leygardagur 15. september 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 178 - 15. september 2001
Nr. 178 - 15. september 2001
21
Hereftir fer Smyril at
sigla eftir vanligu
ferðaætlanini hósd-
agar
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Tey, sum sigla við Smyrli,
hava hesa seinastu tíðina
ilskast inn á Strandferðsl-
una, tí at hon so oftani
hevur broytt ferðaætlanina
hósdagar.
Eftir ferðaætlanini, skal
Smyril sigla av Havnini,
suður á Tvøroyri klokkan
14 hósdag og norður aftur
av Tvøroyri klokkan 19.
Hósdagar er ferðaætlanin
hjá
Smyrli
løgd
eftir
fiskivinnuni í Suðuroynni.
Tvs, at ferðaætlanin er løgd
soleiðis, at tað skal bera til
at arbeiða á flakavirkjunum
í Suðuroy so leingi sum
gjørligt hósdag og kortini
fáa fiskin av landinum
longu hóskvøld, sum er
neyðugt fyri at fáa hann á
marknaðin til tíðina.
Men hesar seinastu vik-
urnar er tað ferð eftir ferð
komið fyri, at Smyril ístað-
in hevur siglt suður á mið-
degi og norður aftur longu
klokkan 17.
Og hendan broytingin er
eisini gjørd fyri at ganga
fiskivinnuni á møti.
Í summar, ímeðan Norr-
øna hevur verið í summar-
sigling, hevur tað nevniliga
verið Clare, sum hevur ført
fiskin av landinum.
Men Clare siglur so seint,
at tað hevur verið neyðugt
at framskunda fráferðina úr
Føroyum, fyri at fáa fiskin
fram til tíðina og tí hevur
tað eisini verið neyðugt at
framskunda fráferðina av
Tvøroyri hóskvøld tveir
tímar, til kl. 17.
Tað skerst tó ikki burtur,
at hendan broytingin er
komin illa við hjá fiska-
virkjunum í Suðuroy, tí nú
hava tey verið noydd til at
gevast at virka tveir tímar
fyrr hósdagar.
Men tað skerst heldur
ikki burtur, at hetta hevur
elvt til ónøgd hjá ferða-
fólki, tí tey eru fleiri, sum
hava verið ov sein til
Smyril, tí tey ikki hava
fingið við, at ferðaætlanin
er broytt.
Liðugt nú
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni er harmur
um, at tað hevur verið
neyðugt at broyta ferðaætl-
anina so oftani hósddagar.
– Men tað hevur verið
neyðugt, fyri at fáa fiskin
av landinum til tíðina, sigur
hann.
Hann vísir tó á, at nú er
tað liðugt við broyting-
unum á hesum sinni.
–Nú er summarsiglingin
hjá Smyril Line hildin upp-
at, so nú er tað aftur Norr-
øna, sum skal føra fiskin av
landinum.
Tí verður tað heldur ikki
longur neyðugt at fram-
skunda fráferðina av Tvør-
oyri hósdagar.
Reidar Nónfjall sigur, at
teir fara avgjørt at hava
hetta í huganum til næsta ár
so at teir fáa byrgt upp fyri,
at tað ikki aftur skal vera
neyðugt at broyta ferða-
ætlanina hvønn hósdag.
Hann sigur, at Strand-
ferðslan fer nú at taka
málið upp við Smyril Line
fyri at vita, hvussu verður
næsta ár.
Men kanska endar tað
við, at Smyril heilt einfalt
fer at broyta ferðaætlanina,
so at allir túrarnir seinna-
partin
hósdagar
verða
framskundaðir tveir tímar,
ella so.
Í øllum førum vil Strand-
ferðslan sleppa undan at
broyta ferðaætlanina í heil-
um.
Liðugt at broyta
siglingina hósdag
Í summar hevur tað verið neyðugt at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli hósdagar og tað er komið
tvørt fyri hjá mongum. Men nú er liðugt við tí og Strandferðslan ætlar ikki, at hetta skal vera
gongdin aftur næsta ár
Skálafjarðarsiglingin
skal nú á privatar
hendur. Næsta ár
verður eisini
rutusiglingin til
Mykinesar
privatiserað
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Í dag verður byrjar eitt nýtt
tíðarskeið í søguni hjá
Strandferðsluni. Tí í dag
verður á fyrsta sinni ein
sjóvegis farleið hjá Strand-
ferðsluni boðin út til privat
at reka víðari.
Talan er um siglingina
ímillum Havnina, Strendur
og Skálafjørðin, sum nú fer
á privatar hendur.
Aðrastaðni í Sosialinum í
dag, lýsir Strandferðslan
við, at skálafjarðarsigling
verður boðin út.
Freistin fyri at lata inn
tilboð er ásett til 29. ok-
tober 2001.
Ætlanin er, at halda fram
at bjóða rutusigling hjá
Strandferðsluni út næsta ár,
tá ið siglingin út í Myki-
nesar verður boðin út.
Strandferðslan sigur, at
tað er eftir krøvum frá
politiska myndugleikanum,
at hon nú hevur fyrireikað,
at Skálafjarðarleiðin og
Mykinarleiðin nú verða
bjóðaðar út.
Men tað er eisini greitt, at
at útbjóðingin skal føra
fíggjarligar og tænastuligar
fyrimunir við sær fyri
landið.
Tey, sum eru áhugað at
bjóða upp á siglingina,
kunnu venda sær til Strand-
ferðsluna, so fáa tey treytir.
Eitt nú sigur Strand-
ferðslan, at hon vil sam-
starva um flutning uttanfyri
vanligu ferðaætlanina á
Skálafjarðarleiðini, m.a.
um serflutning av ymiskum
slagi.
Ætlanin er, at Skála-
fjarðasiglingin skal á pri-
vatar hendur longu frá 1.
januar
Men Strandferðslan til-
skilar sær rætt til at velja
ímillum innkomin tilboð,
ella til ikki at taka við
nøkrum
av
innkomnu
tilboðunum.
Teir arbeiðstakarar, sum
bjóða, kunnu verða hjá-
staddir, tá tilboðini verða
latin upp.
TÍÐINDASKRIV
Í næstu viku kemur for-
maðurin í danska autista-
felagnum, Jørgen Lind-
gren, til Føroya. Hann skal
halda
fyrilestrar
um
autismu sum heild og um
menningina innan autism-
una í Danmark. Eisini fer
hann at siga frá, hvat
foreldur og avvarðandi í
Danmark kunnu gera, tá ið
tey hava fingið diagnosuna
hjá barninum. Hvørji tilboð
eru og hvussu verður í
framtíðini
Danmark hevur verið rætti
liga frammalaga í viðgerð-
ini av autistiskum børnum,
og kendasti skúlin í Norð-
urlondum man vera Sofies-
kúlin í Keypmannahavn. Í
1962 tóku foreldur at
autistiskum børnum seg
saman og stovnaðu felagið
»Psykotiske Børns Vel«,
seinni »Foreningen for
Autisme«. Hetta felagið er
rættiliga stórt í dag, og
arbeiðið, ið felagið hevur
gjørt fyri autistisk børn og
foreldrum teirra, er ikki
smávegis. Fyri 10 árum
síðani var føroyska autista-
felagið sett á stovn, og er
tað ein deild av tí danska.
Fríggjadagin 21.9. og leyg-
ardagin 22.9. fer formað-
urin í danska felagnum,
Jørgen Lindgren, at halda
fyrilestur
í
veitsluhøll
landssjúkrahúsins
um
autismu og hvussu viður-
skiftini
hjá
fólki
við
autismu eru í Danmørk.
Hvat er autisma?
Vit kenna øll orðið »auto-
matiskt«.
Okkurt,
sum
verður sett í gongd ella
virkar av sær sjálvum. Hesi
børn gera sumt umaftur og
umaftur, uttan at hetta
gevur teimum nakra mein-
ing. Nógvir autistar tosa als
ikki, og tey sum tosa hava
hetta
sonevnda
»ekko-
málið«. Mest sum alt verð-
ur tikið bókstaviliga. Ein
mamma, sum átti eina aut-
istiska gentu, tók ímóti
einari yngri dóttir, sum
hevði verið fyri onkrum
óhappi, og hon segði við
gentuna: »Tú sært út, sum
hevur tú grátið eyguni úr
tær«. Autistiska gentan,
sum hoyrdi hetta øtaðist og
fór beinan vegin at leita á
gólvinum.
Tað,
sum
eyðkennir
autistiska barnið, eru tær
einstáttaðu
rørslurnar.
Barnið svevur ofta illa og
kann í fleiri tímar sita og
rugga aftur og fram frá
høvdalag til fótalag. Eisini
fær barnið grátiherðindi, og
foreldrini
gerast
illa
strongd. Eitt tað ringasta
hjá foreldrunum er, at tey
einki veruligt samband fáa
við barnið.
Nýggjar biologiskar
kanningar
Fleiri kanningar hava verið
seinastu árini. Vit vita nú,
at autisma er ikki vanlig
sinnissjúka, men er heldur
eitt álvarsligt menningar-
brek, sum kann stava frá
biologiskum avvikum í
heilanum. Ein kanning,
sum varð gjørd í 1979 vísti,
at 48% av møðrunum
kendu seg sjúkar og høvdu
trupulleikar í burðartíðini,
37% høvdu trupulleikar
undir føðing, og 9% søgdu,
at barnið var stútt sjúkt ta
fyrstu tíðina eftir føðing.
Fleiri aðrir patalogiskir
ella medisinskir tilstandir
eru
eisini
knýttir
at
autismu. Eitt nú hitt so
kenda fragila X-syndromið
– tað skroypiliga X kromo-
somið.
Foreldrini varnast brekið
Um foreldrini og heima-
læknin hava mistanka um
brekið, skal barnið sum
skjótast fara til barna-
psykiatriska kanning. Verð-
ur tað staðfest, at barnið
hevur autismu, skal farast í
gongd sum skjótast við
serligari undirvísing, bæði í
barnagarði og seinni í
skúla. Tað eru serlærarar til
hesi børn.
Jøren Lindgren kemur at
siga frá
Formaðurin
í
danska
autisafelagnum,
Jørgen
Lindgren, kemur til Føroya
at siga frá um autismu.
Hann eigur sjálvur ein
autistiskan drong og kennir
trupulleikan
at
egnum
barmi. Hann fer at siga frá
gongdini innan autismuna í
Danmark og hvørjar møgu-
leikar har eru til hjálp og
viðgerð.
Fyrilestrarnir
verða 21.9. og 22.9. í
veitsluhøll
landssjúkra-
húsins. Byrjað verður bæði
kvøldini kl. 19.00.
Formaðurin í danska autistafelagnum til Føroya
Ternan hevur siglit upp á
Skálafjørðin fyri
Stranmdferðsluna, men 1.
januar skal skal
skálafjarðarsiglingin á
privatar hendur
Skálafjarðarsiglingin verður nú bjóðað út
C
M
Y
K
21
20