týsdagur 30. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Skulu ikki keypa rakettir
Íslendski politikarin Jón Magnússon, sum umboðar frælslynta
flokkin í Altinginum, mælti um vikuskiftið íslendingum frá at
keypa rakettir til hetta nýggjárið. Tingmaðurin helt, at í hesum
døgum hava íslendingar fyri neyðini at spara, og hann helt tað
vera at spilla pengar burtur at skjóta teir upp í luftina. Umframt
rakettirnar mælti tingmaðurin íslendingum til at drekka minni
sodavatn. Her kann verða lagt afturat, at Jón Magnússon var eitt
skifti formaður í íslendska brúkarafelagnum.
Útróðrarbátur á land
Ein útróðrarbátur úr Vestmannaoyggjunum fór á land á Heimaey
tíðliga gjáramorgunin. Boð vórðu send eftir bjargingarfelagnum í
Vestmannaoyggjunum, og tað sendi bjargingarbátin "Þór" til
hjálpar. Tað eydnaðist bjargingarbátinum at toga útróðrarbátin av
aftur og at bryggju. Tað vísti seg, at útróðrarbáturin, sum eitur
"Hlöddi", hevði trupulleikar við sjálvstýraranum. Tveir menn
vóru við bátinum, og teir sluppu frá tilburðinum uttanb mein,
skrivar Vísir.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur sín árliga aðalfund í Norðurlandahúsinum í dag
Mynd: Jens Kr. Vang
- Vit vilja takka
Fiskimannafelagnum
og Maskinmeistara-
felagnum fyri gott
samanhald, tí veru-
ligur vandi var fyri,
at allur sáttmálabygn-
aðurin fór fyri einki
undir oljukreppuni,
sum var, segði
Eyðstein Djurhuus
á aðalfundinum í
morgun
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eyðstein
Djurhuus,
formaður í FSN, nam
eisini í síni frágreiðing í
morgun við oljuprísirnar,
sum hava verið rættiliga
høgir ein stóran part av
hesum árinum.
- Prísurin á olju hækkaði
óvanliga nógv miðskeiðis
í árinum. Trupult var at fáa
lønandi rakstur hjá fleiri
skipabólkum.
Reiðara-
felagið ynskti at fáa sam-
ráðingar við manningar-
feløgini við grundarlagi í
oljuprotokolatinum. Ført
varð fram, at um manning-
arfeløgini ikki vildu sam-
ráðast,
metti
Reiðara-
felagið seg at vera frítt
stillað til at samráðast
beinleiðis við einstøku
manningarnar.
Eyðstein segði, at hesa
støðu ynskti FSN ikki at
koma í.
Ørkymlaðir reiðarar
-
Eftir
tveir
samráð-
ingarfundir góvu manning-
arfeløgini
Reiðarafelag-
num
eitt
tilboð
fyri
skipabólkin,
lemmatrol-
arar. Feløgini góvu tilsøgn
um,
at
býtisprosentið
restina av sáttmálaskeið-
num varð sett til 26%.
Feløgini góvu eisini tilsøgn
um at gera líknandi avtalu
fyri
aðrar
skipabólkar.
Eisini varð kravt av Reið-
arafelagnum, at teir skuldu
nokta limum sínum at taka
upp samráðingar beinleiðis
við einstøku manningarnar
um høgu oljuútreiðslurnar.
Eyðstein
segði,
at
Reiðarafelagið
var
eitt
sindur ørkymlað av upp-
skotinum hjá feløgunum,
men tá nakað varð fráliðið,
søgdu teir nei takk.
- Síðan hava vit einki
samskifti havt um olju-
protokollatið, og okkum
vitandi vera allir sáttmálar
fylgdir, legði hann aftrat.
Takkaði feløgum
Formaðurin í FSN fegn-
aðist um, at oljuprísurin
tíbetur er lækkaður mun-
andi, men protokolatið er
enn í sáttmálanum.
- FSN ynskir at takka
Fiskimannafelagnum
og
Maskinmeistarafelagnum
fyri gott samanhald, tí
veruligur vandi var fyri, at
allur sáttmálabygnaðurin
fór fyri einki undir olju-
kreppuni, segði Eyðstein
Djurhuus á aðalfundinum
í morgun.
Allur sáttmála-
bygnaðurin rillaði
undir oljukreppuni
rødd, men ein avleiðing av
slíkum
tiltøkum
kundi
lættliga føra til, at FSN kom
undir
endurgjaldsábyrgd
fyri brot á friðarskylduna í
sáttmálaskeiðinum.
- Fiskimannafelagið hevði
longu stevnt reiðarínum og
hevði framt arrest í skipi-
num, so limir teirra høvdu
tryggjað sær hýrumunin,
um teir fingu viðhald í
rættinum. Enn er tó eingin
úrskurður gjørdur í hesum
máli. Skipið er nú selt av
landinum, og eftir okkara
fatan varð tað heilt óneyðugt
við hesum verkfalli.
Eyðstein Djurhuus segði,
at FSN kortini vil átala, at
føroyskir fiskimenn vildu
bróta
blokaduna
hjá
Fiskimannafelagnum.
Einastu limir í FSN, sum
vóru við Carlton, vóru skip-
ari, 1. stýrimaður og 2.
stýrimaður,
og
eingin
ósemja varð um teirra
lønarviðuskifti.
- Tann mest grundleggj-
andi spurningurin í hesum
máli er, um reiðarar kunnu
seta fólk uppá aðrar avtalur,
enn sáttmálan við Reiðara-
felagið sigur, men hesin
spurningur er ikki svaraður
enn, legði formaðurin í
FSN aftrat.
av uppskotinum.
- Tá bæði løgmaður og
fiskimálaráðharrin nevndu
henda ætlaða niðurskurð
sum størsta frambrot fyri
føroyska vinnu síðan av-
tøkuna av einahandlinum,
vóru vit mong, sum øtaðust.
Um uppskotið varð sett í
verk, soleiðis sum tað
fyrilá, hevði allur heima-
flotin komið í stórar trupul-
leikar. Hetta hevði verið
mønustingurin omaná tor-
føru støðuna, sum vinnan
var í orsaka av minkandi
fiskiskapi,
høgum
olju-
prísum og hækkandi rentu.
Eyðstein segði, at enda-
liga úrslitið gjørdist ein
munandi minni niðurskurð-
ur, eins og friðingarnar
vórðu óbroyttar.
- Vit hava ongan áhuga í,
at
fiskidagatalið
ella
skipatalið er so høgt, at
eingin fær lønandi rakstur.
Men vit sakna ein skipaðan
politik, sum hevur til enda-
máls at minka skipatalið
samsvarandi fiskidagatali-
num.
Tá
fiskidagatalið
verður lækkað, fáa øll skip
trupulleikar,
og
skipini
mugu so sjálvi royna at
keypa frá hvørjum øðrum.
Hetta kann vera torført, tá
allir hava ov fáar dagar
framanundan.
Formaðurin í FSN segði,
at
fiskivinnupolitikkurin
má skipast soleiðis, at tilber
at fáa tey elstu og mest
ótíðarhóskandi skipini burt-
urúr flotanum, og soleiðis
geva
meira
rúmd
fyri
teimum, sum eru eftir.
fiskivinnupolitikk
Takk
Eg vil hjartaliga takka øllum, sum mintust
meg á 70 ára degnum.
Somuleiðis vil eg eisini ynskja vinum
og kenningum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Heilsan
John Oluf Jacobsen