Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 178 - 15. september 2001 Nr. 178 - 15. september 2001 23 SL fara við hesum alment at bjóða út rutusiglingina á Skálafjarðarleiðini. SL hava sum samferðslueind, vegna landið, til uppgávu at samskipa sjóvegis og landvegis samferðslu,herundir planleggja,stýra og hava eftirlit við rutusiglingini hjá landinum. Útbjóðingin fevnir um Øki Skálafjarðarleiðin Leið 40. Strendur-Toftir-Tórshavn Harafturat ynskja SL at samstarvað verður um flutning, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina á Skálafjarðar- leiðini, herundir eisini serflutning av ymiskum slagi. Krøv • Útbjóðingin skal virka fyri, at SL fær fíggjarligar og tænastuligar fyrimunir í rakstrinum • Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja 1. januar 2002 • Øll krøv og treytir verða annars ásett í útbjóðingartilfarinum. Tilboð Tilboð, merkt Útbjóðing Oyggjaleiðir, skulu vera inn- komin til: Strandfaraskip Landsins att. Fólkaflutningsdeildin Postrúm 88 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 29. oktober 2001, kl. 12:00. SL skilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ikki at taka við nøkrum av innkomnu tilboðunum. Teir arbeiðstakarar, sum bjóða, kunnu verða hjástaddir, tá tilboðini verða latin upp. Sæð verður burtur frá tilboð- um, sum ikki eru innkomin til tíðina. Útbjóðingartilfar kann umbiðjast hjá SL, tlf. 343000 ella t-post: pjt@ssl.fo Áðrenn útbjóðingartilfar verður sent út, skulu kr. 1.000,- latast í depositum. Nærri upplýsingar um útbjóðingina kunnu fáast við at venda sær til Poul Jákup Thomsen,fólkaflutningsleiðara. Útbjóðing Skálafjarðarleiðin Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Starvsfólk til kundaavgreiðslu Flogfelag Føroya søkir starvsfólk at arbeiða fulla tíð. Arbeiðið umfatar telefon- og kundaavgreiðslu á deildini hjá Flogfelag Føroya á Áarvegnum. Vit vænta at tú hevur: • royndir innan ferðavinnu • royndir við AMADEUS bíleggingarskipan • dugir væl danskt og enskt • hevur áhuga fyri teldu • ert ágrýtin og kundavinaligur Til tíðir hava vit nógv at gera, og vænta at tú klárar arbeiðstrýst. Heldur tú hetta vera nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn , ið verður viðgjørd í trúnaði, innan 25. september . Starvið verður at seta sum skjótast. Flogfelag Føroya Boks 3225 Fo-100 Tórshavn p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0 Hagstova Føroya Vegna tess, at ein av okkara starvsfólkum er farið undir at útbúgva seg, og tí er givin í starvinum, søkja vit eftir nýggjum fólki. Arbeiðsuppgávur Tú fer fyrst og fremst at fáast við innlegging í ymsar hagtalsskipanir — eitt nú nýggja prístalið, kommunuroknskapir, virkisroknskapir o.a.. Men høvið verður eisini at vera við í arbeiðinum at viðlíkahalda og menna skipanirnar. Førleikakrøv Vit seta ikki serlig krøv til útbúgving, men dentur verður lagdur á kunnleika til teldu, evni at fara í holt við og skilja telduskipanir og arbeiðsroyndir við líknandi skipanum. Setanartreytir Tær eru sambært treytum í galdandi sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvsmanna- felagið. Umsóknin skal vera á Hagstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 28.september 2001. Hon skal sendast til Hagstovu Føroya Postox 2068 FO - 165 Argir. Meira fæst at vita við at venda sær til stjóran á Hagstovuni á tlf.35 28 00. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2363, P/F Fjarhitafelagið, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Ronald Finbjørn Poulsen, Turidargøta 27, 100 Tórshavn (formaður), Daniel Peter Andreas Sundberg Olsen, Mikkjalstrøð 8, 100 Tórshavn og Páll Petersen, 180 Kaldbak. Farin frá sum næstformaður: Kristian Fríðrik Olsen, á Brekku, 700 Klaksvík. Innkomin sum formaður: Kristian Fríðrik Olsen, á Brekku, 700 Klaksvík. Innkomin í nevndina: Høgni Mikkelsen, Villingardalsvegur 34, 100 Tórshavn (næstformaður), Sjúrður Olsen, Viðargøta 11, 160 Argir og Leivur Hansen, Lýðarsvegur 21, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 13. september 2001 Kristin Balle _____________________ Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulsfólki til 5 ára gamlan drong, við Down Syndrom, í Eysturoy. Arbeiðið hjá stuðlinum verður í Kongshavnar Barnagarði í Saltangará og í heiminum, men tó í neyvum samstarvi við foreldrini, Almannastov- una og onnur fakfólk. Arbeiðið fevnir um at hjálpa dronginum í sam- skiftinum við hini børnini í dagstovninum, at stimbra honum við venjingum og spæli og ann- ars geva honum ein innihaldsríkan gerandisdag, einsamøllum og saman við øðrum.Stuðulin fylgir dronginum í barnagarðin og skal eisini kunna fara við honum til fysioterapi o.a.uttan fyri stovn- in. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Setunartíðin er 01.10.01. Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært sátt- mála ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya Peda- gogfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rag- hild Dahl á tlf.314822 ella til Bettinu Christiansen á tlf. 448260 gerandisdagar millum 09.00 og 13.00, tó ikki mikudag. Umsóknir mugu vera okkum í hendi skjótast gjørligt og skulu sendast til: Almannastovuna Eysturoyar deild att. Bettina Christiansen Heiðavegur 600 Saltangará Útleigan av fimleikarhøllini Tey,sum ynskja at nýta fimleikarhøllina í Leirvíkar skúla í vetur, verða biðin um at boða frá á komm- unuskrivstovuni tlf. 443006 í seinasta lagi hós- dagin 20. september 2001. Leirvíkar Kommuna Boks 42 520 Leirvík Hervið verður søkt eftir stýrimanni/ motorpassara til Strandfaraskip Land- sins, at seta skjótast gjørligt. Viðkomandi skal byrja umborð á M/S “Rituni”, men kann til eina og hvørja tíð verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyri- skipað av leiðsluni. Viðkomandi skal kunna avloysa skiparan á Rituni. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Uppgávurnar hjá skipunum Høvuðsuppgávurnar hjá skipunum eru at røkja innanoyggja fólka- og farmaflutning eftir fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við ferðafólki runt oyggjarnar. Umborð á Rituni eru knýttir íalt 4 mans, og 3 mans sigla við hvørja ferð. Arbeiðs- tíðin er 56 tímar um vikuna og siglt verður í 3 vikur, síðani 1 vika avspáking. Viðkomandi ið settur verður skal sigla 2 vikur sum stýrimaður og 1 viku sum motorpassari. Dagliga farleiðin er Tórshavn-Nólsoy og ein túr um vikuna til Skúvoyar. Umstøður eru ikki at búgva umborð. Starvið fevnir um Stýrimaðurin/motorpassarin skal vera við til at tryggja, at trygdarútgerðin umborð er í so góðum standi at øll,bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars at veita leiðsluni eina skilagóða rakstrarfyrisiting. Stýrimaðurin/motorpassarin skal eisini verða við til at tryggja, at allar formligar reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdin er í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur eru m.a. at vera við til: • Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum • Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir og ætlanir • Hava eftirlit við maskinarínum • Tryggja gott samstarv við myndug- leikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv • Vinnubræv sum heimaskipari og motorpassari • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Heilsuprógv ikki eldri enn 2 ár • Sjón- og hoyrnarroynd ikki eldri enn 3 ár • Prógv í GMDSS • Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár • Kunnleika og royndir viðvíkjandi rakstri av skipum (royndir sum yvirmaður) • Kunnleika til lógarkrøv innanfyri rakstur av ferðamannskipum • Góð samstarvsevnir og góðan røkju- skap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 28. september 2001, kl. 12.00 Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Heinesen, starvsfólkaleiðara Tlf. 343000 ella e-mail: pah@ssl.fo Starv Stýrimaður/motorpassari Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- Bónus á Glyvrum søkir eftir starvsfólki Vit ha at a vi og t til Bó gt Bónus á Glyvrum 625 Glyvrar FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. SKALT TÚ MÁLA? C M Y K 23 22