leygardagur 15. september 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 178 - 15. september 2001
Nr. 178 - 15. september 2001
19
- At venda sorgina frá
vónloysi til vón, er ein
trupul tilgongd, sum
hjá nógvum tekur
langa tíð og krevur
nógva orku. Men
ringast er, tá ið sorgin
er orðleys. At hava
sorgina saman við
onkrum, ger hana
lættari at bera, sigur
Karen Heinesen, frá
Sorgarlinjuni hjá
Reyða Krossi Føroya
SORG
Turið Kjølbro
Brádliga at missa ein næsta
kann taka grundvøllin und-
an sjálvt tí sterkasta. Sorgin
kann verða so tung, sum ein
Mikines-málningur. Tann
syrgjandi steðgar upp full-
komiliga og missir fóta-
festið, lívið missir virðið,
og eingin glotti tykist vera
fyri framman.
- Deyðin er og hevur altíð
verið ein nærverandi partur,
ein lívstreyt, hjá øllum
føroyingum. Tey gomlu
høvdu tíð og umstøður at
steðga á og dvølja yvir
sorgini, áðrenn tey hildu
fram. Tey høvdu eina
lagnutrúgv.
Nýtímans
menniskjað hevur aðrar
lívstreytir.
Onkusvegna
svíkur eitthvørt, tó eingin
svíkur tilvitað. Eftir andlát
og um jarðarferðina er
stórur áhugi fyri teimum,
sum hava mist. So verður
tøgn, eingin spyr til tann
syrgjandi, fólk lata sum
einki og hetta líða tey flestu
undir, sigur Karen Heine-
sen, ið er ein av kvinnunum
aftanfyri Sorgarlinjuna hjá
Reyða Krossi Føroya.
Sorgarlinjan virkar nú á
triðja árið og virksemið í
vetur er júst farið í gongd.
Seks kvinnur, sum eru
útbúnar eitt nú sjúkrasyst-
rar, pedagogar og sosial-
ráðgevar skiftast trý kvøld
um vikuna at sita við
telefonina.
Sorgjarlinjan
vendir sær serliga til teirra,
sum knappliga hava mist,
annaðhvørt tað er av van-
Tíðin lekir ikki øll sár
Sorgjarlinjan vendir sær serliga til teirra, sum knappliga hava mist, annaðhvørt tað er av vanlukku, stuttari sjúkralegu ella talan
er um sjálvmorð
Mynd: Jens Kristian Vang
lukku, stuttari sjúkralegu
ella talan er um sjálvmorð.
Skipað verða so samrøðu-
ella hjálparbólkar við ein-
um fakfólki, og hesi koma
síðani saman 5-6 ferðir.
Vónloysi til vón
Endamálið við hjálparbólk-
unum er greitt at venda
vónloysi til vón, at venda
ringrásini frá sorg til sakn
og minni.
- Tann, sum hevur mist,
kemur veruliga í eina
kreppu, tilveran verður
vónleys og meiningsleys,
og eg havi hoyrt fleiri siga,
at fyrsta árið er ikki tað
ringasta. Hjá nógvum tekur
tað fleiri ár. Tann sorgrakti
kann gerast sjúkur av sorg,
læknin
skrivar
kanska
tablettir út uttan at við-
komandi fært tað betri. Tey
missa rætt og slætt sam-
leikan, sigur Karen Heine-
sen.
Tað er ringt dagliga at
vera um ein syrgjandi. At
síggja, hvussu sorgin nívur
uttan at man kann gera
nakað. Ella hevur orku til at
gera nakað.
- Vanliga siga fólk eitt-
hvørt fyri at ugga, so sum:
tað gongur nokk! ella: tíðin
lekir øll sár. Hetta verður
sagt fyri at eggja tann
syrgjandi at koma víðari.
Men í grundini sigur tað
meiri um tann, sum roynir
at ugga enn tann, sum
hevur brúk fyri ugga. Lítil
uggi er í slíkum útsøgnum.
Tann syrgjandi upplivir tað
sum, at øll vilja leggja lok á
tað sum er farið. Tann besta
hjálpin er at lata tann syrgj-
andi sleppa at siga frá síni
sorg, at lata viðkomandi
fortelja og gráta. At fara inn
í sorgina saman við tí
syrgjandi. Endiliga ikki
forsmáa sorgina, heldur
ikki fyri eins egnu skuld. At
hava sorgina saman við
onkrum, ger hana lættari at
bera. Og tá ið søgan er søgd
nóg ofta, missir hon brádd-
in. Tann syrgjandi kemur tá
til ta sannroynd, at nú er
hon tóm fyri kenslum. Og
fyrst tá kemur viðkomandi
víðari. Kenslurnar, sum
viðkomandi tá hevur um
tann deyða ella dramatisku
hendingina, sum var, verða
tá heilt øðrvísi.
- Nógv finna ein ugga í at
tosa við tann deyða, føra
eina innarliga samrøðu við
tann deyða, har biðið verð-
ur um ráð. Kanska finnur
einkjan ein nýggjan mann,
familjan heldur kanska, at
tað er ov stutt fráliðið, men
einkjan hevur spurt tann
deyða og fingið vælsignilsi,
greiðir Karen Heinesen frá.
Fastlæst í sorgini
At tvíhalda um og dyrka
sorgina, sum tað verður
sagt nú á døgum, er kent.
- Sorgin er ringast, tá ið
hon er orðleys, men hin-
vegin heldur ikki til at
halda út, tá ið tað bara
verður tosað um hana.
Sorgin verður hjá mongum
innihaldið í lívinum. Tosað
verður um tann deyða, sum
var tað ígjár, at viðkomandi
doyði, hóast mong, mong
ár eru liðin. Tað er ivasamt,
um tað er sorgin tey dyrka,
men rætt er, at sorgin verð-
ur ein umráðandi partur av
lívinum. Ivaleyst eru tað
aðrar orsøkir til, at tey ikki
hava tað gott. Hinvegin
kann hetta eisini vera eitt
neyðarróp: eg eri í sorg,
men eingin tímir at lurta
eftir mær!, sigur Karen
Heinesen.
At venda sorgina frá vón-
loysi til vón, er ein trupul
tilgongd, sum hjá nógvum
tekur langa tíð og krevur
nógva orku.
- At hugsa um framtíðina,
tá ið tú ert í sorg, er ringt.
Tann syrgjandi vil helst
ikki vera saman við familju
og vinum, tí hesi alla tíðina
eggja viðkomandi til at
koma víðari. Tað ber ikki til
at hyggja frameftir, sigur
tann syrgjandi, tí alt sær
vónleyst út. Fólkini, sum
eru rundan um tann syrgj-
andi, hava kanska hug at
gevast á hendur, orka ikki
meiri at togast við við-
komandi.
Tað er trupult at seta orð
á sorg, tað er trupult at
venda sær til tann syrgjandi
og syrgja saman við við-
komandi.
- Vit hoyra mangan, at
eingin spyr til tann syrgj-
andi, tí vit vilja ikki særa.
Men hvønn er tað tá vit
royna at verja? Okkum
sjálvi! Og spyrt tú, so hevur
tú eisini skyldu til at hoyra
svarið. Hetta krevur tíð,
rúm og umstøður.
Óvæntað hjálp
Tað er í neyðini tú sært,
hvørji eru tínir røttu vinir,
sigst. Hetta hava ivaleyst
mong sannað.
- Hjálpin kemur mangan
óvæntað onkustaðni frá, og
fólk, tú hevði roknað við,
halda seg burtur. Tann
hjálpandi hevur eitthvørt í
sær, sum ger, at viðkom-
andi kann ikki lata vera við
at hjálpa. Har er ein ósagd-
ur ljómbotnur ella aftur-
ljóð.
- Vit hava øll møguleika
at venda okkum til tann
syrgjandi og spyrja, hvussu
tey hava tað. Tær nýtist ikki
at koma við nøkrum, tingi,
mati ella øðrum. Tú følir
inn at sálini, hvussu ringt
tann syrgjandi hevur tað, tú
fær veruliga ilt, og pínan,
viðkomandi
situr
við,
streymar ímóti tær eisini.
Men øll skulu vita, at tú
fært nakað afturfyri eisini.
Tú fært nakað fyri at geva
nakað. Heilt einfalt eina
uppliving, tú treyðugt vilt
vera fyriuttan. Tað kostar
nakað at tora, men tað
kostar eisini ikki at tora. Og
aftrar tú teg í fyrsta umfari,
skalt tú kortini tora at taka
stigið og seta teg í samband
við tann, sum tú kanst
hjálpa. Tað er ongantíð ov
seint.
- Pínan missur styrkjuna
um nakar orkan at lurta
eftir tær. Vit eru ikki so ym-
isk, tá ið ræður um tær inn-
astu kenslurnar. Tá eitur tað
sorg, gleði, ótti, pína. Mátin
sum vit tosa og hugsa uppá
er sjálvsagt treytaður av tí
samfelag vit liva í og
hvussu tosað verður í fa-
miljuni, tú ert partur av.
Hjálpin uttanifrá er ikki at
forsmáa, nevniliga tí at
viðkomandi ikki sjálvur er
persónliga raktur av sorg-
ini.
- Hugsjónin aftanfyri
sjálvhjálparbólkar er, at
fólk, sum hava upplivað
eina stóra sorg eittnú og
sum hava fingið eina ávísa
frástøðu til sorgina, kunnu
veita eina innarliga hjálp til
tann, sum er í sorg beint nú.
Tað er avgjørt ein vansi, um
tey sum royna at hjálpa,
ikki eru komin yvir teirra
sorg. Í eini og hvørjari hjálp
er ein roynd at hjálpa sær
sjálvum. Ein hjálp í sorgini
er eisini at bjóða seg til at
gera eitthvørt saman við tí
syrgjandi, ganga túrar sam-
an ella annað. Og ikki
helma í hóast viðkomandi í
fyrsta umfari sýtir fyri at
koma við.
Hjálpandi hond
Seinnu árini hava skeið og
fyrilestrar verið hildin í
Føroyum um evnið: børn
og sorg. Endamálið við
hesum hevur verið at búgva
fólk, lærarar, pedagogar og
onnur betur út til at kunna
hjálpa børnum, sum eru í
sorg. Karen Heinesen held-
ur ikki, at tað er skilagott at
seta seg í samband við børn
uttan um foreldrini.
- Ein hjálpandi hond sum
fer framvið foreldrini, um
barnið hevur foreldur, setur
barnið í eina loyalitets-
tvístøðu. Hinvegin kunnu
fólk altíð seta seg í sam-
band við foreldrini har
bjóðað verður at hjálpa.
Børn, sum syrgja eina
systir ella beiggja, tora
mangan ikki at siga frá
sorgini fyri foreldrunum, tí
tey eisini syrgja. Tað er ein
heilt ólukkulig støða, tá ið
foreldur ikki rúma børnini,
sum eru á lívi, men bert tað
deyða barnið. Hesi børnini
eru í stórari sorg, tað er
ógvuliga ringt hjá teimum
at góðtaka, at foreldrini
ikki rúma tey, tá ið tey hava
mest brúk fyri teimum. Vit
mugu bara vóna, at onkur
sær tey.
Ein familja í sorg er í
kreppu. Vit síggja mangan,
at hjún fara frá hvørjum
øðrum. Um ikki av álvara
so mentalt.
- Gjógvin verður mangan
ov djúp ímillum konuna og
mannin, sum hava mist eitt
barn, tí tey syrgja so ym-
iskt. Tey skulu ígjøgnum
sorgina saman, men hava
ymiskan máta at gera tað
uppá. Kvinnan hevur tørv á
at tosa og tosa um missin,
meðan maðurin tigur og
handlar. Hann fer kanska til
skips sum skjótast, og tá ið
hann kemur heim aftur,
orkan hann ikki konuna,
sum bara tosar um tann
deyða. Hetta er klassiskt,
sigur Karen Heinesen.
Minnast
Gáttin er mangan ógvuliga
høg, tá ið tú skalt biðja um
hjálp. Hjá nógvum er tað
rættiliga eyðmýkjandi at
ásanna, at tey hava brúk
fyri hjálp.
- Hetta er ikki serliga ser-
føroyskt. Soleiðis er alla
staðni. Hinvegin haldi eg,
at føroysk børn fáa eina
uppaling, sum í stóran mun
rúmar kensluligu síðuna av
lívinum. Doyr onkur í
familjuni, taka børn lut í
jarðarferðini. Hetta síggja
vit ikki aðra staðni í so
stóran mun.
- Ein vanlukka er gott
samrøðuevni í langa tíð,
men tey sum syrgja eiga
ikki at vera samrøðuevnið.
Eitt eyðkenni fyri eitt lítið
samfelag er, at kvinnur ikki
rættiliga tora at greiða frá
síni sorg, kenslunum rund-
an um tað sum er hent, tí
tær eru bangnar fyri, at
onnur fara at tosa um tað,
tær hava sagt. Tær eru rætt
og slætt bangnar fyri slatr-
inum.
Nógvar ferðsluvanlukkur
í Føroyum seinnu árini hava
kravt fleiri mannalív. Eitt
hugskot,
heldur
Karen
Heinesen er, at familjurnar,
sum hava mist, koma sam-
an fyri at tosa um, hvat
hendi.
- Í byrjanini hava øll nóg
mikið við seg sjálvan, men
eftir at ein tíð er fráliðin er
skilagott at koma saman at
tosa um, tað sum hendi. Eg
kann eisini væl ímynda
mær, at ein bólkur av syrgj-
andi heitir á ein sálarfrøð-
ing um hjálp.
Fleiri
minningardagar
teirra deyðu eru á hvørjum
ári. Alla halgannadagur, tá
ið vit minnast tey sum eru
farin á sjónum, er gamal.
Nýggjari eru minningar-
dagarnir, tá ið vit minnast
pinkubørn, sum eru deyð,
og fólk, sum eru deyð í
ferðsluni.
- At blómur verða lagdar
út á støðini, har fólk hava
latið lív í ferðsluni, er
skilagott eftir mínum tykki.
Fyri tann syrgjandi hevur
tað ein ítøkiligan týdning,
og blómurnar eru ein
kenslulig áminning til okk-
um øll, sum ferðast á veg-
unum, um hvat sum kann
henda. Hinvegin eri eg í iva
um tað er rætt at hava fleiri
minningardagar á hvørjum
ári, sigur Karen Heinesen.
Felagsnevnari
Sorgarlinjan er ikki bráð-
feingis kreppuhjálp, men til
teirra, sum eftir eina tíð,
framvegis syrgja djúpt og
ikki síggja nakra vón fyri
framman. Tað ber til at
ringja til Sorgarlinjuna tele-
fon 212380 mána-, miku-
og fríggjakvøld millum kl.
19.00 til 21.00.
- Okkara fakkunnleiki
ger, at vit tora at bjóða
menniskjaligt
samband.
Aðrar fortreytir hava vit
ikki. Fólkini, vit seta saman
í bólkar, hava ein ella annan
felagsnevnara, eitt nú at
hava mist ein næsta knapp-
liga. At missa ein eldri
hjúnafelaga er eisini synd,
men tað er líka sum meiri
natúrligt, tá ið viðkomandi
er komin til árs enn tá ið
talan er um ungfólk. Vit eru
noydd at vísa hesi frá okk-
um, um tey venda sær til
okkara. Og eru tað ungfólk,
vit ikki fáa hjálpt, tí sorgin
er so nívandi, heita vit á
viðkomandi um at venda
sær til ein sálarfrøðing,
sigur Karen Heinesen at
enda í viðtali.
»Deyðin er og hevur altíð verið ein nær-
verandi partur, ein lívstreyt, hjá øllum
føroyingum. Tey gomlu høvdu tíð og
umstøður at steðga á og dvølja yvir
sorgini, áðrenn tey hildu fram«
»Eftir andlát og um jarðarferðina er stórur
áhugi fyri teimum, sum hava mist. So verður
tøgn, eingin spyr til tann syrgjandi«
»Í eini og hvørjari hjálp er ein roynd
at hjálpa sær sjálvum«
- Tað er vónin, sum fær tann sjúka at stríðast ímóti sorgini. Vónin hevur eina djúpari
dimensjón í sær enn bjartskygni og positiv hugsan, sigur Karen Heinesen frá Sorgarlinjuni
C
M
Y
K
19
18