leygardagur 15. september 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 178 - 15. september 2001
Nr. 178 - 15. september 2001
17
Áhugin hjá Birming-
ham fyri FCK
spælarum snýr seg
fyrst og fremst um
ungan miðvallara
Nýklassikarin
í
Keyp-
mannahavn er á skránni, tá
áttanda umfarið í super-
liguni verður spælt í morg-
in. Todi Jónsson og FCK
skulu út í Brøndby.
– Hjá okkum er sera
týdningarmikið at fáa stig
og helst at vinna, sigur Todi
Jónsson, og tað er væl skilj-
andi. Brøndby hevur verið
sera sannførandi fyrsta
partin av kappingini. Um
teir vinna á FCK í morgin,
so verða teir tíggju stig
frammanfyri. Hóast tað
vera 25 umfør eftir í DM
kappingini, so verður tað
tungt at vinna so stóran
mun innaftur.
Tá tað mikudagin gjørd-
ist greitt, at FCK ikki
skuldi spæla í UEFA Cup
hóskvøldið fóru teir bein-
anvegin at fyrireika seg til
landskappingardystin
sunnudagin. Hetta verður
annar og síðsti dysturin, at
Niels Christian Holmstrøm
fer at hava ábyrgdina. Tá
FCK hóskvøldið í komandi
viku fær vitjan av Obelic,
verður tað nýggi venjarin,
Hans Backe, sum fer at
hava ábyrgdina.
Birmingham sýnar
miðvallara
Tað hevur í hesi vikuni ikki
verið so nógv at hoyrt um
áhugan hjá eingilska Birm-
ingham fyri Toda Jónsson
og øðrum FCK spælarum.
Men í fyrradagin var aftur
nýtt á heimasíðuni hjá
Birmingham. Í FCK eru
teir tættir sum tunnan,
meðan teir í Onglandi eru
meiri tíðindafróir.
Birmingham heimasíðan
veit at siga, at nú eru teir
serliga áhugaðir í at keypa
unga miðvallaran Christian
Poulsen úr FCK. Einki
verður sagt um Toda Jóns-
son ella um aðrar spælarar.
Sambært heimasíðuna, so
krevur FCK at fáa 44–60
milliónir krónur fyri at
sleppa unga manninum, og
tað siga teir í Onglandi er
ikki so nógv, at felagið
hevur mist áhugan at sam-
ráðast um keyp.
Í FCK siga teir, at tað
tann seinasta mánan hevur
verið nógv at lesa um FCK
á heimasíðuni hjá Birm-
ingham. Teir hava ongar
ítøkiligar viðmerkingar til
eingilsku tíðindini.
Hini
bæði
føroysku
feløgini í superliguni skulu
eisini spæla landskapping-
ardystir í morgin. Esbjerg
skal spæla í Viborg, og OB
fær vitjan av AB.
Aftur ímóti B93
Nú er lutur kastaður um,
hvørjir dystirnir vera í
fjórða umfarinum í donsku
steypakappingini,
sum
verður
spælt
komandi
mikudag. Seks superligu
lið vóru í hattinum, og talan
verður um ein dyst ímillum
tvey lið úr bestu deildini.
Vejle fær vitjan av OB.
Seinasta vikuskifti tapti
B93 3–2 á heimavølli ímóti
Randers Freja. Komandi
mikudag hittast feløgini hjá
Øssuri Hansen og Atla
Gregersen í steypakapp-
ingini. Dysturin verður
aftur hesa ferð á Eystur-
brúgv í Keypmannahavn.
Hvidovre skal spæla á
heimavølli ímóti odda-
liðnum í næstbestu deildini,
Køge.
Í landskappingini hittast
Brønshøj og B93 í dag. Í
morgin fer Hvidovre at
spæla í Randers.
Landsliðsmálverjin,
sum ikki áður hevur
spælt á norska
tjóðarleikvøllinum,
fer longu í dag til
norska høvuðsstaðin
Seinasta vikuskifti end-
urvann Jákup Mikkelsen
plássið millum stólparnar á
besta liðnum hjá Molde. Ta
ferðina gekk tað væl, bæði
hjá Jákupi og Molde.
Í morgin fær Jákup, sum
ikki enn veit, hvussu tað
verður hjá honum komandi
kappingarár, ein nýggjan
møguleika.
Kappingar-
neytin til málverjuplássið
er framvegis so mikið
ryggskaddur, at hann ikki
fer at venja fyrrenn í fyrsta
lagið mánadagin. Tí er
einki ivamál um, at tað
verður Jákup, sum í morgin
fer at verja málið hjá
Molde.
Molde skal spæla á
norska tjóðarleikvøllinum,
Ullevål, í Oslo.
– Vit fara longu leyg-
ardagin suðureftir, sjálvt
um dysturin ímóti Lyn ikki
verður fyrrenn sunnudagin,
sigur Jákup Mikkelsen,
sum ongantíð áður hevur
spælt á norska tjóðarleik-
vøllinum.
Annað vikuskifti fara teir
ikki at spæla í lands-
kappingini í Noregi, tí tá
verður
eitt
umfar
í
steypakappingini á skránni.
Jákup á Ullevål
Todi í toppdysti
Todi skal leika toppdyst í
vikuskiftinum
Jákup gleðir seg til at spæla á norska tjóðarleikvøllinum
Jósvein Djurhuus
hevur starvast á post-
húsinum í Vági, síð-
ani hann 16 ára gamal
fór úr skúlanum.
Hann byrjaði 1. apríl í
1951 og hevur havt 50
ára starvsdag. Mána-
dagin hevur hann sín
síðsta starvsdag, men
hann er ikki bangin
fyri at keða seg, nú
hann fer úr starvi
eftir trúgva og drúgva
tænastu
ARBEIÐI OG FRÍTÍÐ
Dagfinn Olsen
Tey eru ikki mong, ið starv-
ast at kalla alt lív sítt á
sama arbeiðsplássi. Jósvein
Djurhuus er ein teirra, tí í
50 ár hevur hann starvast á
posthúsinum í Vági. Mána-
dagin hevur hann sín síðsta
arbeiðsdag, tí hann hevur
frítíð til góða.
Mánadagur er sostatt síð-
sti dagur í røðini av ar-
beiðsdøgum og einum ar-
beiðslívi, ið fevnir yvir 50
ár — hálva øld á sama
arbeiðsplássi.
Tað var 1. apríl í 1951, at
Jósvein byrjaði á posthús-
inum í Vági. Hetta var á
gamla posthúsinum í Vági.
Pápi hansara starvaðist á
postkontórinum og tey búði
í ovaru hæddini. Tá Jósvein
fór úr skúlanum 16 ára
gamal, byrjaði hann á post-
húsinum.
Gott arbeiðspláss
- Pápi hevði posthúsið, so
tað kom av sær sjálvum,
sigur Jósvein og leggur
skemtiliga afturat, at hetta,
at tey búðu á staðnum, var
gott um morgnarnar, men
eisini sera hent, tá postur
kom á kvøldi.
- Tá vóru starvsfólkini í
starvi uppá kontrakt. Seinni
broyttust umstøðurnar og
Postverkið bleiv yvirtikið
og gjørdist føroyskt, sigur
Jósevin, ið ikki dylir, at
hann metir Postverkið at
hava verið eitt gott arbeiðs-
pláss.
- Tá var eingin banki í
Vági, so vit gjørdu nógv av
tí arbeiðinum. Útbetalings-
kontórið fekk pening til
útgjald og eisini keypmenn
fingu reiðan pening frá
okkum, greiðir Jósvein frá.
Eitt ár hevur Jósvein tó
verið burtur frá, um ein
kann siga so. Í 1959 fór
hann til Danmarkar at
starvast
á
posthúsi
í
Ballerup í eitt ár. Hann kom
aftur í 1960 og var hetta eitt
ár, ið skuldi nýtast at fáa
royndir.
- Tá var eg ungur og tá er
alt so lætt, sigur Jósvein, ið
vanliga
verður
róptur
Jósvein á Posthúsinum.
Broytingar
At starvast á posthúsi á
bygd er ein serstøk støða at
hava. Ein kemur at kenna
flest øll fólk.
- Eg kenni nærum hvønn
óvita, sigur Jósvein, ið ikki
noktar, at tað er ein býar-
mynd, ið hvørvur, nú hann
leggur frá sær.
Eftir so mong ár, hálva
øld, í sama starvi, eru ikki
smávegis broytingar farnar
fram.
- Tá Einkarsølan kom og
vit mistu spiritusið, mistu
vit nógv arbeiði. Vit mistu
nógv arbeiði, serliga til
høgtíðirnar. Í dag eru færri
inngjaldingar, tí hesum taka
bankarnir sær mest av. Men
viðvíkjandi
pakkum
er
støðan hin sama, sigur
Jósvein Djurhuus.
Men hóast sagt verður, at
við
teldupostinum
er
brævaskriving
farin
í
søguna, so heldur Jósvein,
at talið á brøvum er nakað
tað sama, sum áður.
- Brøvini eru eisini á leið
tey somu í tali. Kanska er
heldur færri privatbrøv, tað
kann vera, men hinvegin
eru somikið fleiri rokning-
ar, væl meira enn fyrr. Og
so eru eisini lýsingarbløð
og
annað
tílíkt,
sigur
Jósvein.
- At nógv er broytt, kann
Jósvein bara ásanna.
- Tá eg byrjaði, var ikki
eingang ein roknimaskina.
Vit taldu saman við hond,
sigur Jósvein, sum hevur
upplivað alla gongdina frá
1951, fram til dagin í dag,
nú teldurnar gera stóran
part av arbeiðinum, men
ikki er frítt, at hann hevur
hug at halda, at villurnar
eru ikki færri í dag.
Gott at eiga seg
sjálvan
Jósvein Djurhuus hevur,
eftir hálva øld á posthús-
inum, ikki trupult við at
sleppa starvinum.
Gleðir tú teg at fáa frí?
- Nei, tað veit eg nú ikki,
men tíðin er komin. Men
tað verður gott at eiga seg
sjálvan, eftir at hava arbeitt
eitt heilt lív, sigur Jósvein.
- Fyrr høvdu vit enntá
opið leygardagar til klokk-
an 17. Jólaaftan kundi tað
eisini henda, at arbeitt varð
seint, tí pakkar ella annað
lá eftir, minnist Jósvein.
Keðir seg ikki
Eingin vandi er fyri, at
Jósvein nú fer at keða seg,
ella at hann ikki veit, hvat
hann skal fáa tíðina at
ganga við. Hann hevur
seyð, so hann fer ikki at
keða seg.
- Mær dámar eisini væl at
lesa, sigur Jósvein og vátt-
ar, at heilsan er góð — enn,
í hvussu er, leggur hann
afturat.
Nú tíðin meira er nakað,
ið hann ræður yvir sjálvur,
er ikki óhugsandi, at hann
ætlar sær undir ymiskt, ið
tíðin ikki hevur verið til
áður.
- Eg ætli kanska at ferð-
ast. Nú er møguleikin í
hvussu er til hetta. Mær
hevur altíð dámað væl at
ferðast, men eg havi havt
seyð, so tað skuldi passa
við hesar ymsu tíðirnar,
sigur Jósvein Djurhuus.
Mánadagin fer hann fyri
seinastu ferð aftur um
skivuna á posthúsinum í
Vági. Og tað er soleiðis
vágbingar kenna hann,
Jósvein á Posthúsinum:
Blíður og klárur at hjálpa,
handan skivuna, og greiður
og væl inni í arbeiðs-
gongdini, eftir hálva øld í
trúgvari og drúgvari tæn-
sastu.
50 ár á sama arbeiðsplássi:
- Tá eg byrjaði, var ikki
eingang ein roknimaskina
Soleiðis kenna vágbingar og onnur vitjandi Jósvein Djurhuus;
handan skivuna á posthúsinum, men mánadagin setir hann
seg handan skivuna fyri seinastu ferð, eftir hálva øld á sama
arbeiðsplássi
(Mynd: D. Olsen)
Uppá spurningin, um hann gleðir seg at fáa frí, eftir 50 ára
tænastu, sigur Jósvein Djurhuus: - Nei, tað veit eg nú ikki,
men tíðin er komin. Men tað verður gott at eiga seg
sjálvan,eftir at hava arbeitt eitt heilt lív.
- Tá eg byrjaði, var ikki eingangs ein roknimaskina, sigur Jósvein Djurhuus
C
M
Y
K
17
16