Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 249 - 30. desember 2008 - Vit mugu stríðast fyri okkara frælsi, og vit eiga ikki at gevast, fyrr enn vit hava vunnið sjófólki sømilig kor, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiski- mannafelagnum Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Luttøkan á landsfundi Føroya Fiskimannafelags í gjár var ikki so stór, sum hon onkuntíð hevur verið. Einir 60 mans vóru á fundi, men tá talið hevur verið størst, hava einir 150 mans verið á árliga fundinum. Flestu ísfiskaskip hava ligið um jólahøgtíðina og liggja framvegis, men nøkur loystu triðja og fjórða dag og eru úti. Tey skip, sum eru á fjarleiðum, koma vanliga ikki heim, fyrr enn túrur er lokin. Vantandi kunnleiki Á landsfundinum vísti felagsformaðurin á, at tað er sera trupult at hava sítt starv á havinum, og fiskimenn kenna trýstið, sum gongur á teir úr øllum ættum. - Úr øllum ættum verða førdar ein rúgva av ógrundaðum atsókn- um móti okkum, men hesar byggja fyri tað mest á vantandi kunn- leika og fordómar. Jan Højgaard segði, at tað eisini eru tey, sum royna at gera sær dælt av at finnast at fiski- monnum. - Tað eru virki, sum ikki eru kappingarfør, ið vilja hava fisk fyri lítið og lætt. Tey royna at vísa á etisk virðir, men vit eiga at krevja, at hesi eisini hava sín etik í ordan, sum felagsformað- urin tók til. Hann helt tað vera átaluvert, at tey fólka- valdu kenna so lítið til okkara høvuðsvinnu. - Vit vilja tí loyva okkum at koma við eini áheitan á okkara fólka- valdu um at kunna seg betri um viðurskiftini í okkara høvuðsvinnu, tí hetta er ein fyritreyt fyri at kunna stýra føroyska samfelagnum. Felagsformaðurin helt, at tað hevði komið fiski- manninum til góðar, um fólk høvdu størri vitan um fiskivinnuna. - Hetta hevði í sjálvum sær verið nóg mikið til, at vanligi borgarin ikki treytaleyst góðtók allar tær negativu myturnar, ið mangan verða slongdar út móti okkum, legði hann aftrat. Frælsi kostar Jan Højgaard segði, at Fiskimannafelagið fer at berjast fyri, at limir felag- sins kunnu fáa sama rætt sum aðrir borgarar í Føroyum. - Tað sigur seg sjálvt, at eingin í einum fram- komnum samfelag kann góðtaka, at ein partur av fólkinum ikki hevur sama rætt til almannaveitingar, sum aðrir hava. Hann segði, at um eitt samfelag góðtekur slíkt, er hetta tað sama sum at góðtaka mismun, og tað kann einki samfelag hava sitandi á sær. - Vit hava longu ásannað, at tað hevur kostað dýrt hjá fleiri, sum hava gjørt krav upp á síni rættindi. Vit hava áður nevnt Carlton, men eisini umborð á øðrum skipum hevur tað fingið avleið- ingar, at menn hava kravt sín rætt. Felagsformaðurin helt tó, at fiskimenn eiga at verða greiðir yvir, at frælsi er nakað, tú ert noyddur at berjast fyri. - Tí eiga vit ikki at gev- ast, fyrr enn vit hava vunnið okkum sømilig kor, legði Jan Højgaard aftrat. Tað kostar at krevja sín rætt Jan Højgaard, felagsformaður, helt á landsfundinum í gjár, at tað hevði komið fiskimanninum til góðar, um tey fólkavaldu høvdu størri vitan um fiskivinnuna Mynd: Jens Kr. Vang Nýggjar reglur fyri kópaveiði Kanadiska stjórnin hevur broytt reglurnar fyri kópaveiði. CBS News sigur, at tær nýggju reglurnar áleggja veiðimonnunum at tryggja sær, at kópurin er deyður, áðrenn skinnið verður skrædlað av honum. Tíðindini um tær broyttu reglurnar koma rættiliga óvart á eygleiðarar, tí fyri bara einum mánað síðani segði Gail Shea, fiskimálaráðharri, at Kanada fór at lata sínar veiðimenn brúka somu mannagongd í 2009 sum higartil. Tá mótmæltu ES og fleiri djóraverndarfelagsskapir, og tað hevur eftir øllum at døma havt sína ávirkan, sigur CBS News. Økja toskaaling munandi Í Trøndelag í Noregi hava tey so góðar royndir við at ala tosk, at ætlanin er at fimmfalda alingina í økinum tey bæði næstu árini ella so. Í løtuni hava myndugleikarnir seks umsóknir frá feløgum, sum vilja sleppa at ala tosk í Trøndelag, sigur kringvarpið NRK. Tvær av umsóknunum eru frá einum felagi, sum ætlar sær at útflyta 1.500 tons av aldum laksi um eini tvey-trý ár. Ein talsmaður fyri felagið sigur, at felagið fer at brúka sínar royndir frá laksa- ig sílaaling til toskaalingina. - Tvingsilssølur og útistandandi hýra hava givið okkum nógv eyka arbeiði hetta árið. Vit hava lagt hýru út fyri limir, og felagið hevur tryggjað sær peningin við sjópanti í skipum, segði Eyðstein Djurhuus, formaður í FSN á aðalfundi í morgun aðaLfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár hevði Føroya Fiski- mannafelag landsfund, og í dag er tað Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN), sum heldur sín aðalfund í Norðurlandahúsinum. Formaður í FSN er Eyðstein Djurhuus, og áðrenn frágreiðingin frá virki felagsins verður løgd fram, hevur nevndin í felagnum viðgjørt frágreið- ingina og stendur soleiðis aftanfyri tað, ið sagt verður. - Vit nýta hetta høvi til at bera fram okkara hugsan um ymisk mál, sum hava ávirkan á viðurskifti hjá limum okkara. Limir og onnur venda sær regluliga til okkara við ymiskum málum og fyrispurningum, og felagið leggur stóran dent á at veita eina muna- dygga tænastu til limirnar, sigur formaðurin, sum dagliga starvast á skriv- stovuni sama við skrivara felagsins, Áshild Joensen. Eitt, sum FSN leggur stóra orku í, er at gera viðmerkingar til øll lógar- uppskot og kunngerðir, sum viðvíkja áhugamálum hjá felagnum. - Hetta er okkara demo- kratiski rættur til veruliga ávirkan í einum vælvirkandi samfelag. FSN hevur eisini umboðan í fleiri alment settum nevndum og ráðum. Nógv arbeiðsorka fer til slíkt, og nevnast skal, at ongin samsýning verður latin fyri hetta arbeiðið. Eyðstein segði á fund- inum, sum byrjaði klokkan 11 í morgun, at tvingsilssølur og útistandandi hýra, hava givið felagnum nógv eyka arbeiði hetta árið. - Vit hava lagt hýru út fyri limir, og felagið hevur tryggjað sær peningin við sjópanti í skipunum, legði hann aftrat. Carlton-málið Formaðurin vísti á, at tíðliga í ár tók ósemja seg upp millum Fiskimanna- felagið og reiðaríið hjá ídnaðarskipinum Carlton. - FSN og Maskinmeist- arafelagið høvdu onga ósemju fyri sínar limir. Mynstringarbann varð lýst og eftir einar tvær vikur frætti felagið, at arbeitt varð við at fáa skipið aftur til fiskiskap, hóast lýsta mynstringarbannið hjá FF. Eyðstein segði, at FSN beinanvegin setti seg í samband við ein royndan løgfrøðing um at fáa eina útgreining av, hvat galdandi er í einum føri sum hesum. Hann segði, at møgulig samhugatiltøk vórðu um- aðaLfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á ólavsøku legði landsstýrið uppskot fram um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Hetta uppskotið var rættiliga víð- gongt og var ein avskrift at tilmælinum hjá Fiskirann- sóknarstovuni. Lagt varð upp til munandi niðurskuð í fiskidagtalinum og víð- fevndar økisfriðingar. Á aðalfundinum í morgun vísti formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag á, at øll vinnan varð skelkað Felag eftirlýsir skipaðan - Vit hava ongan áhuga í, at fiskidagatalið ella skipatalið er so høgt, at eingin fær lønandi rakstur, men vit sakna ein skipaðan politikk, sum hevur til endamáls at minka skipatalið samsvarandi fiskidagatalinum, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag Navigatørar stúrdu fyri endurgjaldi