týsdagur 30. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Í hugnaprátinum
í Rásarúminum
hugleiddu løgmaður,
Kaj Leo Johannesen,
og andstøðuleiðarin,
Høgni Hoydal, um
jól úti og heima. Eitt,
sum kanska tey flestu
ikki vita, er, at báðir
hava upplivað jól
á sjónum, einaferð
enntá umborð á sama
skipi
HUGNAPRÁT
Leo Poulsen, Sosialurin
leo@sosialurin.fo
Jóannes Hansen, Rás2
joannes@sosialurin.fo
Jól í politisku skipanini er
heldur øðrvísi í Danmark
enn í Føroyum. Her heima
duga politikarar betur at
skilja ímillum politiskar
ósemjur og privatar ósemj
ur, heldur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at persónligu
viðurskiftini millum før
oyskar politikarar eru sera
góð, og hann kemur ógvu
liga væl út av tí við Kaj Leo
Johannesen, løgmann.
Tað er so um jóltíðir, at
nógv
smá
jólaborðhald
verða hildin, og tá merkir
mann væl, at tað eru ikki
allir flokkar sum eru við,
sigur Høgni Hoydal.
Føroyskir
politikarar
kennast betur og teir sam
skifta betur eisini um onnur
ting enn politikk.
Eg og Kaj Leo kunnu
tosa saman um fótbólt,
útróður og fiskiskap, og tað
verður ikki gjørt nakað
serligt á Fólkatingi, sigur
Høgni Hoydal.
Jólasiðvenjurnar eru ann
ars farnar at líkjast meiri og
meiri, og tað er nakað, sum
vit hava tikið eftir dønum,
men jólahugnin er kortini
nógv størri í Føroyum, held
ur formaður Tjóðveldis.
Tosa við fólk
Løgmaður heldur, at fólk
kanska hava ta fatan, at før
oyskir
politikarar
ikki
kunnu vera góðir starvsfel
agar, tá tey hoyra orðalagið
í politisku orrustunum, men
har heldur Kaj Leo Johanne
sen, at føroyskir politikarar
yvirhøvur hava tað gott
saman sum starvsfelagar.
Bylgjurnar kunnu ganga
høgt,
serliga
eftir
eina
strævna fíggjarlógarviðgerð,
men tá vit so koma inn í
jólatíðina, so slætnar aftur
og jólafriðurin leggur seg
yvir øll, sigur løgmaður.
Hann heldur, at jólini
gera fólk glaðari, og tí er tal
an um nakrar fantastiskar
dagar.
Jólini gera nakað sálar
liga við fólk, sigur løgmað
ur.
Júst í starvinum sum løg
maður
hevur
Kaj
Leo
Johannesen nakrar serligar
uppgávur um jóltíðir.
Eg havi verið uppi á
Barnaheiminum og tosað
við børnini har, eins og eg
havi verið í Herberginum.
Tað er ótrúliga spennandi at
tosa við fólk, og tað er ein
av teimum stóru fyrimun
unum við at vera løgmaður,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað eru kanska ikki so
mong sum vita tað, men løg
maður hevur verið sjómað
ur, og hevur eisini roynt at
hildi jól langt heiman ífrá.
Eg var stýrimaður við
Mærsk tá eg var 21 ára
gamal. Vit sigldu í fjareystri
og eg helt so jól har, men
tað var einki serligt, slett
ikki tað sama sum í Føroy
um, sigur Kaj Leo Johanne
sen.
Jól umborð
Andstøðuleiðarin,
Høgni
Hoydal, hevur eisini roynt
at hildið jól uttan fyri Før
oyar.
Eg læs niðri í 5 ár, men
bert tey einu jólini helt eg
ikki í Føroyum, hevði ikki
ráð til ferðaseðilin. Tað
løgna við mær er tó, at eg
átti eina danska ommu í
Føroyum og eina føroyska
ommu í Keypmanahavn, so
eg helt hesi jólini saman
við henni, og tað eri eg feg
in um, sigur Høgni Hoydal.
Men eisini hann hevur
roynt at verið til skips á
jólum, enntá saman við Kaj
Leo Johannesen.
Tað var við Vaktartænast
uni, vit vóru nirði í Kanalini
tá. Eg minnist, at eg fekk
einar skóleistar og eina
karamelleskju í jólagávu frá
einari konu í Lamba, sigur
Høgni Hoydal.
Hann nevnir tað stóra
arbeiði, sum verður gjørt av
sjómanskvinnuringunum
kring landið og tann stóra
týdning, hetta arbeiði hevur
fyri føroyskar sjómenn.
Hetta við sjómanskvinnu
ringum er eitt serføroyskt
fyribrigdi, og harvið ókent í
eitt nú Danmark.
Jólaborðhald
Eitt annað, sum er serligt í
Føroyum í mum til Dan
mark, er eitt samlað jóla
borðhald, har Løgtingið,
manning og starvsfólk um
framt landsstýrisfólk savn
ast.
Tað plagar at vera ógvu
liga hugnaligt. Eg haldi, at
hetta var nakað, Finnbogi
Ísakson, sáli, tók stig til, tá
hann var løgtingsformaður,
so tað er ikki ein so gomul
traditión
heldur,
sigur
Høgni Hoydal.
Tað plagdi at vera løg
tingslimir sjálvir, sum vóru
toastmastarar, men hesa
ferð høvdu teir innkallað
Robert McBirnie at standa
fyri undirhaldinum. Annars
hava Vilhelm Johannesen,
Jørgen Niclasen og John
Johannesen onnur ár skipað
fyri undirhaldinum.
Hetta er ikki vanligt í
Fólkatinginum. Har hava
tey tó eina nýggjársveitslu,
har allir fólkatingslimir við
maka verða bodnir við, men
hetta er so stórt, at tað als
ikki kann samanberast við
jólaborðhaldið hjá Løgting
inum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at skotið
verður óført millum tingfólk
eftir hvørjum øðrum, og nú
onkur kemur uttanífrá, so
kann hann lata tað stóru
breiðsíðuna av mótir øllum.
Annars heldur Kaj Leo
Johannesen ikki, at fólk
hava gjørt meiri av at geva
honum »stikkpillarar« eftir
at hann er vorðin løgmað
ur.
Heitið hevur eina ávísa
tign við sær, og eg haldi, at
fólk hava meiri hug at verða
formell, heldur Kaj Leo
Johannesen.
Og tað gevur Høgni Hoy
dal honum rætt í, tí hann er
higartil sloppin ógvuliga
snikkaleysur undan Óla P.
Politikkleys jól
Teir báðir eru samdir um, at
jólini í stóran mun snýr seg
um familjuna, og serliga
børnini. Løgmaður avdúkar,
at hann nýtir jólini til at
minnast tey, sum farin eru,
antin tað so er í ár ella
undanfarin ár.
Jólini er tann tíðin á árin
um, tá battaríini verða lødd
aftur, og tá nakað av tí for
sømda verður heintað inn
aftur. Tá teir báðir politikar
arnir kunnu verða meira
saman við børnunum. Men
fyrst og fremst verður polit
ikkurin lagdur í hillina.
Mann møtir nógvum
fólki um jólini, men tá
veðrur ikki tosað politikkur.
Skal ikki siga, at tað ikki
kemur fyri, men yvirhøvur
tosa fólk ikki um politikk á
jólum, sigur løgmaður.
Og andstøðuleiðarin kann
bert taka undir við løg
manni.
Men eingi jól uttan jóla
gávur, og eins og í fjør góvu
løgmaður og andstøðuleið
arin hvørjum øðrum eina
jólagávu, sum myndirnar
eisini vísa.
Skóleistar og karamellur í jólagávu
Jóannes Hansen var viðvertur í sendingini, og hann tosaði við Kaj Leo Johannesen, løgmann og Høgna Hoydal, formann í
Tjóðveldi
Mynd: Jan Müller
Eins og í fjør góvu løgmaður og andstøðuleiðari hvørjum øðrum
jólagávu
Mynd: Jan Müller
Meira hjálp til GM
Amerikansku myndugleikarnir økja nú hjálpina til General Motors við at
spýta seks milliardir dollarar í fíggjareindina hjá kreppurakta bilframleiðaran
um, GMAC. Tað skrivar Bloomberg News. Fíggjarmálaráðið vil partvís
keypa part av GMAC fyri fimm milliardir og partvís veita eina milliard í
láni, so GMAC kann virka sum ein veruligur banki. Pengarnir koma oman á
tær 13,4 milliardirnar, sum myndugleikarnir lántu General Motors fyrr í
desember, og nú verður vónað, at nýggi kapitalurin kann økja um billánini,
so gongd aftur kann koma í bilasøluna. Fyrstu 11 mánaðirnar er sølan av bil
um hjá GM í USA minkað 22%, partvís orsakað av at GMAC hevur manglað
pening, og tí bert lánt til kundar við ógvuliga góðum kredittvirði.