, at Eyðun
av Reyni skal vera ávirkaður av
amerikonsku Colorfield málar
unum, er spennandi, men kundi
verið betri undirbygd.
Stjørnuhav
Permumyndin á bókini “Stjørnu
hav” er vald samsvarandi teirri
undirliggjandi hypotesuni um, at
Eyðun av Reyni í veruleikanum
nærkast reinari nonfiguratión í
sínum myndum. Myndin riggar
væl á permuni, tó at hon helst
ikki er serliga umboðandi fyri
samlaða verkið hjá Eyðuni av
Reyni. Tað minnir eitt sindur um
í bókini “Rød Regn”, har høvund
urin brúkti hesa heldur øðrvísi
myndina sum lykil at tulka saml
aða verkið hjá avvarðandi lista
manni, Ingálvi av Reyni. Soleiðis
er tað helst hjá okkum, ið skriva
um list, at sjónarháttturin við
hvørt gerst heldur einoygdur av
ovurhuganum at síggja okkurt
ávíst í listaverkunum.
Undurfull umseting?
Bókin um Eyðun av Reyni er
sum heild snotiliga og væl
uppsett sæð burtur frá tí ævin
ligu, ørkymlandi samansetingini
av tí føroyska, enska og danska
tekstinum, sum tykist bestur á
enska upprunamálinum. Í øllum
førum tykjast summar av før
oyskt týddu orðingunum heldur
løgnar; t.d. tá talan er um savnið
av franskari list á Glyptotekinum,
ið á enskum er “wonderful” og á
føroyskum “undrunarvert”, sum
yvirritaða meir skilir sum okkurt,
ið vekir undran heldur enn gleði.
Í hesum sambandi skal leggjast
aftrat, at tað í grundini als ikki er
so galið, um ein listafólkalýsing
(ella eitt ummæli!) vekir meir
undran enn gleði, tí tað er kanska
júst tá áskoðarin ella lesarin
undrast og ivast, at listin verður
flutt eitt fet fram.
Skuggamyndir
Hóast eingin ivi er um, hvør upphavs
maðurin er til myndirnar, er hon
pátrongjandi, henda kenslan av, at
hesar myndir hjá Eyðuni av Reyni í
Listaskálanum eru ópersónligar, sum
kundi talan verið um eina samanrenning
av máliháttinum hjá fleiri føroyskum
listafólkum
Bókin »Eyðun av
Reyni« er útgivin av
Listasavninum, har
hon fæst til keyps eins
og í bókabúðum um
landið. Framsýningin í
Listasavninum er opin
fram til 1.februar 2009.