leygardagur 15. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 15. september 2001
Vikarur
Søkt verður eftir vikari skjótast tilber til fult tímatal
fyri lærara í farloyvi. Meira fæst at vita á tlf. 443234
ella 286935.
Møguligar umsóknir skulu sendast til:
Leirvíkar skúli
520 Skúli
Fiskamerkir
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu
luttaka í lutakasti um 10.000 kr., er 28. sept. 2001.
Fiskirannsóknarstovan
Nóatún 1
100 Tórshavn
Evnislestrar um
arbeiðsmarknaðar-
viðurskiftir
Hvussu verður søkt um barsilspening?
Hvørjar vanlukkutryggingar hevur virkið hjá mær
skyldu at hava?
Hvussu fær mítt virkið ein lærling?
Er tað nakað,sum eitur hvíldartíð?
Svarini fært tú hósdagin 4. oktober 2001
á Hotel Føroyum.
Vinnuhúsið skipar 4. oktober 2001 fyri evnis-
lestrum um arbeiðsmarknaðarviðurskiftir.Millum
annað verður greitt frá arbeiðsmarknaðarlógum
og teimum lógarbroytingum, sum eru framdar
innan økið farna árið.
Á skránni er:
Barsilsskipanin v/ Anniku Mikkelsen, málsvið-
gera, Barsilsskipanin: Hvørji rættindi og skyldur
hava ávíkavist løntakarin og virkið? Hvussu søkir
tú um barsilspening?
Dagpeningalógin v/ Petru Joensen, stjóra á
Almannastovuni, Anne Djurhuus, deildarleiðara
og Joan Hendrik S. Samuelsen, løgfrøðing: Nær
hevur løntakarin rætt til dagpening,og hvussu er
mannagongdin,tá ið tú søkir um um dagpening?
Greitt verður frá innihaldinum í lógini.
Vanlukkutryggingar v/ Niels Juul Akraberg
Poulsen,deildarstjóra,Tryggingarfelagið Føroyar:
Greitt verður millum annað frá lógarkravdu
vanlukkutryggingunum.
Arbeiðsumhvørvið
v/
Virgar
Hvidbro,
kunningarleiðara, Arbeiðseftirlitið: Hvørji krøv
verða
sett
til
virkini
í
tí
nýggju
arbeiðsumhvørvislógini? Greitt verður millum
annað frá trygdarskipanini,hvíldartíð og arbeiðið
hjá børnum og ungum.
Yrkisútbúgvingar
v/Petur
Zachariassen,
formanni í Yrkisútbúgvingarráðnum og Petur
Oluf Hansen,fyrisitingarleiðara, Yrkisdepilin:
Greitt verður m.a. frá viðurskiftunum millum
lærling, virkið og skúla, hvussu eitt virkið fær ein
lærling, og hvørji krøv skulu verða lokin.
Evnislestrarnir verða á Hotel Føroyum frá kl. 9.30
- 16.00 (morgunmatur fæst frá 9.00). Kostnaðurin
er kr.600,- fyri limir í húsinum og kr.900,- fyri ikki
limir. Íroknað prísinum er kostur og tilfar.
Tekning fer fram í Vinnuhúsinum á tlf. 31 18 64
ella á teldupostadressu: industry@industry.fo.
Síðsta freist at tekna seg er mánadagin 1. ok-
tober 2001.
Ford Focus Ghia
- Motorur 1,600
- Fra december 1998
- ikki roykjarabilur
Kostnaður kr 125.000
Ring tlf 223369
Frá Salong Finngerð
Vestmanna
Sólin hevur fingið nýggj rør
5 min. á 10 kr.
Salong Finngerð
tlf. 424243
Eitt skeið fyri teg
Kom nú á skeið og lær teg sjálvan at kenna.
Steen Palmkvist, pyskoterapeut, vil leiða teg inn í
ta ferfaldu gudsmyndina.
Skeiðið verður í Kirkju- og Missiónshúsinum á
Argjum 22 september kl. 14.00-18.00.
Diakonali bólkurin AGAPE
Hóast eitt FM-gull til
B36 gevur KÍ eitt
atgongumerki til
Europa, so ætla
klaksvíkingar ikki at
lata gestirnar fara
avstað við stigunum
sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað hevur verið nógv tosað
upp undan vikuskiftinum,
um klaksvíkingar yvir høv-
ur eru sinnaðir at geva B36
nakra mótstøðu, tá odda-
liðið nú kemur á vitjan í
Klaksvík.
Støðan í landskappingini
er nevnliga so margháttlig,
at KÍ við at geva B36 stig-
ini kann hjálpa sær sjálvum
til eitt atgongumerki í
Europa. Hetta tí KÍ í
steypafinaluni mátti lúta
fyri B36.
Vil ikki missa metið
Tíbetur sær tó ikki út til, at
klaksvíkingar ganga í somu
tonkum, sum fleiri áskoð-
arar – ikki minst í Gøtu –
eru bangin um, og hetta
hevur eisini fleiri orsøkir.
Fyrst og fremst er tað
sjálvandi soleiðis, at tað
ítróttarliga vildi verið blóð-
skeivt, um eitt lið fór á
vøllin uttan at vilja vinna.
Tað vilja klaksvíkingar
neyvan hava sitandi á sær,
og minnast skal eisini til, at
klaksvíkingar við einum
sigri kunnu skaffa sær eitt
atgongumerki sjálvir. Gam-
an í verður hetta ikki til
UEFA-Cup
kappingina,
men eitt Toto-pláss vil
neyvan vera av vegnum í so
máta.
Og so er tað sjálvandi tað
við venjaranum. Tomislav
Sivic var í trý ár venjari hjá
B36, har hann millum
annað fekk eitt meistara-
heiti, og sjálvandi er hann
sera spentur til uppávuna.
- Vit kundu ikki droymt
um at lata stigini frá okkum
uttan víðari, sigur hann.
- Um B36 ætlar sær at
gerast føroyameistari, so
skulu teir vinna her norð-
uri, men tann sigurin koma
teir so ikki til uttan víðari,
tí KÍ ætlar sær avgjørt at
vinna.
Í Klaksvík hava tey
annars alt fólkið tøkt til
dystin, við undantakið av
leikbannaða Fríðin Ziska-
son. Allan Joensen hevur
verið nógv plágaður av
skaðum, men hann ætlar so
eisini at gera eina roynd at
spæla. Sjálvur ætlar Tomis-
lav sær eisini á vøllin hend-
an dystin, og hetta verður
so fyrsta ferðin, at hann fer
at royna seg ímóti fyrr-
verandi liðfeløgunum í
Havn, og umframt at hetta
helst økir spenningin fyri
hansara viðkomandi, so
hevur hann eisini eina aðra
orsøk at taka stig frá B36.
- Eg eigi framvegis ein
part í onkrum meti í før-
oyskum fótbólti. Í 1997
vunnu vit 16 dystir og
fingu 48 stig, og hetta ætli
eg ikki, at nakar annar skal
fara avstað við, sigur
smilandi
jugoslavin
at
enda.
Vænta onga gávu
Tað er nú ikki tí, at
B36’arnir vænta sær nakr-
an lættan dyst sunnudagin.
Tá vit hóskvøldið spurdu
Jens Kristian Hansen, um
hann helt at støðan hjá KÍ í
mun til UEFA-Cup fótbólt
hevði nakra ávirkan, var
hann púrasta greiður.
- Tað kann eg ikki á
nakran hátt droyma um. Eg
eri ikki í iva um, at teir fara
á vøllin at gera sítt ítarsta,
og tað verða vit eisini
noyddir til, um vit skulu
gera okkum vónir um trý
stig. Og tað skulu vit eisini
hava, um vit skulu varð-
veita munin til GÍ, leggur
hann afturat.
Jens Kristian sigur ann-
ars, at støðan við fólki í
B36 er avbera góð undan
vikuskiftinum. Eingir skað-
ar ella leikbann eru, so
talan verður um eitt full-
mannað B36 lið, har eisini
Jákup á Borg er við. Hann
hevur annars havt trupul-
leikar við at fáa frí frá
skúlagongdini í Danmark,
men hetta skuldi nú verið
komið í rættlag.
Nr.178 • leygardagur • 15.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo
Kreppan er enn ikki
liðug í HB, men
leikararnir tykjast
uppsettir um at venda
skeivu gongdini
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað eru nú hálvur triði
mánaðir síðani, at HB
seinast hevur vunnið ein
landskappingardyst, og er
hetta eindømi hjá sigurs-
vanda havnarliðnum. Bæði
leikarar og áskoðarar hava
lagt rygg til hálva vegna
eyðmýkjandi tap, men nú
tykist ein glotti tó at vera
fyri framman.
Gunnar neyvan
avsettur
Mikudagin tapti HB aftur,
men meira enn úrslitið, so
er tað helst stríðsviljin hjá
leikarunum, sum áskoðar-
arnir bitu merki í, og kann
hesin varðveitast móti upp-
flytarunum, eigur HB helst
at vera ført fyri at vinna sær
stig.
Tað hevur ikki verið
soleiðis í ár, at HB hevur alt
fólkið tøkt til dystin,. og tað
hava
teir
heldur
ikki
hesaferð. Í mun til dystin
móti GÍ, er støðan á leið hin
sama. Málverjin, Bárður
Johannesen fekk skaða í
teirri uppgerðini, og verður
neyvan við sunnudagin,
men hinvegin er navni
hansara, Mortansson, við
aftur, og so er spurningurin,
hvussu Ion Geolgau velur
at
blanda
álopskortini.
Seinastu dystirnar hevur
Gunnar Mohr verið partur
av hesum, og hann verður
so neyvan avsettur, eftir
avrik síni.
Allir klárir
Í samansetta liðnum tykist
støðan at vera heilt góð.
Liðið hevur havt sera góðan
byrð seinastu vikuskiftini,
og allir mans eru tøkir
sunnudagin.
Spurningurin er so, um
EB/Streymur aftur hesa
ferð kann fella ein av
fyrrverandi
risunum
í
føroyskum
fótbólti.
Undanfarna vikuskifti stóð
KÍ
fyri
skotum,
og
spurningurin er so, hvat fer
at henda í Gundadali
sunnudagin.
Ítróttasambandið
mælir til tøgn fyri
at minnast tey
óseku, ið doyðu í
USA, samstundis
sum ítróttafólk
gera vart við
andstygd sína
mótvegis yvirgangi
YVIRGANGUR
&ÍTRÓTT
Tíðindaskriv
Hvørja lívs- og sam-
felagsáskoðan vit so enn
hava, so kann eingin á
nakran hátt taka undir
við teimum illgerðum,,
ið
hava
rakt
USA.
Neyðugt er, at vit øll , ið
hava frið og frælsi sum
ein náttúrligan part av
lívi okkara, vísa okkara
andstygd og fordøma
tær valdsgerðir, sum 11.
september kostaðu hóp-
in av ósekum menniskj-
um lívið. Samstundis
eiga vit at vísa teimum
avvarðandi,
ameri-
kanska
fólkinum
og
USA okkara samkenslu.
Ítrótt, ið byggir á vin-
arlag og friðarliga kapp-
ing millum fólk óheft av
landamørkum, átrúnað
og politiskari áskoðan,
kann bert upp á tað
harðasta fordøma slíkan
yvirgang, ið hevur verið
so nógvum ósekum fólki
at bana. Tað er ikki nógv,
vit kunnu gera fyri tey
avvarðandi, men vit
kunnu í øllum førum
gera vart við andstygd
okkara móti yvirgangi
og yvirgangsatsóknum,
sumstundis sum vit vísa
semkenslu við teimum,
ið hava verið fyri so
álvarsligum hendingum
og so meinum missi.
Tí vil Ítróttasamband
Føroya heita á øll ser- og
deildarsambond
um-
framt øll ítróttafeløg um
at byrja kappingar teirra
í vikuskiftinum komandi
við at halda tøgn í eitt
minutt og í virðing
minnast tey, ið ósek
gjørdust offur fyri fyri-
litarleysum mannavarg-
um.
Samstundis
ber
henda tangnarstund boð
um, at vit venda okkum
frá øllum yvirgangi.
Vegna ítróttafólk,
ítróttafeløg, deildir og
sersambond
Ítróttasamband
Føroya
Heðin Mortensen,
forseti
Ítrótt fordømir
allan yvirgang
KÍ-B36:
Tomislav vil ikki
missa metið
HB-EB/Streymur:
Æran hjá HB skal bjargast
Síðani hann fór til Klaksvíkar, hevur Tomislav Sivic ikki spælt móti B36, men sunnudagin
roknar hann við at vera á vøllinum
C
M
Y
K
13
12