týsdagur 30. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Vinnarin av
íslendsku X Factor
kappingini í 2007,
klaksvíkingurin
Jógvan Hansen,
varð fyri kortum
avdúkaður sum ein
av luttakarunum í
íslendsku úttøku
kappingini til Euro
vision 2009, sum
verður hildin í 16.
mai í Moskva
Eurovision 2009
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Millum trý tey fyrstu nøvn
ini, ið vórðu avdúkaði
sum luttakarar til íslendsku
úttøkuna til Eurovision
2009 tann 18. desember í
ár, var eisini føroyski Jóg
van Hansen.
Klaksvíkingurin gjørdist
greiður vinnari av X Fac
tor kappingini 2007, har
hann vann á HARA systr
unum við trimum fjórðing
um av atkvøðunum, og
hevur hann líka síðan ver
ið ein av best umtóktu
sangarunum í íslandi.
Síðan X Factor kapping
ina í 2007 er veruliga glið
komið á tónleikakarrieruna
hjá Jógvani, ið annars
arbeiðir sum hárfríðkari í
Íslandi, og hevur hann
millum annað givið út
fløguna »Jógvan«, ið var
millum mest seldu fløgur
í Íslandi í 2007.
Ævintýrið hjá Jógvani
endar tó ikki her, hóast
nógv ikki hevur verið at
hoyrt til hann í seinastuni.
Nú er hann nevnliga
útnevndur sum ein av teim
um 16, ið koma at kappast
um at sleppa at umboað
Ísland til Eurovision 2009,
sum verður hildið í russis
ka høvuðsstaðnum Mosk
va tann 16. mai í summar.
Til undankappingina í
Íslandi fer Jógvan Hansen
at syngja ein sang hjá
íslendska
sangskrivara
num Hallgrímur Óskars
son, ið hevur ikki minni
enn tveir sangir við í
undankappingini. Íslends
ki sangarin Ingó fer at føra
fram hin sangin hjá Hall
grími.
Møguliga fyrsti før
oyingur í Eurovision
Tá ið Jógvan Hansen flutti
til Íslands at búgva, mundu
fleiri halda, at so var liðugt
hjá honum at syngja. Sang
arin í poppbólkinum Aria
hevði gjørt vart við seg í
føroyskum tónleiki, men
tá ið leiðin var løgd til
Íslands, snúði tað seg í
fyrstu syftu um yrki sum
frisør.
Haðani gekk tað tó
skjótt framá, tá hann lut
tók, og gjørdist vinnari av
X Factor kappingini í
2007, og nú í 2009 hevur
hann so møguleikan at
gerast fyrsti føroyingur
yvirhøvir, ið kemur at lut
taka í Eurovision, tó
umboðandi
grannatjóð
okkara, Ísland.
Tey fýra undanumførini
til Eurovision 2009 verða
hildin í januar mánaði,
tann 10., 17., 24., og 31.
januar. Enn er ógreitt,
hvørt av hesum undanum
førunum hann verður part
ur av. Sjálva finalan verður
tann 14. februar, og vónan
di verður Jógvan Hansen
eisini at síggja tá.
Nú fríggjadagin, tann
2. januar 2009, fer
nýggja røðin av væl
umtóktu, donsku
útgávuni av X Factor
av bakkastokki. Fyri
føroyingar er tað
serliga spennandi, at
gospelsangarinnan
Linda Andrews, ið fyri
kortum gav fløguna
Revelation út, er ein
av luttakarunum
sHoWBusinEss
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Klokkan 19 fríggjakvøldið
fer onnur danska útgávan
av talentkappingini X Fac
tor av bakkastokki á DR1.
Fleiri føroyingar hava sein
nu árini tikið lut í slíkum
talent og sangkappingum í
Danmark og Íslandi, millum
annað Guðrun Sólja Jacob
sen, Pætur við Keldu, Jóg
van Hansen, Vígdis Hentze
Olsen og seinast Ragnar
Finsson, fyri bert at nevna
nøkur. Øll hava tey staðið
seg sera væl í hesum kapp
ingum, og hava tey flestu
verið í finaluni, og enn tá
vunnið kappingarnar.
Fyrst í komandi ári verður
aftur ein føroyingur við í
danskari talentkapping, og
er tað hesuferð gospel
sangarinnan
Linda
Andrews, ið hevur verið til
upptøkuroynd til aðru dons
ku útgávuna av X Factor.
Føroyska
gospelsong
kvinnan, ið er búsitandi í
Keypmannahavn, er ikki
heilt ókend í tónleikahøpi
uttanlands. Hon hevur mill
um
annað
framført
til
Danish Music Awards og
Melodi
Grand
Prix,
umframt at hon í fjør tók lut
í kappingini Talent 2008
sum kórleiðari hjá gospel
kórinum Gentofte Gospel.
Føroysk gospel diva
Linda Andrews var eisini
skotin upp til Planet Awards
í ár, har hon var tilnevnd
sum uppskot til bestu føroys
ku songkvinnu. Niels Uni
Dam,
tónleikaummælari,
skrivaði soleiðs um Lindu
Andrews sum grundgeving
fyri tilnevningini:
»Fáar føroyskar song
kvinnur munnu hava so
nógvar og góðar royndir í
útlondum
sum
Linda
Andrews Hetta nærum utt
an at føroyingar hava varn
ast tað. Men í ár trein hon
veruliga inn aftur á føroyska
tónleikapallin. Henda før
oyska gospel diva gav fyrstu
fløguna út sum einstalkingur
og spældi eina minniliga
konsert á Summarfestivali
num, ið fekk ummælarar og
áskoðarar at kappast um at
rósa henni. Røddin er egin
og teknikkurin er í serflokki.
Linda hevur nógvar royndir
sum kórsangari og kór
leiðari, og hesar royndir, ið
telja millum annað arbeiði
saman við heimsstjørnum,
hava givið henni eina ser
stakliga góða fatan av,
hvussu hon fær brúkt sína
rødd á bestan hátt.«
Nú ætlar hon sær aftur at
gera ein vørr uttanlands, og
útfallið av upptøkuroyndini
til donsku útgávuna av X
Factor 2009 kunnu føroy
ingar síggja á DR1 klokkan
19 fríggjakvøldið 2. januar.
Linda Andrews við
í X Factor 2009
Jógvan Hansen møgu
liga umboða Ísland
í Eurovision
Jógvan Hansen gjørdist í
2007 vinnari av X Factor
í Íslandi. Í 2009 hevur
hann nú møguleikan at
gerast fyrsti føroyingur, ið
tekur lut í eini Eurovision
kapping, tó umboðandi
grannatjóð okkara Ísland.
Føroyska gospel divan
Linda Andrews er ein av
luttakarunum í donsku
útgávuni av X Factor
2009, sum verður send
fríggjakvøldið 2. januar
klokkan 19 á DR1
Mynd: Bjarne Bergius Hermansen,
Danmarks Radio
Nøkur av teimum, ið hava staðið seg væl
í donskum og íslendskum kappingum
Guðrun Sólja Jacobsen, Vinnari Stjerne for en Aften
2003
Gunnar Mikkelsen,
Vinnari Stjerne for en Aften
2004
Pætur við Keldu,
Finalistur Dansk Melodi Grand Prix
2002
Jógvan Hansen,
Vinnari Íslands X Factor
2007
Vígdis Hentze Olsen,
Vinnari Kan Du Danse
2007
Ragnar Finsson,
Finalistur Talent
2008
Aalborg bjóðar Billund av
Nú verður stríð um tey, sum ferðast við flogfari til og úr
Jyllandi. Floghavnin í Aalborg hevur sett sær fyri at vinna
aftur tað, sum hon misti, tá flogfelagið Sterling fór á húsagang
herfyri, og tað kann lættliga fáa óhepna ávirkan á floghavnina í
Billund, skrivar JyllandsPosturin. Søren Svendsen, sum er
stjóri í Aalborg Lufthavn, sigur við blaðið, at ætlanin er at fáa
fatur á fólki í Århus og har um vegir, sum nú brúka
floghavnina í Billund. Stjórin í Billund, Jørgen Krab Jørgensen,
sigur seg ikki stúra fyri kapppingini.
Sjógvur var í lastini
Tá menn fóru undir at lossa íslendska farmaskipið
"Hvassafell" í havnini í Rotterdam í Niðurlondum,
varnaðust teir, at rættiliga nógvur sjógvur var í einari av
lastunum. Í hesari lastini vóru bingjur við evninum
"Aluminium Dross", sum sambært íslendskum bløðum
elvir til hita, um tað kemur í samband við sjógv. Vill illa
til, kann eldur koma í tað. "Hvassafell" er skip, sum
íslendska reiðaríið Samskip leigar. Í gjár dugdi felagið
ikki at siga, hvussu sjógvur var komin í lastina, men tað
skuldu niðurlendsku myndugleikarnir kanna.