týsdagur 30. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Stjørnukast, sum
vanliga nýggjárssend
ingin hjá Kringvarp
inum kallast, verður í
Tórsgøtu í ár. – Størsta
avbjóðingin er tað
tekniska. Tí hølini eru
illa egnaði til sjónvarp,
sigur Bjarnheðin í
Hoyvík, framleiðari
Nýggjárshald
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Elin í Stórustovu og Kaj
Joensen vera vertirnir á gólv
inum, samstundis, sum Súni
Merkistein og Fróði Laksa
garð vera við kjakborðið, tá
Kringvarpið fer at senda
beinleiðis nýggjárssending
úr Tórsgøtu. Elitan úr før
oyskum tónleiki og ítrótti er
boðin við. Tann besti av øll
um skal finnast út á kvøldið
í bæði tónleiki og ítrótti, har
Jens Marni Hansen og Pál
Joensen mugu vera mettir at
vera avgjørdir favorittar.
Jens Marni vann tvær Planet
Awards og Pál Joensen er
ungdóms evropameistari og
hevur svomið skjótastu juni
ortíð í heiminum, men áðr
enn hetta verður avgjørt
verður ymiskt annað á
skránni.
Tað vera nevniliga undir
hald, gestir, live tónleikur
og innsløg úr árinum, ið fór
innan ítrótt og tónleik. Tón
leikurin, ið verður fram
førdur í Tórsgøtu er veittur
av tíggju ymiskum bólkum
ella tónleikarum.
Góð Tórsgøta
Vit kundu ikki ynskt okk
um ein betur kolissu. Hon
er her, og okkum nýtist ikki
at gera nakað fyri at betra
hana. Ein annar fyrimunur
er, at vit kunnu nýta streym
frá tjóðpallinum og hava
bæði backstage og after
party í Hotel Tórshavn. Tað
tekniska hevði verið einasti
fyrimunurin við at verið í
útvarpshøllini heldur enn
her, men so høvdu vit verið
noydd at smíða eina kolissu
sjálvi, sigur Bjarnheðin í
Hoyvík avgjørdur.
Í túninum er stórt tjald
sett upp, og hetta skal vera
ein náttúrligur útbygningur
av reinsaríðnum.
Tað er eitt rímiliga lítið
høli, og tí hava vit avgjørt
at byggja út við tjaldinum,
har fólk skipa fyri eini barr
eisini, greiðir Bjarnheðin í
Hoyvík frá.
Verri myndir
Framleiðarin er tó eitt sind
ur skeptiskur, tá tað kemur
til at framleiða myndirnar.
Her er so lágt til loftið,
at vit ikki kunnu nýta kranar
ella nakað. Tað er eisini ein
stór avbjóðing, at gera ljós
ið nøktandi, og mann kann
tí ikki rokna við perfektum
myndum, metir Bjarnheðin
í Hoyvík.
Seta upp uttanfyri
Av tí, at tiltakið ikki er
alment, verður ikki møgu
leiki hjá fleiri enn teimum
innbodnu at leita sær á
reinstaríið, men framleiðarin
kundi hugsað sær at bjóða
fleir fólkum í Tórsgøtu,
meðan sendingin verður frá
2023 nýggjársaftan.
Um veðrið verður til
vildar, so seta vit ein bil
uttanfyri, soleiðis at vit fáa
seint beinleiðis ljós og ljóð
á ein stórskýggja uttanfyri.
Soleiðis fáa fleiri møguleika
at luttaka, greiðir Bjarn
heðin í Hoyvík frá.
Arbeitt í tveir
mánaðir
Hóast nógvar uppsagnir
hava verið í Kringvarpinum,
og tað í mongum førum
kennir seg skert, so verður
stjørnukast gjørt uttan ser
ligar avmarkingar.
Vit avgjørdu fyri tveim
um mánaðum síðani at
skipa fyri hesum tiltakinum.
Sjálvandi kostar tað eitt
sindur av peningi at gera
eina so stóra framleiðslu,
men tað er ikki dýrari enn
so nógv annað, metir Bjarn
heðin í Hoyvík.
Í annaðkvøld, tá sendingin
verður sett í gongd, verða
eini 20 fólk til arbeiðis, fyri
reikingarnar hava gingið
fyri seg í tveir mánaðir, men
tað mesta av arbeiðinum var
gjørt í døgunum fyri jól.
Kringvarpið
í Vágsbotni
Bjarnheðin í Hoyvík, tekniskur framleiðari,
er væl nøgdur við ókeypis pallin Tórshavnar
kommuna hevur latið teimum í Tórsgøtu
Jens Marni Hansen - ið her hevur ljóðroynd saman við Kim Hansen - má metast sum ein av
favorittunum til heiðurin sum tann besti innan tónleikin
Tað eru nógv fólk til arbeiðis fyri at fyrireika kvøldið. Á andlitunum er líkt til, at Kringvarpið
trívist nærindis Vágsbotni
Lizzie átti størsta hittið í Danmark
Føroyska Lizzie átti størsta hittið á Tjeklistanum hjá DR í 2008. Í heilar 24 vikur var
sangurin Ramt I Natten á listanum, og tað var longri enn nakar annar Dagin eftir at
føroyskur tónleikur varð heiðraður til heimliga Planet tiltakið, hevur Tjeklisten, sum
verður mettur sum ein tann týdningarmesti hitlistin í Danmark, gjørt upp, hvussu tað
gekk í farna ári. Størsta hittið á Tjeklistanum í 2008 var Ramt I Natten hjá føroysku
songkvinnuni Lizzie. Hetta var fyrsta veruliga útspælið hjá Lizzie sum sangari, og tað
gekk sum smurt hjá henni. Lizzie var í heilar 24 vikur inn á Tjeklistanum við Ramt I
Natten, og fleiri vikur var hon ovast við sanginum. Ramt I Natten er fimtstørsta hittið í
søguni hjá Tjeklistanum.
Smyril Line avtekur óljuavgjaldið
Frá 1. januar 2009 strikar Smyril Line óljuavgjaldið, sum hevur verið lagt á
ferðaseðlar við Norrønu. Avgjaldið er 100 krónur. Tað var sum eina avleiðing av
methøgu óljuprísunum fyrr í ár, at Smyril Line 1. mars í ár legði eitt serligt
óljuavgjald upp á 100 krónur fyri hvørt ferðafólkið, sum keypti sær ferðaseðil við
Norrønu. Nú óljuprísurin er fallin munandi heldur felagið, at tað er nattúrligt at
serliga óljuavgjaldið verður strikað, soleiðis at kundin sleppur undan at gjalda
hendan eykakostnað. Umframt at avtaka óljuavgjaldið avtekur Smyril Line frá 1.
januar 2009 eisini bókingargjaldið sum hevur verið 60 krónur fyri hvønn persón,
boðar Smyril Line frá í morgun.