týsdagur 30. desember 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30. desember 2008
3
Fakfelagið hjá
føroyskum blað- og
fjølmiðlafólkum,
Føroysk Miðlafólk,
mótmælir harðliga
álopinum á journalist-
iska fakið, sum felagið
metir uppsagnirnar
á Dimmu og Kring-
varpinum at vera
Uppsagnir
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tað var ikki besta jólagávan,
sum fleiri starvsfólk í
Dimmu-samtakinum og í
Krinvarpi Føroya fingu frá
sínum arbeiðsgevara. Í skri-
vi til fjølmiðlarnar átalar
fakfelagið hjá fjølmiðla-
fólkum, Føroysk Miðlafólk,
uppsagnirnar í teimum báð-
um fjølmiðlahúsunum.
- Føroysk Miðlafólk eru
væl vitandi um, at tað
fíggjarliga sansar at bæði á
privatum
og
almennum
arbeiðsplássum.
Kortini
undra vit okkum almikið
yvir uppsagnir av starvs-
fólki við journalistfakligum
førleika og aðrar uppsagnir,
ið beinleiðis skerja journa-
listisku framleiðsluna bæði
í dygd og vavi, skrivar felag-
ið.
Víðari verður sagt, at
viðvíkjandi Dimmalætting-
samtakinum kunnu vit stað-
festa, at fólk við journalist-
iskari útbúgving eru upp-
søgd og somuleiðis fólk, ið
hava so drúgvar journal-
istiskar royndir, at tey hava
ognað sær journalistiskar
førleikar, ið viga upp ímóti
útbúgving á økinum.
Føroysk Miðlafólk er far-
ið inn í uppsagnarmálini
hjá teimum starvsfólkunum
á Dimmalætting, ið eru sett
eftir sáttmálanum millum
felagið og Føroya Blaðút-
gevarafelag.
Felagið skrivar, at tað er
farið inn í tey málini, tí upp-
sagnirnar ikki eru framdar í
fullum samsvari við sátt-
málan, eins og nógvir iva-
spurningar eru.
- Hesum mótmæla vit
sjálvsagt, men tann ítøkiliga
viðgerðin av hesum fakliga
stríðsmáli skal ikki gruggast
her. Føroysk Miðlafólk hev-
ur tó ein grundleggjandi
áhuga í at verja um journal-
istiska fakið. Tí harmast vit
eisini stórliga nógvu upp-
sagnirnar av journalistum í
D i m m a l æ t t i n g -
samtakinum, sum ikki eru
sáttmálasettir.
Eisini
í
Kringvarpi
Føroya eru uppsagnirnar
ein sera dyggur smeitur fyri
journalistiska fakið, skrivar
Føroysk Miðlafólk.
- Sjey av teimum átta
uppsøgdu eru beinleiðis
partur av dagligu framleiðsl-
uni. Tað sum ger ilt verri,
og sum er púra óskiljandi
fyri Føroysk Miðlafólk, er,
at kringvarpsleiðslan konse-
kvent hevur avgjørt at siga
fólki við drúgvum royndum,
og sum røkja kjarnuupp-
gávur í journalistfakligu
framleiðsluni, úr starvi,
skrivar felagið.
Nevndin í felagnum vísir
tó á, at Føroysk Miðlafólk
ikki hevur sáttmála við
Kringvarp Føroya.
- Vit vit vilja við hesum
harðliga mótmæla álopinum
á journalistfakið og til-
hoyrandi framleiðslufakið,
sum er framt á Dimma-
lætting-samtakinum og í
okkara
einasta
almenna
miðlahúsi – almenna Kring-
varp Føroya, ið eigur at
vera fremsti garantur fyri
fjølbroyttum og óheftum
journalistikki,
skrivar
Føroysk Miðlafólk í skrivi-
num, sum forkvinnan í
felagnum, Anna V. Ellings-
gaard, hevur sent fjølmiðlu-
num.
Miðlafólk mótmæla álopum á fakið
www.sev.fo
MASKINMEISTARi til Vágsverkið
Eitt starv sum maskinmeistari við el
verkini í Suðuroy er leyst at søkja til
setan skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
elverkunum í Suðuroy, bæði sum dag
arbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni:
• Elverkið í Vági við trimum diesel
motorum tilsamans 9,7 MW. Hesir
motorar eru riknir við tungolju
• Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorku
verk við tveimum turbinum upp á
tilsamans 3 MW
• Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir
dagliga, men er til at taka, við einum
dieselmotori upp á 2 MW.
Vakthavandi maskinmeistari hevur yvir
vaking av og lastfordeiling millum Vágs
verkið og elverkið í Botni umframt net
yvirvaking og koblingsleiðslu fyri elnetið
í allari Suðuroynni.
Uppmøtingarstaðið er á Vágsverkinum,
har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður
á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini
elverkini eftir tørvi, og fer flutningur
vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fulla
maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað
maskinmeistaraprógv, 3 ára maskin
meistaraskúlaprógv og royndir innan
økið.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafel
agið og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri fram
manundan, sum verður roknaður frá
prógvtøkudegnum, men er treytaður
av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við
vaktargjøldum og møguliga av og á
eisini úrtíðarløn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Palla Mortensen, verk
meistara, ella til Anders Nedergaard
Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsl
una, báðir á tel. 346800.
Umsóknir saman við prógvum og møgu
ligum ummælum verða sendar til:
Elfelagið SEV, Landavegur 92, Postrúm
319, FO110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi týsdagin 13. januar 2009.
ELFELAgið SEV · POSTSMOgA 319 · 110 TórSHAVN · WWW.SEV.FO · SEV@SEV.FO
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr
elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á
tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt
samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr.
støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku og kervisábyrgdina í Føroyum.
Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært galdandi reglum á økinum og krøvum, ið SEV
setir til trygd og annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og skeiðum
og eftirútbúgvingum annars.
Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu
Brennistøðina á Hjalla. Arbeiðið umfatar rakstur av
brenniovni í døgnvaktarskipan umframt umvæling og
røkt av útgerð, maskinum o.ø.
Førleikakrøv
Tú hevur útbúgving sum handverkari, helst innan
metal ella el-yrkið. Fyrimunur er við viðkomandi
royndum. Tú hevur eisini koyrikort og teldukunnleika
á brúkarastigi.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Starvið verður sett frá
1. februar 2009 ella skjótast til ber. Starvið verður sett
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Bárð Michelsen, leiðara, tlf. 228918, ella Mikkjal
Absalonsen, tekniskan leiðara,
tlf. 217582.
Umsóknir
Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar
kommunu, Postsmogu 32, FO-110 Tórshavn og skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar 2009
kl. 12.00. Viðmerkið „Vaktleiðari til Kommunalu
Brennistøðina“ á umsóknina.
Eldsál
søkist
Tórshavnar kommuna
Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina
Anna V. Ellingsgaard er
forkvinna í fakfelagnum,
Føroysk Fjølmiðlafólk
Savnsmynd