týsdagur 30. desember 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Kann kosta 5 ára fongsul
Tað eru ikki tespilig tíðindi, enska blaðið Daily Mail borðreiður við í dag.
Sagt verður, at enski landsliðsleiðarin Steven Gerrard kann fáa heilt upp í
fimm ára fongsul, eftir at hann í dag er skuldsettur fyri harðskap og
slagsmál í einum náttklubba. 28 ára gamli Liverpool liðskiparin var
handtikin saman við fimm øðrum monnum nærhendis Lounge Inn í
Southport tíðliga mánamorgunin. Tveir aðrir menn eru somuleiðis
skuldsettir í morgun eftir hendingina. 34 ára gamli plátuvendarin Marcus
McGee mátti á sjúkrahús eftir hendingina við skaða í andlitinum.
Hendingin skal verða farin fram eftir at plátuvendarin ikki vildi spæla eitt
ávíst lag, sum Gerrard bað um. Antin tað so kann fara at kosta heilt upp í
fimm ára fongsul, er so ein onnur søga.
lógarbrot
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
- Hatta ljóðar ikki gott. Tað
er ikki loyvt at selja til fólk
undir 18 ár, og tey sum selja
hava onga umbering, tí við
hvørjum einasta loyvi, sum
vit lata, verða reglurnar latn-
ar á skrift. So øll sum selja,
kenna lógina, er fyrsta
viðmerking frá vakthavandi
á politistøðini í Havn, tá vit
siga honum okkara søgu.
Á trimum av fýra sølu-
støðum, sum vit hava vitjað
í dag, vísir tað seg nevniliga,
at aldursmarkið ikki verður
hildið. 15 ára gamla gentan,
sum Sosialurin hevur sent
at kanna málið, slapp at
keypa fýrverk uttan nakran
trupulleika,
hóast
lógin
sigur, at fólk skulu vera fylt
18 fyri at kunna keypa.
- Vit koyra runt til sølu-
støðini fyri at tryggja, at
fýrverkslógin verður hildin,
men vit fáa ikki staðið har
allan dagin. Tá vit hava
verið úti, hava vit ikki sæð
nakað óreglusemi, men vit
vita sjálvandi ikki hvat fer
fram, tá vit ikki eru
har, sigur vakthavandi.
Hann sigur, at sektin fyri
at selja fýrverk til børn og
ung er bót. Talan kann í ser-
liga grovum førum gerast
um hefti.
- Hatta ljóðar ikki gott, tí
hatta er lógarbrot. Tað kann
jú standast stórur skaði á
børnini av fýrverkinum, so
hatta er strangliga bannað,
sigur vakthavandi.
Hann eggjar fólki til at
melda tað, um tey koma
fram á slíkt óreglusemi í
sambandi
við
fýrverks-
søluna.
Í eini roynd at eftir
kanna um føroysku
fýrverkssølurnar
halda lógina, sum
sigur, at ikki er loyvt
at selja fýrverk til
ung undir 18 ár,
kom Sosialurin í dag
fram til, at tríggjar
av fýra kannaðum
fýrverkssølum bróta
lógina
lógarbrot
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Nú tað stundar til nýggjár
eru hópin av sølustøðum
kring landið, har fyritøkur
ella ítróttarfeløg selja fýr-
verk. Talan er bæði um fast-
ar handlar og um bingjur, ið
eru settar upp til endamálið.
Løgreglan hevur seinastu
dagarnar verið úti og vitjað
fýrverkssølurnar, til tess at
tryggja, at lógin um sølu av
fýrverki verður fylgd.
Av politistøðini frætta
vit, at tey hava ein tjekklista,
sum tey ganga eftir, tá tey
fara út á sølustøðini. Lógin
hevur
nevniliga
neyvar
ásetingar um, hvussu um-
støðurnar skulu vera har fýr-
verk verður selt.
Millum annað tryggjar
løgreglan sær, at:
• Roykibannið verður
hildið
• At eldfimar veskur eru
burturbeindar
• At bert er ein lutur av
hvørjum slagi stendur
frammi í handlinum
• At neyðugu sløkkiamboð-
ini eru til staðar
• At goymslan av fýrverk-
inum er væl avlæst, so
fólk ikki sleppur at henni
• At allir kassar við fýr-
verki eru væl merktir, so
eingin ivi er um, at tað
eru vandamikil evni í
honum
• At ikki verður selt til
fólk undir 18 ár
Sosialurin hevur í dag kann-
að, hvussu væl hetta sein-
asta verður hildið. Sleppa
børn og ung undir 18 ár at
keypa fýrverk, ella verða
tey vend í hurðini.
Tríggir av fýra
bróta lógina
Vit valdu fýra tilvildarligar
fýrverkssølur í høvuðsstað-
num, har vit fingu 15 ára
gomlu Sissal at fara inn og
vita, hvørt hon slapp at
keypa fýrverk, ið ikki eigur
at verða selt ungum undir
18 ár. Fyri ikki at gera mun
á sølustøðunum, bóðu vit
hana royna at keypa nøkun-
lunda tað sama í øllum støð-
unum, nevnliga tveir pakkar
av »Heksehyl« og eina rímu-
liga
kraftiga
og
stóra
rakett.
Fyrsta vitjanin varð gjørd
við Vøruhúsið á Hjalla. Har
varð Sissal beinanvegin
spurd um hon kundi prógva
at hon var yvir 18 ár, og
slapp hon sostatt ikki at
keypa fýrverkið.
Næsti steðgur var við
handilin 360˚ á Hjalla. Har
sendu vit hana inn at keypa
júst tað sama. Her hepnaðist
tað henni at keypa tað, vit
bóðu hana keypa, uttan at
verða spurd um prógv.
Triði steðgurin var við
bingjuna uttanfyri Hoyvíks-
høllina. Har eydnaðist tað
eisini Sissal at keypa fýr-
verk, uttan at verða spurd
um prógv.
Seinasti steðgur var hjá
Thomas Dam á Hálsi. Eisini
her fekk hon keypt tað fýr-
verkið, vit bóðu hana um,
uttan at nakar kannaði eftir,
um hon hevði loyvi at keypa
fýrverk.
Sostatt kunnu vit bara
staðfesta at tríggjar av teim-
um fýra tilvildarligu fýr-
verkssølunum, ið vit kann-
aðu, ikki halda seinasta
punktið. Spurningurin er
so, hvussu støðan er við
restini av sølustøðunum.
Hevur sagt tað
við sølufólkini
lógarbrot
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Fróði Sigvardsen, handilsmaður, hevur ábyrgdina av tveimum
av sølustøðunum, sum Sosialurin hevur kannað: Við 360 á
Hjalla og Thomas Dam á Hálsi.
Spurdur, hvussu tað ber til, at ein ung genta sleppur at
keypa eina rakett fyri 200 krónur, sigur hann seg hava sagt við
sølufólkunum, at tey mugu ikki selja til ung undir 18 ár.
- Eg havi sagt, at tey mugu ikki selja annað enn smáting til
ung undir 18 ár. At tey gera tað kortini, fái eg ikki vart meg
fyri, annað enn at endurtaka tað aftur og aftur, sigur Fróði
Sigvardsen. Hann leggur afturat, at tað serliga eru smádreingir,
sum smetta fyri hvørjum øðrum, um okkurt sølustað selur
teimum vørur, sum eru bannaðar. Tí er tað serliga teir, tey
savna seg um.
Eisini vísir Fróði Sigvardsen á, at kann vera torført at halda
skil á, tí ofra standa fleiri fólk við diskin og keypa í senn -
børn fremst og foreldur aftanfyri.
- Tað er heldur ikki altíð so lætt at síggja, hvussu gomul tey
ungu eru. Er tað ein seytjan ára gamal drongur, sum sær friðar-
ligur út, so spyr man kanska ikki, sigur Fróði Sigvardsen.
- Men kanska skuldi man biðið ivasamar kundar um at vísa
koyrikort, sigur hann við Sosialin.
Handlar selja
børnum fýrverk
Ongin
umbering
Jólamaður drap 9
Hin 45 ára gamli Bruce Jeffrey Pardo drap níggju fólk um jólini.
Hann var ílatin sum jólamaður, tá hann framdi hesi morðini.
Løgreglan hevur síðani funnið fram til, at drápini vórðu gjølla løgd til
rættis. Hann kom brestandi inn til eina veitslu jólaaftan og skjeyt
níggju fólk. Ætlanin var at drepa mammuna, og hann visti, at hon var
boðin við til veitsluna. Tað vísti seg kortini at hon var ikki farin, tí
hon varð vorðin sjúk. Hann ætlaði at drepa enn fleiri, men gjørdi
sjálvmorð áðrenn.