týsdagur 30. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 249 - 30. desember 2008
Carl Johan Jensen
rithøvundur
Hvussu hevur árið verið
innan tað, tú tekst við:
– Hetta hevur verið eitt
rættiliga deyðligt ár innan
bókmentir og leiklist, haldi
eg. Tað eru komin nøkur
yrkingasøvn, men tað vanta
prosabókmentir á høgum
stigi. Innan sjónleikin er
heldur ikki hent so nógv – í
øllum førum ikki fyri vaks
in. Tað hava verið nógvir
leikir fyri børn og ung, men
eg havi saknað klassiskar leikir fyri vaksin frá
Tjóðpallinum
Hvat er tað besta í ár:
– Eg havi ilt við at siga hvat hevur skara framúr í ár.
Hvat er tað ringasta í ár:
– Eg havi eisini ilt við at siga, at nakað hevur verið verri
enn nakað annað. Hetta hevur verið eitt slættligt ár.
Hvat vónar tú av 2009:
– Eg vóni at tað fer at henda meiri innan listina. At tað
koma nakrar góðar bókmentir, og at tað kemur lív í aftur
Tjóðpallin.
Selma Ellingsgaard
Starvsmannafelagið
Hvussu hevur árið verið
innan tað, tú tekst við:
– Hetta hevur verið eitt
spennandi og avbjóðandi
ár. Eg havi jú skift starv, og
tað hevur verið sera læru
ríkt. Men árið hevur eisini
verið merkt av, at fólk eru
blivin søgd úr starvi. Tað
hevur verið buldraligt, tí
vit hava verið noydd til at
verið í offensivinum.
Onkur ting kundu gingið
frægari, men vit hava eisini
styrkt um samstarv og
samkifti við okkara sátt
málapartnarar.
Hvat er tað besta í ár:
– Vit hava framhaldandi
uppbygt samstarvið á
almenna arbeiðsmarknað
inum. Gongdin á tí økinum
hevur verið góð, tí tað er
sera positivt at kunna
standa saman.
Hvat er tað ringasta í ár:
– At uppliva, at fólk eru
blivin søgd úr starvi. Tað
hevur verið tyngjandi. Tað
er jú dugnaligt fólk, sum
sanniliga hava tænt fyri
seg, sum brádliga eru
uppsøgd.
Hvat vónar tú fyri 2009:
– Eg vóni, at vit fáa frið í
fíggjarheiminum, og at
døpru útlitin verða gjørd til
skammar. Til tað krevst, at
vit seta solidaritetin í
hásæti og lyfta í felag.
Annars kunnu vit ikki gera
okkum nakrar tankar um at
koma longri fram á leið.
Ingi Mohr
Heilbrigdi
Hvussu hevur árið verið
innan tað, tú tekst við:
– Tað hevur gingið væl í ár.
Tilgongdin hevur verið
tann sama sum undanfarin
ár, og vit hava havt góð
úrslit. Fíggjarliga hava vit
megnað at goldið hvørjum
sítt, hóast ongar
reguleringar hava verið
framdar. So samanumtikið
hevur tað verið eitt gott ár.
Hvat hevur verið tað besta:
– Alt hevur verið javnt best. Programmið liggur í fastari
legu hjá okkum, og tað er alt ein stór sólskinssøga, sum
tað er. Tað er einki betri enn at hjálpa øðrum.
Hvat hevur verið tað ringasta:
– Tað hevur ikki verið nakað ringt.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2009:
– Eg vóni, at man fær betri politiskt forstáilsi fyri, at
alkoholisma er ein sjúka.
Marita Rasmussen
Vinnuhúsið
Hvussu hevur árið verið
innan tað, tú tekst við:
– 2008 hevur verið eitt
ræðuliga hendingarríkt ár.
Tá árið byrjaði høvdu vit
onga hóming av, at tað fór
at enda, sum tað gjørdi. Vit
væntaðu eina útjavning,
men vit væntaðu, at tað fór
at stabilisera seg, og ikki at
tað skuldi fara so av
sporinum, sum tað er farið.
Hvat hevur verið tað
besta:
Vit høvdu eina veðurlags
ráðstevnu, har vit fingu Al
Gore at koma hendaveg.
Og tað hevur eydnast at
seta veðurlagið og um
hvørvið á dagsskránna. Nú
verður tað diskuterað í
stórum álvara, og tað hevur
stórt signalvirði fyri
keyparar og
samstarvsfelagar okkara.
Hvat hevur verið tað
ringasta:
– Serliga seinna hálvárið
hevur fiskiskapurin verið
vánaligur, og tað merkist í
øllum samfelagnum. Teir
ringarnir breiða seg longri
enn bert til tey, sum starv
ast í fiskivinnuni, tí serliga
í heyst hevur keypiorkan
verið fallandi hjá øllum.
Hvat ynskir tú fyri 2009:
– Eg vóni sjálvandi, at vit
eru komin á botn í fíggjar
kreppuni, og at tað nú fer
at ganga hinvegin, men satt
at siga, so vænti eg tað
ikki. Eg vænti, at 2009
verður eitt tungt tak, men
at so fer at ganga betri.
Men tað veldst um hvussu
hini londini klára seg, og
um eftirspurningurin aftur
fer at vaksa. Men í ár
hevur støðan broytst skjótt,
so tað er ringt at meta um
hvussu verður.
Sølvi Reinert Hansen
ÍSF
Hvussu hevur árið verið innan
tað, tú tekst við:
– Samanumtikið havi eg merkt
stóran áhuga fyri ítróttinum,
bæði av miðlunum og av
vanligum fólki. Vit hava fingið
nógvar góðar upplivingar við
føroyska ítróttinum, bæði í
heimligum kappingum, men
eisini í útlendskum kappingum.
Tað hevur verið spennandi at
fylgt við.
Hvat hevur verið tað besta:
– Pál Joensen hevur víst heilt
nógv í ár, og hevur givið okkum
góðar upplivingar við ítróttinum.
Eg má eisini nevna EB/Streym, tí
teir eru eitt bygdalið, sum vann
greinpuna, og sum fór út í heim
og spældi væl upp ímóti
Manchester City. At Katrin Olsen
var við til OL var eisini ímillum
heilt stóru hendingarnar. Tað er
gott at hava stjørnur, sum kunnu
ganga undan og vísa vegin fyri
ungdómin.
Hvat hevur verið tað ringasta:
– Eg dugi ikki at siga hvat hevur
verið tað ringasta. Í ítróttinum
gongur tað upp og niður, og tað
nyttar einki at hugsa um, hvat
ikki gongur væl, tí tað kunnu vit
ikki brúka til nakað. Vit mugu
fokusera uppá tað positiva.
Hvørjar vónir hevur tú fyri
2009:
– Um eg hugsi breitt, so ynski
eg, at vit øll seta okkum
nýggjárslyfti um at røra okkum
meiri. At tey vaksnu og tilkomnu
gerast meiri aktiv innan ítróttin.
Vit eru so røsk at trýsta børnini
avstað, men vit hava ikki stóra
breidd hjá teimum vaksnu. Nú
tíðirnar eru ringar, er tað eisini
ein góður máti at skapa innihald
fyri lítið og lætt. Fyri elituna havi
eg góðar vónir. Eg nevndi Pál og
Katrina, so vit hava góð dømi um
góð elitu ítróttarfólk. Harafturat
er 2009 oyggjaleikaár, so har
vænti eg mær nógv góð úrslit og
eina viku við góðum
upplivingum. Og at enda kann eg
nevna, at ítrótturin fyri fyrstu
ferð nakrantíð er komin á
fíggjarlógina. Vit hava fingið
600.000 til úrvalsítrótt, so tað eri
eg spentur uppá at fara undir.
Hvussu hilnaðist árið?
Nú tímaglasið fyri 2008 er um at renna út, og 2009 stendur fyri
durunum, hava vit spurt nakrar kendar føroyingar við ymsum
starvsgreinum, hvussu árið hevur hilnast, og hvørjar vónir tey
hava fyri komandi ár
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com