Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 178 - 15. september 2001 Nr. 178 - 15. september 2001 11 Pauli Holmsund til minnis 28.januar 1983 - 14.juli 2001 »Takk Harri, at hann tú tók var eisini hann tú gav.« Henda bøn, sum var biðin í kapellinum, hevur veri til styrki í sváru sorg okkara, nú Pauli so bráðliga var tikin frá okkum, bert 18 ára gamal. Tankar leita 18 ár aftur, dýrdarveður og mánalýsi tá Pauli gjørdi seg til reiðar at koma inn í hesa verð. Tá lítla barnið eg hevði átt, og vit komu heim av sjúkrahúsinum, hevði eg føðingardag , eg fylti 21 ár. Tað var kavaklætt og sólskin, og gávan eg hevði fingið, gjørdist mær so dýrabær. Bert 18 ár seinni skuldi Pauli úr hesi verð, nú var tíð at bera aftur, og aftur hesuferð var sól og gott veður, men nú varð tað, sum um sólin skein til onga nyttu. Hví er sorgin so sterk, so nívandi og niðurbrót- andi, spyrja vit okkum sjálvi. Pauli var einabarn og vit elskaðu hetta barnið, henda unga mann- in so ógviligani høgt, tí kennist sorgin so nívandi. Minnini eru so ómeta- ligani nógv og góð, og er nú tað einasta vit hava. Pauli var sólin í mínum lívi, ja, hjá okkum øllum sum stóðu honum nær. Hóast vit bæði hava verið gjøgnum fleiri brota- sjógvar, hevur lív okkara verið ríkt og virðismikið. Àlitið á Gud hevur borið gjøgnum alt. Pauli hevði eitt lívligt sinnalag, skjótur hvønn vegin, segði sum hann meinti, bar ikki uppá nak- að. Eg visti altíð, hvar eg hevði hann. Hann var ikki bangin at vísa sínar kensl- ur, og hettar gjørði at vit høvdu eitt sera tætt og kærleiksfult samband, sum mamma og sonur. Tað sum eisini knýtti okkum nógv saman var, at eg við mínum breki, fekk nógv hjálp frá honum. Hann hevði stóra um- sorgan fyri mær, og eg føldi ongantíð at hann goymdi meg burtur fyri sínum vinfólki, nei, hann dámdi at siga sum var, og vísti øllum okkara lív. Hann dámdi eisini at skemta við okkara støðu. Eg minnist einaferð, vit skuldi í skúlan ella til okkurt, og eg segði við hann, at eg kundi gott verða heima um hann var keddur um, at eg var so brekað, børn i teenager- árinum eru ofta sárbar, tá fór hann at flenna, og við sínum smílandi eygna- bráði segði hann, » um onkur spyr um teg, kann eg siga at tú kemur av einari aðrari planet.« Jú, hann dugdi at venda støðuni til skemt. Ein Gudgivin gáva at hava, tá lívið sýnist trupult. Pauli var sera góður við ommu og abba sín, eg sá ofta tá hann tosaði við abba sín hvussu milt eygnabráði var, eitt tekin um kærleika og virðing fyri teimum sum eldri eru, og er tað her at eg minnist tað sum eyðkendi hann nógv, hann varð blíður við fólk og tosaði altíð virðiliga við onnur, sum vóru eldri enn hann. Barnadagarnir her á Kambsdali vóru góðir og sorgarleysir, ein heilur dalur sum spælipláss. Síl í ánni, flakar vóru bygdir, hyttur vóru bygdar, og ongin ivi var um hvør helt hamarinum, tað gjørdi Pauli , og við sínum góða handalagi eru mangir naglar farnir í træpettir gjøgnum árini. Tá so skúlin nærkaðist, var tað ikki við sørt av bivan tað bleiv hugsa, hvussu kunnu dreingir, sum eru vaksnir upp millum so høg fjøll og so viðan vegg, koma at trívast innan 4 veggir í einum skúla, men eisini tað gekk, um enn tað tók sína tíð, og tankarnir vóru meiri í ánni enn í skúl- anum. Ì flokkinum sum Pauli koma at ganga í, vóru bert dreingir, og kom hettar at verða til nógva umrøðu millum okkum foreldur um tað nú var gott fyri teir. Góði tit dreingir sum fóru í skúla saman av Kambsdali, Jákup Johannes, Dánjal, Henry, Jákup og Karl Martin, takk fyri samanhaldi, sum altíð hevur verið millum tykkum 6, og takk fyri tað tit vóru fyri Paula. Samanhaldi sum er ímill- um tykkum, er fyrimynd- arligt fyri onnur ung. Kæru floksfelagar hjá Paula, takk fyri virðing- ina tit vístu okkum tá hann fór til gravar, vit kunnu bert vóna, at henda sorg sum rakti okkum kann verða tykkum til umhugsni, at lívið er dýrabært meðan vit hava tað. Pauli svam fleiri ár í Fuglafjarðar Svimjifelag, og bleiv hann sera bitin av hesum ítrótti. Nakrar morgnar um vikuna var svomið tíðliga. Klokkan seks fór hann til Fugla- fjarðar at svimja, áðrenn hann fór í skúla. Meðan onnur ung vendu sær á hina liðuna fyri at fáa ein tíma meir til svøvnin, súklaði Pauli glaður inn- eftir fyri at sleppa úti kalda klára vatnið. Morg- unfrískur sum altíð, varð tað ikki okkara ábyrgd at fáa hann avstað, tað gjørdi hann av egnum lysti, tí hann brendi fyri hesi søk. Okkum nýttist ikki at ivast um nakað, hann elskaði svimjing og tí sum fylgdi við. Samanhaldið millum svimjarnir var sera gott, ikki minst tá farast skuldi til aðrar bygdir at kappast, tá var frøði á teimum. Barnaárini ganga skjótt og vaksnamannlívið fylg- ir eftir, og her var punkt- um sett fyri lívinum hjá Paula. Hann fekk koyrikort og so gekk leiðin til Vest- manna. Tað var á hesu leið at boð komu eftir honum, troyttur eftir strævnan arbeiðsdag sovnaði hann inn í ævigan svøvn, og vit sita bert eftir og spyrja , »hví Paula,« vit áttu bert hann. Vit vita at Harrans vegir eru ikki okkara, tíðin var farin fyri hann, og vit kunnu bert góðtaka at so skuldi verða. Góða Annika, bert eitt ár ognaðist tykkum at kenna hvønnannan. Ong- in fylti so nógv í hansara lívi sum tú, lat Paula verða eitt kært minni um eina ungdómstíð sum, er dýrabær. Lívið kann á mangan hátt líknast við ein máln- ing.Hvør litur og hvør strika hevur sín týðning, ikki fyrrenn listamaðurin leggur pensilin frá sær, fyrst tá er málningurin liðugur. Vit síggja bert í pørtum, Gud sær heild- ina, fara vit tætt til mynd- ina er hon óklár, longri vit koma frá henni, meiri meining síggja vit við henni. Soleiðis varð eisini lívsins málningur hjá Paula, pensilin er lagdur, myndin er fullkomin fyri Gudi. Við tíðini fara vit at kunna ímynda okkum nakað, men bert nakað og enn er alt óskiljandi, tó fara vit ikki at síggja alla myndina fyrr enn tíðin á fold er farin fyri okkum. Tað er hendan vissan um at møtast aftur, sum ger sorgina eitt sindur lættari at bera, vissan at møtast aftur við Paula . Góði Jørleif og John, tit tríggir vuksu upp saman sum brøður, lat minnini um eina ríka barndómstíð verða barlastin í lívinum frameftir, takk at vit gjøgnum tykkum og Kris- tinu kunnu finna gleðina aftur. Ì einum sangi standa hesi orðini. Harrin ei lovar loftið so blátt, lív stroytt við blóm- um dag sum á nátt Harrin ei lovar sól uttan skýggj, leið uttan sorgir, frið uttan brýggj. Harrin ei lovar vit skulu ei, freistingar kenna torføra leið. sagt ei hann hevur, at ikki vit, sorg skulu kenna møði og slit. Harrin ei lovar rúm vári kor, uttan at tørva loðs og hans orð at ikki fjøll so skurslut og há, forða og mong ein djúp gruggut á. Men Harrin lovar styrki hvønn dag, hvíld eftir stríð og ljós hvørt eitt stað, náði í royndum hjálp omanfrá, ævigan kærleik, góðsku og ráð. Tað er í royndartíðum, at trúgv okkara stendur sína roynd, og soleiðis er eisini hjá okkum. Til Hann í øll- um valdar skal tøkkin ljóða. »Takk Harri, at hann sum tú tók, var eisini hann sum tú gav.« Vit drýpa høvur og takka fyri tey árini okkum ogn- aðist at liva við saman Paula. Takk góði sonur fyri tey ríku minnir tú læt eftir til okkum, og hvíl í friði. Mamma Til minnis um Jaspur Hansen f. 20. oktober 1932 d. 26. august 2001 Góði babba, abbi og verfaðir. Vit minnast teg sum eitt ljós á gøtuni, altíð í góðum lag við einum smíli og nógvum søgum at fortelja. Umringaður av abbabørnum, sum elskaðu teg yvir alt. Tú var nógvar góðar túrar við teimum og okkum børnum, tá vit vóru smá, og hetta fara vit altíð at minnast. Tey seinastu 7 árini vóru nokk tey bestu. Tú var runt alt landið og helt møtir. Tú hevði fingið eina opinbering um at fara kring oyggjarnar at vitja um Jesus, sum tú vildi liva fyri. Tú var ongantíð bangin fyri at vitna um Jesus. Líkamikið um tað var í arbeiðnum, úti á gøtuni og ikki at gloyma heima hjá okkum. Nú gongur tú á gullgøtum og lovsyngur Jesusi. Tær dámdi so væl at syngja, teir sangirnar fara vit altíð at minnast. Okkum leingist illa eftir tær. Tað er eitt stórt tómrúm heima, nú tú ert farin heim til Jesus. Má Jesus styrkja teg, mamma, Hann, sum tú eisini hevur sett títt álit á. Og okkum øllum, sum stóðu honum nær. VI. Johs. 5,24 Babba, tú leiddi meg á frelsunarveg. Babba, tú vísti mær á veg til at fylgja Jesusi. Abbi, tú lærdi meg at ganga rættan veg. Tú fór heim í bústaðin hjá tær og vit skulu møtast har. Babba, tú er farin heim og mær leingist eftir tær. Babba, tú veitst at eg elski teg og tú var alt fyri meg. Abbi, tú er uppi har og okkum leingist eftir tær. Abbi, tú gongur á lívsins veg saman við Jesusi. Børn, abbabørn og svigarbørn Harberg Anja, Danny, Sammy og David Tonny, Elin og Jan Hans, Eimy, Anfinn og Tórður Helen, Egil, Dagny og Hans Petur Múrarasveinur/ royndur múrari Søkt verður eftir royndum múrara at byrja skjót- ast tilber. Ring tlf. 317585 - 211712 LÝSING UM STUDNING TIL STRÁFÓÐUR Studningur til stráfóður verður veittur við heimild í fíggj- arløgtingslógini fyri 2001. Fyri at fáa stráfóðurstudning skal niðanfyri stand- andi umsókn sendast Føroya Jarðarráð. Freistin at søkja er 25. september 2001. Vísandi til fíggjarløgtingslógina 2001 er allur land- búnaðarstudningur treytaður av at umsøkjarin: 1. er bókhaldsskyldigur sambært § 1B, pkt. 27 í løgtingslóg nr. 75 frá 24. oktober 1978 2. er meirvirðisgjaldssskrásettur sambært løgtings- lóg nr.136 frá 8. september 1992 við seinni broytingum Ljóstak av roknskapi fyri árið 2000 og MVG-skráset- ingarprógvi, útskrivað í 2001, skal sendast okkum saman við umsóknini. (Eru tey áður send skrivstovuni er hetta óneyðugt). MVG-skrásetingarprógvið fæst við at ringja Toll- & Skattstovu Føroya, ið síðani kann senda okkum skjalið. • turt hoyggj skal vera í hoyggjhúsi ella í des • súrhoyggj skal vera 1) í tøttum brunnum og farg skal vera á brunnunum, sum ikki eru ásettir. 2) í koyribrunnum, sum eru pakkaðir nøktandi 3) í rullubyrðum, sum eru pakkaðar nøktandi og tættar, og umsøkjarin skal hava nágreiniligt tal á, hvussu nógvar hann hevur á hvørjum staði. Studningur verður veittur til: 1) framleiðarar, ið hava framleitt minst 5000 kg av mjólk í farna ári og/ella 2) framleiðarar, ið hava framleitt minst 4 tarva- slakt eldri enn 15 mánaðar og/ella minst 4 kvígur. Undantiknir hesum treytunum í pkt. 2 eru framleiðarar í: Mykinesi, Gásadali, Koltri, Skúvoy, Dímun og Fugloy Studningur verður ikki latin fyri teir fyrstu 2 m3, og síðan í mesta lagi fyri 12 m3 pr. kúgv. Studningur kann vera treytaður av at fóðurroynd, greinað á løggildari starvsstovu, vísir, at talan er um nýti- ligt fóður. Umroknað er: 1 m3 av súrhoyggi tað sama sum 3 m3 av hoyggi. Ungneyt 1-2 ár verða roknað sum 2/3 kúgv. Ungneyt undir 1 ár verða roknað sum 1/3 kúgv. Mjólkarvirkini senda yvirlit yvir framleiðararnar, ið hava latið mjólk til virkið. Framleiðarar, ið hava selt mjólk privat, skulu hava váttan frá bygda-/býráð yvir framleiðsluna,og skal váttan fylgja við umsóknini. Fyri seldar kvígur skal keyparin vátta. Fyri tarvaslakt verða váttanirnar í samband við umsóknir um kjøtstudn- ing nýttar sum grundarlag. Tórshavn, tann 15. september 2001 Postrúm 50 · R. C. Effersøesgøta 4 · FO-110 Tórshavn tlf. 311180 · fax 311185 · teldupostur: fj@fj.fo Umsókn til stráfóðurstudning 2001 Fornavn: _________________________ Tlf. ________ Eftirnavn: ___________________________________ Bústaður: ___________________________________ Seðilin skal sendast FØROYA JARÐARRÁÐ, Postboks 50, 110 TÓRSHAVN, innan 25. september 2001 Varaleiðari til barnaansingina í Leirvík Í sambandi við at barnaansingin í Leirvík verður útbygd við einum útibarnagarði, søkja vit eftir einum varaleiðara til barnaansingina at byrja 1. desember 2001. Varaleiðarin skal arbeiða í tøttum samstarvi við leiðaran í barnaansingini, samstundis sum vara- leiðarin skal arbeiða sjálvstøðugt. Viðkomandi skal dáma væl at vera úti í náttúruni, hava eitt opið sinni og síggja møguleikar fram um mørk. Umsøkjarar við pedagogútbúgving hava fyri- mun. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til leiðaran, Marion Leifsdóttir, tlf. 443251. Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skal vera kommununi í hendi í sein- asta lagi mánadagin 24. september 2001 kl. 12.00. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Matrikulstovan Jónas Broncksgøta 27 · Postboks 327 FO-110 Tórshavn · Tlf. 314533 Fax 310408 · E-mail: post@matrikul.fo Máliteknikari Starvið Starv sum máliteknikari er leyst at søkja. Førleiki Um tú ert tekniskur assistentur,landmálingstekn- ikari, matematiskur studentur ella HF’ari við matematik sum valgrein, er hetta kanska eitt starv fyri teg. Tú skalt hava áhuga fyri at arbeiða við tølum og við EDV. Setunarviðurskifti Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Royndartíðin er 3 mánaðir. Upplýsingar Fyrispurningar um starvið kunnu setast Øssur Midjord, stjóra. Umsókn Umsókn, saman við prógvum og møguligum ummælum, skal sendast til: Matrikulstovan Postboks 327 110 Tórshavn Umsóknin skal vera Matrikulstovuni í hendi í seinasta lagi 1. okt. 2001. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Matrikulstovan er stovnur undir Vinnumálastýrinum.Arbeiðs- økini á stovninum eru matrikulerar broytingar,marknaseting- ar, útskiftingar, fikspunkt og kortlegging. Á stovninum starv- ast 18 fólk. NLP Practioner – Útbúgvingin, sum verður í Føroyum ár 2001 Undirvísingin er soleiðis skipað, at tú miðjan oktober 2001 fær sendandi ein lestrarpakka, ið fevnir um bókina hjá Jack Makani »Skab det liv du ønsker«, CD’arar við tíðslinjuferðum,video við framløgu av NLP teknikki og lestrarvegleiðing. Undir útbúgvingini fer tú, at menna og betra evni tíni at: * skapa og varðveita gott samband við onnur undir samrøðum og samráðingum * nýta málsligar vendingar til innsavnan av upplýsingum undir samrøðum og til at vegleiða onnur * hjálpa tær sjálvum og øðrum í at seta sær mál, ið verða framd eftir heildarloysnum, byggja á grunnleggjandi virðir * uppliva eina støðu frá trimum ymiskum sjónarhornum og harvið broyta upplivingina * broyta innaru myndir tínar og sjálvtos, fyri soleiðis at geva tær sjálvum atgongd til nýggja, innaru styrki * økja hugflog títt og persónliga smidleika tín * loysa innaru ósemjur * at avlesa kroppsmál Tíðarskeið: Úbúgvingin byrjar leygardagin 3.november 2001 og er deild upp í 4 modulir. Fyrsta modulið er 3. og 4. nov. Næsta er 1. og 2. des. 2001. Triðja modulið er 12.og 13.jan.2002 og fjórða modulið er frá 2. t.o.v. 8. febr. 2002. Lærarar: Jack Makani (dani) frá Makani NLP-huset og Diana Borgnýardóttir (føroysk) frá Ráðgevingar- miðstøðini. Kostnaður: 14.600,-kr íroknað undirvísingartilfar og drekka. Stað: Tórshavn. Tilmelding og upplýsingar: Hjá Ráðgevingarmiðstøðini v/ Dianu Borgnýardóttir Tlf. 441060 , 222280 513 Syðrugøtu Teldupostur: dkonsult@olivant.post.fo heimasíða: www.dkonsult.fo C M Y K 11 10