Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 249 - 30. desember 2008 Palin blivin omma Dóttir til fyrrverandi varaforsetakandidatin, Sarah Palin, hevur føtt ein son. Tað skrivar blaðið People Magazine. Undir valstríðnum varð ivi sáddur um, hvørt nýføddi sonur Palins, Trig, í veruleikanum var sonum Bristol Palin. Tað vísti seg ikki at vera satt, men hinvegin kom fram, at hon var við barn í fimta mánaði, og at drongur hennara gjøgnum trý ár, Levi Johnston, er pápin. Leygardagin átti Bristol so ein sunnan drong, sum hevur fingið navnið Tripp Easton Mitchell Johnston. Familjan vil kortini ikki úttala seg til miðlarnar. Ein talsmaður fyri Sarah Palin segði í gjár: - Vit eru her fyri at tosa politikk, og nýføddi sonurin hjá Bristol fellur uttan fyri evnið, segði Bill McAllister við People Magazine. Føroyskir reiðarar eru nú so ónøgdir við prísmunin á olju til skip millum Føroyar og grannalondini, at teir veruliga umhugsa at leiga tangaskip at flyta olju til Føroyar. Hetta skal gera oljuna munandi bíligari, tí at keypa olju kostar í dag eina krónu meira fyri hvønn litur í Føroyum, enn aðrastaðni Oljuprísur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Viberg Sørensen, formaður í Føroya reiðarafelag, metir, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um føroyskir reið- arar tóku seg saman og leigaðu tangaskip sjálvir, fyri at sleppa undan at gjalda oljufeløgunum pen- ing. Hetta hevði sambært Viberg Sørensen verið ein stórur fyrimunur, tí hann metir at meirkostnaðurin fyri at keypa oljuna í Føroy- um er heilar 80 milliónir krónur um árið fyri allan flotan, og tí hevði tað heilt víst verið bíligari, um reið- ararnir sjálvir innfluttu olj- una til fiskiskipini. Hesum grundgevur hann við, at prísmunurin millum at keypa olju í Føroyum og í havnunum kring okkum er ein heil króna fyri liturin og tí metir hann at samlaði prísmunurin er 80 milliónir krónur um árið. - Mann kundi leiga nógv skip og fingið nógva olju til landið fyri 80 milliónir krónur um árið, og tí er hetta ein møguleiki vit veru- liga umhugsa, sigur formað- urin í reiðarafelagnum. Hann leggur afturat, at hes- in munurin á oljuprísinum, sum er í dag, hevur við sær, at roknskapirnir, ið longu hava reyð tøl fáa nógv størri reyð tøl. Munurin vaksin Sambært Vibergi Sørensen hevur tað fyrr verið soleiðis, at oljan hevur verið eitt vet dýrari í Føroyum enn aðra- staðni, og onkuntíð hevur oljan enntá verið bíligari í Føroyum. - Tað er ein farin tíð, at tað loysti seg at keypa olju í Føroyum. Nú er munurin ein króna, og fyri kortum var munurin enn størri. Vit roknaðu við at prísurin fór at lækka nú, men tað er tað ikki líkt til. Tí kunnu vit ikki longur standa og gána, og menn eru veruliga farnir at tosa saman um at leiga tangaskip, greiðir Viberg Sørensen frá. Somuleiðis eru reiðararnir argir inná, at oljufeløgini ofta greiða frá, at tangabilarnir, ið pumpa oljuna umborð á skipini kosta so nógv, og tí verður oljan dýrari. - Eg havi sjálvur boðið mær til at sigla til bunkring, soleiðis at ongin tørvur var á nøkrum tangabili, men tað gjørdi ongan mun við- víkjandi prísinum, sigur Viberg Sørensen. Fær avleiðingar Um reiðarafelagið ikki leig- ar tangaskip, so kann tað sambært formanninum í Reiðarafelagnum geva um- fatandi avleiðingar. - Vit kunnu rokna við, at allir, sum kunnu, fara at bunkra aðrastaðni, greiðir Viberg Sørensen frá. Hetta hevur við sær, at proviantur verður keyptur uttanlands, og tað kann eis- ini hava við sær, at avreiðing- ar verða gjørdar uttanlands heldur enn í Føroyum. Reiðarar leiga tangaskip Viberg Sørensen, formaður í Føroya reiðarafel­agið, ger greitt, at um vend ikki kemur í skjótt og prísmunurin á ol­ju í Føroyum og uttanl­ands ikki minkar, so fer Reiðarafel­agið at l­eiga tangaskip sjál­vt Sambært Hendriki Egholm, stjóra í Før­ oya Shell, hava teir ongan møguleika at fylgja við risa prís­ fallinum, sum er á olju­ prísinum í heiminum í dag. Orsøkirnar eru, at goymslurnar eru ov lítlar, prísurin fellur ov skjótt og felagið er ov lítið Oljuprísur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í løtuni bera reiðarar í Før- oyum ótta fyri at høgi olju- prísurin í landinum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri skipini. Tí prísurin kring Føroyar fyri olju gerst alsamt bíligari – samstundis – sum hann í Føroyum ikki lækkar líka skjótt. Hetta hevur, sambært reiðarunum, við sær, at føroysk fiskiskip fáa ein veruligan trupulleika við kappingarførinum. Hendrik Egholm viðgong- ur, at teir hava sera ilt við at fylgja við prísfallinum á olju, tí teir hava longu olju á goymslu, og mugu selja hana, áðrenn teir kunnu keypa nýggja, eisini eru teirra goymslur eru alt ov smáar, og tí verður oljan dýr- ari at keypa inn, enn um hon var keypt í størri mongdum. Hetta samanber hann við at tað mesta er bíligari uttan- lands, og sammetur tað við, at tað er bíligari at keypa 1000 twix enn 10, hjá einari føroyskari heilsølu. Tað vil siga, at tað sam- bært stjóranum í Shell er soleiðis, at tað tekur sína tíð at selja oljuna, og tí tek- ur tað tíð áðrenn tað er gjør- ligt hjá teimum at keypa bíligari olju, og hann greiðir frá, at teir ikki hava nakran møguleika fyri kappast við platts-prísirnar - dagsprísir- nar í Evropa - tí prísfallið er so óvanliga stórt í hesum tíðum, og tí megnar Shell ikki at selja undan. Kappingarførir prísir Á heimasíðuni hjá Shell stendur millum annað, at teir »altíð finna teir mest kappingarføru prísirnar«, tá talan er um bunkring av skip- um, men í hesum sambandið viðgongur Hendrik Egholm, at tað ikki er heilt rætt, og tað heldur skuldi staðið, at teir royna at finna teir mest kappingarføru prísirnar, tí tað er ógjørligt at veita veru- liga kappingarførar prísir, tá felagið er so lítið og prísurin á heimsmarknaðinum fellur so skjótt. Í mai 2007 var Føroya Shell selt úr danska Shell samtakinum, og tí er tað ikki longur sama samstarv við Shell í Danmark, sum gjørdi felagið størri. Veita stóran kreditt Sambært stjóranum í Shell hevur tað altíð verið soleið- is, at skip ikki hava goldið kontant, men at oljufeløgini hava veitt kreditt í rímiliga langa tíð, áðrenn skipini hava goldið. Hann veit ikki, hví tað er soleiðis, men heldur hetta vera í lagið í hesum tíðum, tá teir ikki megna at kappast við prísin uttanlands. Hesin kreditturin hevur stóran tapsvanda sambært Hendriki Egholm, tí teir eru altíð seinastir at fáa pening, um skipið fer av knóranum. Samráðast um prísir Eitt, sum reiðararnir eisini eru argir um, er, at oljufel- øgini leggja meira á prísin tí teir skulu flyta oljuna til skipini. Hendrik Egholm metir, at oljubilarnir kosta so mikið nógv, at tað kundi verið ein verulig sparing, um teir ikki fluttu oljuna í tangabilum, men at hetta er ein tænasta teir hava valt at bjóða, og at alt, sum kann gera, oljufelag- ið sparir pening kann minka um prísin, tá felagið og skipini samráðast um prísin fyri oljuna, ið skal umborð. Viðvíkjandi flutninginum greiðir Hendrik Egholm eis- ini frá, at skipini teir leiga at flyta oljuna til Føroyar eru í minna lagi, og at tað tí er dýrari, enn um skipini vóru størri. Skuldi hetta borið til, so er neyðugt við størri goymslukapasiteti, men at tað er ein stór íløga, við stórari risiko, hóast teir væl kundu hugsað sær størri oljutangar. Føroysk oljufeløg ikki kappingarfør Hendrik Eghol­m, stjóri í Føroya Shel­l­, viðgongur, at í l­øtuni hava ol­jufel­øgini sera torført við at fyl­gja við prísinum, tí hann fel­l­ir so skjótt, og tí er ol­jan bíl­igari í grannal­ondunum í mun til­ her í l­øtuni