týsdagur 30. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30. desember 2008
15
Gamal siður er, at fólk á nýggj
árinum seta sær sum mál, at
okkurt munagott skal broytast
í nýggja árinum. Nøkur, at tey
skulu gevast við at roykja,
onnur okkurt heilt annað.
Landsstýrið eigur sjálvsagt
eisini at seta sær stór mál fyri
komandi árið. Okkara mandat
til at stýra og skipa fyri í hes
um landi, hvílir á, at vit megna
at taka skilagóðar avgerðir í
tøkum tíma.
Tá tað kemur til fíggjar og
búskaparmál eiga vit at seta
okkum tvey greið, men sera
týdningarmikil mál. Annað er,
at vit nú taka okkum saman og
gera nakrar bygnaðarligar
broytingar í samfelagnum, sum
fáa okkara strukturella ella
bygnaðarliga hall á fíggjarlóg
ini burtur. Hetta er eitt mál,
sum hevur ligið á láni í mong
Harrans ár. Hitt er, at ein
fíggjarlóg nú skal haldast, og at
afturvendandi yvirtrekk hoyra
fortíðini til. Hetta hevur tíverri
eisini ligið á láni í mong ár.
Hvat lærdu vit av kreppuni í
90´árunum?
Fyrst og fremst lærdu vit, at tað
skal nakað heilt serligt til, áðrenn
vit fáa tikið okkum saman til at
taka nøkur stór stig. Vit máttu tá
eins og nú staðfesta orðafellið
um, at neyð lærir nakna kvinnu at
spinnna. Tá kreppan sum ein
búskaparlig tsunami tók dik á seg
seinast í 80´unum og fyrst í
90´unum, var tað truplasta av
øllum at fáa okkum sjálvi at
skilja, at nú var vandi á ferð.
Men kreppan kom, og vit sum
vóru nýggj í politikki tá, fingu
ein sannan elddóp. Neyðin setti
okkum til rokkarnar at spinna.
Vit skóru yvir nøkur fá ár
almennu útreiðslurnar á fíggjar
lógini við umleið 900 mió. kr.,
vit settu ALSskipanina í verk,
vit skóru vinnuligar stuðlar
burtur fyri eina hálva milliard,
vit settu skipan í verk til tess at
minka veiðitrýstið á fiskastovn
arnar, vit bjargaðu peningastovn
unum við 2,7 mia. krónum, vit
settu eina røð av nýggjum
lógum í gildi um m.a. bankar
og sparikassar, um roknskapar
reglur og um partafeløg.
Nógv av hesum politisku
tiltøkum, sum tá vóru framd,
høvdu neyvan verið framd av
egnum vilja, um ikki umstøður
nar vóru hesar heilt serligu,
umframt eftir boðum frá
lángevaranum, sum tá var danski
staturin. Talan var veruliga um
bygnaðarligar broytingar ella
reformar, og tíðin aftaná prógv
aði, at hesar broytingar vóru
skilagóðar og neyðugar. Hetta var
ivaleyst eisini medvirkandi til, at
vit longu í 1996 aftur høvdu
javnvág á almennu
roknskapunum.
Tað løgna er tó, at síðan krepp
an í 90´unum hasaði av, og með
an vit høvdu nógvu góðu árini
rundan um aldarskiftið og síðani,
hava vit næstan ikki rørt hond frá
síðu til tess at koma okkum
longur fram á leið við neyðugum
broytingum í royndini at fáa
strukturella hallið hjá almennu
kassunum burtur.
Bygnaðarligu trupulleikarnir
Nú vit síggja stíg vera komnan í
búskapin, má sigast, at løtan nú
aftur er lagalig til skilagóðar
avgerðir. Tað, sum ikki ber til, tá
tíðirnar eru góðar, ber so løgið
tað enn ljóðar sera væl til at
gera, tá tað gongur ímóti. Tá
stígur er í búskapinum er vanliga
forstáilsi fyri broytingum mun
andi størri, enn tá alt rekur við.
Politiskt er tað tí eisini lættari at
fáa framt átøkini í eitt nú kom
andi ári, hava vit politiska ryggin
nóg sterkan.
At okkara fíggjarlóg hevur eitt
strukturelt hall vil siga, at tá vit
taka ávirkanina frá konjunkturun
um burtur, so hongur ikki saman
hjá okkum millum inntøkur og
útreiðslur. Tá góðar tíðir eru, so
hava vit eitt alt ov lítið avlop og
leggja tískil ov lítið til síðis. Tá
tíðirnar hin vegin eru ímóti okk
um, so verður hallið á fíggjarlóg
ini alt ov stórt, og tískil brúka vit
ov skjótt upp okkara uppsparing.
Heldur ikki nú, har vit ikki
beinleiðis hava sæð tekin um
kreppu, tí vit hava einki arbeiðs
loysi havt, hava vit ikki megnað
at havt avlop á fíggjarlógini.
Strukturelli trupulleikin er, at
okkara inntøkur eru ov veikar til
tess at bera útreiðslurnar, sum vit
hava av at reka samfelagið Før
oyar. Onkur kann eisini siga, at
tað er tí, at útreiðslurnar eru ov
stórar til tær veiku inntøkurnar.
Men uttan mun til, hvussu vit
velja at kalla tað, so er úrslitið tað
sama, at lutfallið millum inntøkur
og útreiðslur er ikki tað rætta.
Hvat kann gerast fyri at rætta
upp á tað?
Fyrst og fremst kunnu vit syrgja
fyri, at almennu útreiðslurnar eru
tær røttu til tann almenna bygn
aðin, sum vit ynskja. Kjarnu
uppgávurnar til heilsumál,
skúlamál, almannamál og
samferðslu vilja vit øll hava so
góðar sum gjørligt, men sjálvsagt
fyri tann rætta kostnaðin. Tí eru
“budgettanalysurnar”, sum
landsstýrið er farið undir, sera
týdningarmiklar. Vit hava gjørt
tær fyrstu viðvíkjandi
heilsuverkinum og fara í komandi
ári at lýsa almannamálini.
Men umframt hesar kjarnu
uppgávurnar, hevur tað almenna
eina røð av øðrum útreiðslum ár
um ár. Eru allar hesar hóskandi,
ella kundi tær verið lagdar um.
Hvat við eitt nú stuðulsskipanum,
sum enn hanga eftir á fíggjarlóg
ini? Skulu almennu Føroyar
framhaldandi stuðla ávísum
vinnum, ella skulu vit gera, sum
vit gjørdu í 90´unum, taka tær av.
Og hvussu leingi skulu kreppu
loysnirnar vera virknar?
Men eisini á inntøkusíðuni
mugu vit tora at taka kjakið upp.
Er tað rætt, at vit framhaldandi
bara skatta lønir. Hvørja ferð
fleiri krónur skulu brúkast, so
stilla vit somu skrúvu, nevniliga
skattin á lønini, meðan onnur
viðurskifti í samfelagnum liggja
púrasta óskattaði. Her nevnir
Búskaparráðið uppskot um eina
skattaumlegging, har lønarskatt
urin verður minkaður, og í staðin
verður ein bústaðarskattur settur í
verk. Eitt sera áhuagvert íkast i
kjakið um breiðkan av skatta
grundarlagnum. Hesin hevði so
síðurstillað leigarar og eigarar,
umframt at hesin hevði skattað
tey mongu, sum eftirhondini eru
skattafrí í okkara samfelag eitt nú
tey mongu, sum eru undir DIS,
NIS ella FAS.
Harumframt hava vit ikki sett
spónin í greytin, tá tað kemur til
at krevja gjald fyri alt tilfeingið,
sum almenna Føroyar býta út
ókeypis hvørt einasta ár. Her eru
eisini møguleikar, sum kunnu
lætta um hjá lønmóttakaranum,
sum hevur staðið einsamallur við
rokningini øll árini.
Tað verður neyðugt, at vit tora
politiskt at viðgera allar spurn
ingar bæði viðvíkjandi inntøkum
og útreiðslum. Einki má sigast at
vera ov “heilagt” fyri nakran, at
tað ikki kann viðgerast í álvara.
Tað er júst áðurnevnda mandat
hjá samgonguni, sum krevur av
okkum sum landsstýrið, at vit
taka neyðug stig.
Fíggjarstýring/
fíggjarlógareftirlit
Vit hava nú fingið samtykt eina
fíggjarlóg, áðrenn fíggjarárið
byrjar 1. januar. Uttan mun til,
hvussu samtykta fíggjarlógin
annars sær út, so er tað positivt,
at vit nú hava fíggjarliga
stýringsamboðið frá fyrsta degi
av. Hóast hetta sjálvandi er tað
vanliga, so skulu vit minnast til,
at bæði í 2004 og 2008 høvdu vit
fyribilsfíggjarlógir ella provi
soriskar fíggjarlógir, sum er sera
uppslítandi fyri stovnsleiðslur og
politisku skipanina.
Vit hava mongu seinastu árini
verið plágaði av eini røð av eyka
játtanarlógum. Hetta er í sjálvum
sær ein ósiður, tí slíkar skulu bert
gerast, tá uttanfyristandandi ella
ókendar umstøður knappliga
broyta kendu fortreytirnar, sum
vóru, tá fíggjarlógin var samtykt.
Tá eitt landsstýrisfólk verður
varug við, at játtanin ikki kemur
at halda, so má okkurt gerast í
tøkum tíma. Er ynski um, at
meiri pengar skulu játtast, so má
fáast at vita frá løgtinginum, um
vilji er til tess ella ei. Er ikki vilji
til tess, so mugu stig takast, sum
avmarkar brúkið av játtanini, so
hon ikki verður yvirtrekt við
ársenda. Er talan um lógarbundna
útreiðslu, so má materiella lógin
broytast, so pengarnir passa til
givnu veitingarnar.
Tí gevur tað als onga meining,
at ein eykajáttanarlóg verður
avgreidd í jólamánaðinum, tí tá
kann landsstýrisfólkið einki gera,
og ivaleyst eru pengarnir longu
brúktir.
Eg kundi tí hugsað mær, at vit
í 2009 avmarka okkum til tvær
eykajáttanarlógir. Onnur í apríl/
mei og hin í august.
Men harumframt verður
neyðugt, at Fíggjarmálaráðið
hvønn mánaða fær váttan frá
ráðunum, undirritað av aðalstjóra
og landsstýrisfólki, at brúkið av
játtanunum gongur sum ætlað, og
at einki talar fyri yvirtrekki. Hin
vegin, so kann Fíggjarmálaráðið
seta ráðunum viðkomandi
spurningar um játtanir, og hvørjar
ætlanir ráðið hevur, um ein
útreiðsla rennur ov skjótt út.
Stig fara at verða tikin til at fáa
samtykt eina játtanarlóg, ið setur
greiðar reglur fyri nýtsluni hjá
landinum, og somuleiðis setir
greiðar karmar fyri arbeiðnum at
gera fíggjarlóg.
Útlitini
Vit noyðast at ásanna, at Føroyar
eins og øll onnur heimsins lond
standa frammanfyri einum tíðar
skeiði, har búskapurin ikki kemur
at vaksa, og helst fáa vit eitt stytri
skeið, har búskapurin kemur at
minka eitt sindur.
Orsøkin til hetta er heimsumfat
andi fíggjarkreppan, sum er elvd
av grískni og vantandi politiskari
stýring. Neoliberalistiska tanka
gongdin er sloppin at blóma
ótálmað, og harvið hevur megin
reglan verið, at frammanundan
pengasterku spekulantarnir skulu
hava fríar teymar til at gerast enn
ríkari. Hendan hugsjón stendur
nú fyri falli. Vit mugu gera okk
um greitt, at tað ikki longur ber
til at hálova ótálmaðum frælsum
marknaðarkreftum, men at eisini
politisk stýring má til. Her meini
eg ikki við, at vit skulu venda
aftur til planbúskapin. Men tað er
neyðugt, at kapitalurin hevur
greiðar reglur at virka eftir í
samsvari við politiska myndug
leikan, somuleiðis sum tað eisini
er neyðugt at gera greitt, at tað er
politiski myndugleikin, ið stílar
fyri landsins lógum og hevur
avgerðarrættin.
Útgangsstøði okkara at møta
einari einari búskaparligari aftur
gongd er tó í nógvar mátar gott.
Vit hava ídag einki arbeiðsloysi,
og vit hava eina sera væl kon
solideraða arbeiðsloysisskipan.
Stóra føroyska uttanlandaskuldin
er burtur, og ídag eiga vit enntá
nettoáogn uttanlands. Skuldin
hjá landi og kommunum er eisini
komin niður á eitt rímuligt støði.
Veðhald og aðrar skuldbindingar
fyri vinnulívið eru burtur.
Vit noyðast at síggja í eyguni,
at neyðugt verður at hava hall á
almennu kassunum fyrstu árini,
men landsstýrið fer at leggja alla
sína orku í at fáa hetta hall vent
til avlop, so hvørt sum tíðirnar
batna aftur.
Tó eiga vit at gera okkum
greitt, at tað, ið vit spjaða til úr
landskassanum við vissu økir um
virksemið og harvið byrgir upp
fyri øktum arbeiðsloysi, og at tað
er við til at gera framtíðina meira
umhvørvisliga burðadygga. Tí
skulu vit nýta fíggjarkreppuna
sum høvi at gera íløgur í m.a.
skúlar, røktarheim, heilsuverk og
undirstøðukervið – og sanniliga
eisini íløgur, ið gera okkum minni
bundin av oljuni í framtíðini.
Tað er neyðugt at taka tøkini
nú. Um arbeiðsloysið og stagna
tión sleppur at taka yvir, verður
verri at venda gongdini aftur.
Eins og tað var, tá ultimativa
kommunisman fall fyri tjúgu
árum síðani, so verður tað aftur
hesa ferð boð eftir teimum
hóvligu politisku hugsjónunum,
sum eisini mugu taka upp eftir
ultimativu kapitalismuna. Upp
gávan verður nú at avmarka
rokningina, sum send verður
vanliga fólkinum, sum enn
einaferð má standa við endan.
Vónandi gerast vit klókari.
Eg ynski øllum føroyingum eitt
gott nýggjár.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Nýggjársynski
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður