leygardagur 15. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 178 - 15. september 2001
C
M
Y
K
14
Nr. 178 - 15. september 2001
15
Jóhannis Joensen
hevur ikki – sum vit
annars hava skrivað -
loyvi at spæla fyri HB
í seinasta umfarinum
av landskappingini
LEIKBANN
Jákup Mørk
Tá vit eftir úrskurðin hjá
kappingarnevndini í mál-
inum um leikbannið hjá
Jóhannis Joensen skrivaðu,
at fýra daga bannið merkir,
at Jóhannis fær spælt í
seinasta dystinum hjá HB
hetta kappingarárið, var
hetta ikki heilt rætt.
Støðan hjá Jóhannisi er
nevnliga tann, at hann fekk
fýra daga leikbann fyri
reyða kortið, sum hann
fekk í dystinum. Støðan var
tó soleiðis, at Jóhannis í
dystinum móti NSÍ fekk
gult kort, beint áðrenn hann
fekk beinleiðis reytt. Hetta
var triðja gula kortið hjá
honum í ár, og tískil skal
hann eisini sita ein dag yvir
fyri hetta.
Hetta merkir so, at Jó-
hannis í dystinum móti B71
seinasta
vikuskifti
sat
leikbann fyri trý gul kort av
sær. Seinastu fýra dystirnar,
íroknað dystinum miku-
kvøldið, skal hann so sita
bannið fyri reyða kortið av
sær.
Niðurstøðan verður so-
statt, at Jóhannis longu nú
kann fara í vetrarfrí, tá talan
er um heimligu fótbólts-
kappingina.
Tølini tala
Av talvuni niðanfyri framgongur,
hvussu mótstøðuliðini í dystunum
sunnudagin hava staðið seg, tá tey
hava leikt móti hvørjum øðrum
seinastu 10 árini
Dómsnevndin hevur
nú endaliga viðgjørt
kærumálið
um
2.
deildardystin millum
Skála og HB. Málið
snúið seg í stuttum
um, at HB hevði nýtt
tveir ólógligar leikar-
ar, tá teir vunnu 2-0 á
Skála. Skála kærdi –
og fekk viðhald –
men í HB vildu tey
vera
við,
at
tey
framman
undan
høvdu fingið tilsøgn
frá FSF um nýtslu av
leikarunum, og tískil
vildu teir hava nýggj-
an dyst ásettan.
Hesum ynski hevur
dómsnevndin tó ikki
gingið á møti, og er
Skála
tí
endaliga
dømt at vinna dystin
0-0.
-jm
Samansetta marathon renningin, sum fyri
fyrstu varð roynd í fjør, verður aftur á skránni
komandi fýra vikuskifitni
RENNING
Tíðindaskriv
Aftur í ár verður skipa fyri Daewoo Marathon Cup í
renning. Henda kapping bleiv roynd fyri fyrstu ferð í fjør
og eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir hava tikið stig
til hava kappingina aftur í ár. Tað eru tey trý feløgini fyri
frælsan ítrótt, Treysti, Bragdið og Roysnið, sum saman við
P/F Esmar Simonsen á Kambsdali, ið selur Daewoo bilar
í Føroyum, sum skipa fyri kappingini. Daewoo Marathon
Cup er samansett av fýra rennikappingum, ið tilsamans
verða 42.195 metrar ella tað sama sum eitt heilt marathon.
Seinasta ár vóru tað 10 menn og 2 kvinnur í gjøgnumførdu
allar fýra kappingarnar. Í mun til undanfarna ár so er ikki
so lang tíð ímillum kappingar í ár, og verða tær tey
komandi fýra vikuskiftini í hesi raðfylgju:
Umfar
Dagur
Teinur
Staður
Kapping
1.
15. sept.
5 km
Klaksvík
Daewoo Renning
2.
22. sept.
1/2-marathon (21,1 km)
Tórshavn
3.
29. sept.
10,5 km
Toftir
Runt Agnið
4.
6. okt.
5,6 km
Kambsdalur
Daewoo Renning
Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður so tann
rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at
gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar.
Kappingin verður skipa fyri bæði kvinnur og menn.
Vinnarin fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist
kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1,
2 og 3.
Mini Marathon Cup fyri børn
Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri Daewoo Mini
Marathon Cup fyri børn. Daewoo Mini Marathon Cup er
eisini samansett av fýra rennikappingum, men verða hesar
tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon). Hjá
børnunum verður kappast í tveimum aldursbólkum, sum
verða 1.-3. flokk og 4.-6. flokk fyri bæði gentur og
dreingir. Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður
so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til
at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 4.219 metrar.
Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3. Bert
børn, sum hava gjøgnumført øll fýra umførini, telja við í
samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup.
1. umfar verður leygardagin
Leygardagin 15. september kl. 12.30 verður fyrsta umfar í
Klaksvík, og er tað Ítróttafelagið Treysti, ið skipar fyri.
Renningin fer fram úti á Bumshamri, og renna tey vaksnu
5 km eftir Stoksoyravegi, Undir Klakki, Bumshamarvegi
og Kelduskákinum - íalt fýra umfør. Børnini renna eitt
umfar eftir Torvgøtu, Kelduskákinum og Stoksoyravegi,
sum er ein teinur uppá 870 metrar. Byrjan og mál verða
heilt úti á endanum á Stoksoyravegi, og tilmelding fer
fram á bilverkstaðnum hjá Sp/f Pit-Stop á Bumshamri frá
kl. 12.00.
Eisini renning fyri børn undir skúlaaldur
Í samband við 1. umfar av Daewoo Marathon Cup í
Klaksvík, verður eisini skipað fyri renning fyri børn undir
skúlaaldur, og verður tað fyri bæði gentur og dreingir.
Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri bæði børn og vaksin, tó er
gjaldið fyri systkin kr. 10 í part. Skráin fyri
rennikappingina leygardagin í Klaksvík sær annars
soleiðis út:
Klokkan
Umfør
Teinur
12.00 Tilmelding byrjar
12.30 Vaksin
4
5 km
13.00 Børn undir skúlaaldur
1
870 m
13.10 Børn 1.-3. flokk
1
870 m
13.20 Børn 4.-6. flokk
1
870 m
13.30 Heiðursmerkjahandan
Fyrireikararnir úr Treystinum leggja dent á, at renningin er
fyri øll, og vóna teir at luttøkan verður eins góð, sum hon
plagar at vera, tá rennikapping er í Klaksvík. Fyri
luttakarar, sum skulu tvørtur um Leirvíksfjørð, kann
upplýsast, at Dúgvan siglir av Leirvík kl. 11.10 og av aftur
Klaksvík kl.14.20. Tvey tey seinastu árini, skipað hevur
verið fyri Daewoo Renning í Klaksvík, hevur
luttakaratalið verið 50-60 rennarar.
Skála
vann
dystin
Úti fyri árið
Jóhannis Joensen kann
longu nú fyrireika seg til
at fara í vetrarfrí
Daewoo marathon cup 2001
Seinasta umfarið av Daewoo renningini verður aftur í ár á
Kambsdali
15
Gøtumenn eru betri
fyri við fólki, enn teir
hava verið tær
seinastu ferðirnar
Tað vóru fleiri fótbólts-
venjarar og nógvir spælarar
úr øðrum feløgum kring
vøllin, tá GÍ mikukvøldið
akkurát kom við fullari
úrtøku burturúr dysti, sum
teir áttu at havt vunnið
sannførandi, men sum teir í
síðsta enda, tá panikkur var
komin í, ikki vóru óhepnir
at fáa trý stig burturúr.
Millum
áskoðararnar
vóru fleiri úr NSÍ. Spurn-
ingurin er so, um teir í
Runavík fingu uppskrift-
ina, sum skal til at fella væl
spælandi GÍ, og harvið at
taka síðstu vónina fyri FM
heitinum frá teimum.
Mannfallið
NSÍ hevur fleiri ivamál at
dragast við. Í hesi vikuni
eru tveir av teimum, sum
høvdu verið uppløgd boð til
pláss millum teir fyrstu
ellivu, farnir til hús, tí teir
undir venjing hava fingið
liðbandsskaðar í fótinum.
Djóni N. Joensen hevur
ikki vant síðani týskvøldið.
Hann var í gjár roknaður at
vera sera ivasamur. Hós-
kvøldið gavst Brynjolvur
Nielsen at venja áðrenn
hinir, og hann varð eisini
mettur at vera ivasamur.
Tað er greitt, at Kári
Hansen ikki spælir aftur í
ár. U–18 landsliðsspælarin,
Áki L. Hansen, hevur við-
hvørt verið á besta liðnum
hjá NSÍ. Hann hevur ikki
vant í vikuni. Vøddaskaði
verður roknaður at halda
honum burtur í tríggjar
vikur.
Bartal tøkur aftur
Mikukvøldið var stórur
saknur hjá GÍ í leikbannaða
Bartali
Eliassen.
Hann
verður við aftur í morgin,
og tað er ógvuliga kær-
komið hjá GÍ.
Jóan Petur Olsen tóktist
vera hálvskaddur, tá hann
mikukvøldið vikarieraði í
GÍ verjuni. Í 1. hálvleiki
bilti ikki, at hann hevði
trupulleikar við spurtunum,
tí tá var lítið og einki trýst
á, men í 2. hálvleiki sást tað
væl.
Mikukvøldið varð hálvi
føroyingurin og hálvi ís-
lendingurin,
miðvallarin
Svein Viljálmsson, skiftur
inn á liðið hjá GÍ. Hann
kom inn í UEFA Cup, men
mikukvøldið var fyrsta
ferðin, at 18 ára gamli og
raski maðurin var við í
landskappingini. Hann hev-
ur áður spælt við Sanda-
gerði í 3. deild í Íslandi.
Poul Ennigarð og Henn-
ing Jarnskor komu heim úr
Danmark til dystin miku-
dagin. Síðani hava teir
verið heima, og teir fara
ikki av aftur landinum,
fyrrenn dysturin í morgin
er spældur.
Hans
Pauli
Petersen
hevur verið skaddur mesta
partin av árinum. Hann
verður við í hópinum í
morgin, og kanska verður
hann á vøllinum frá fyrsta
bríksli.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
16.09
GÍ-NSÍ
Oddmar Andreasen
16.09
KÍ-B36
Niklas á Líðarenda
16.09
HB-EB/Streymur
Dagfinn Olsen
16.09
VB-B71
Birgir Sondum
16.09
B68-FS Vágar
Petur Skarðenni
2. deild menn
15.09
ÍF-Skála
Suni Johansen
15.09
GÍ-NSÍ
Petur H. Joensen
15.09
B36-HB
Páll Augustinussen
15.09
TB-LÍF
Erling Eysturoy
15.09
KÍ-Sumba
Rúni Gaardbo
3. deild menn
16.09
GÍ-Royn
Jonhard Hansen
16.09
KÍ-B36
Dan Højgaard
16.09
AB-TB
Georg Rasmussen
16.09
VB-B71
Petur E. Kjærbo
16.09
B68-ÍF
Óli Samuelsen
1. deild kvinnur
Frí hetta vikuskiftið
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
B36
15
13- 1 - 1
51
12
39
40
2
GÍ
15
12- 2 - 1
46
17
29
38
3
B68
15
8 - 2 - 5
30
20
10
26
4
KÍ
15
7 - 0 - 8
22
34
-12
21
5
VB
15
6 - 3 - 6
32
21
11
21
6
NSÍ
15
5 - 4 - 6
18
20
-2
19
7
HB
15
5 - 2 - 8
26
23
3
17
8
EB/
Streymur15
5 - 1 - 9
19
28
-9
16
9
B71
15
3 - 1 -11
14
38
-24
10
10 FS
Vágar 15
3 - 0 -12
16
61
-45
9
Á Toftum er mest
sum alt fólkið tókt til
stríðið at styrkja
møguleikan fyri at
røkka bronsukrón-
unum
FS Vágar fer á Svangaskarð
í morgin. Har hava teir
einki serliga góð minni, tí
B68 hevur vunnið hvørja
ferð, vágamenn hava vitjað.
FSV er aftast, og tað er
neyvan í sekstanda umfar-
inum, at Jonhard Joensen
og Albert Ellefsen rokna
við at fáa stig. Men nú fáa
vit at síggja.
Ungt lið
Hjá FSV verða onkrir av
týdningarmiklastu spælar-
unum ikki við í morgin.
Ímóti GÍ varð liðformað-
urin og stríðsmaðurin á
miðvøllinum, Hannus Ol-
sen, so mikið illa skaddur,
at tað er sera ivasamt, um
hann verður við á Toftum.
Tað er greitt, at Ruslan
Screlea ikki verður við.
Trettan
minuttir
undan
leikloki síðsta sunnudag
fekk holli verjuspælarin
fimta gula kortið í ár. Tað
ber nú annað leikbannið
við sær. Torkil Nielsen fekk
beinanvegin, tá hann var
innkomin síðsta sunnudag,
ein snudd í fótablaðið.
Hann hevur ikki bjóðað til
at vant í vikuni, og tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður í ferðalagnum um
Vestmannasund og á Toftir.
Kim Poulsen hevur ikki
verið við tvær tær seinastu
ferðirnar, men nú verður
hann við aftur.
Liðið hjá FSV er rættu-
liga ungt. Elsti maðurin,
sum er Sonni Johansen, er
27 ára gamal. Allir hinir eru
yngri enn so. Tíðliga í vár
breyt John Johansen beinið.
Tað er greitt, at hann fer
ikki at spæla fótbólt aftur í
ár.
Dúva upp á
royndirnar
B68 vann 6–1, tá toftamenn
fyrr í summar vóru í
Miðvági, men teir rokna
ikki við so løttum dysti í
morgin.. Í B68 eiga teir
nógvar royndar spælarar,
sum í miðal eru væl eldri,
enn fólkið hjá FS Vágum er
tað.
Síðsta sunnudag tapti
B68 fyri fyrstu ferð í seks
dystum. Nú fæst at síggja,
um teir fara at megna at
koma í aftur góðu stiga-
torvuna.
Jan C. Dam var leikbann-
aður ímóti B36. Hann er
tøkur aftur. Kristian Poul-
sen, sum orsaka av skaða,
sum hann hevur verið
plágaður av síðani í fjør,
ikki hevur fingið spælt fyrr
enn eftir summarsteðgin,
verður kortini ikki við í
hópinum hjá B68 í morgin.
Mánakvøldið spældu B68
unglingarnir í Gøtu, og tá
fekk ungi maðurin reyða
kortið. Harvið er hann
leikbannaður
ímóti
FS
Vágum.
Í Vági ber hugburð-
urin boð um, at
venjarin er á veg úr
felagnum, og at tað
ikki ber til at røkka
FM heitinum
Sandoyingar fara til Vágs í
morgin. B71 hevur góð
minni úr Vági, har teir í fjør
vóru teir einastu, sum
vunnu landskappingardyst.
B71 hevur framvegis
nógv at spæla um, tí teir eru
verri enn so leysir av
aftasta plássinum. Um tað
eydnast at halda aftasta
plássið burtur, so er tað
sannlíkt, at kappingarárið
verður longt eitt sindur, tí
uppflytingardystir verða á
skránni.
Hjá B71 eru allir teir,
sum hava verið við tær
seinastu vikurnar, tøkir
aftur. Hans Jørgen Djur-
huus var leikbannaður sein-
ast, men hann er tøkur
aftur. Julian Floresco hevur
bara spælt ein hálvleik
síðani summarsteðgin –
ímóti B68. Hann er so mik-
ið illa skaddur í knænum, at
tað er greitt, at hann ikki fer
at spæla aftur í ár.
VB skal seta seg upp
Í Vági tykjast teir hava
funnið seg í, at talan verður
ikki um sama skreytið, sum
teir vunnu í fjør. Spurn-
ingurin er, hvussu veru-
leikanært tað er at rokna
við bronsuplássinum.
Í VB eru teir farnir undir
at fyrireika komandi kapp-
ingarári. Teir
vita,
at
Popczynski verður ikki
venjari, og tað saman við
støðuni á talvuni er kanska
saman við árstíðini orsøkin
til, at hjá royndu spælar-
unum er hugurin at venja
ikki tann sami, sum hann
var fyrr í summar.
Tórður Holm hevur ikki
vant tær seinastu vikurnar,
og hann verður ikki við í
morgin. Eingin av hinum
VB spælarunum er leik-
bannaður ella skaddur.
Lyklaspælarar ikki við FSV
Mannfall hóttir NSÍ
Bartal verður aftur at síggja á GÍ-liðnum sunnudagin, eftir at hava havt leikbann
B71 kann kløkka VB