týsdagur 30. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 249 - 30. desember 2008
Eg ynski øllum eitt gott
komandi nýggjár.
Ein serlig tøkk til øll
vinfólk og kenningar fyri,
at tit eru við til at gera mín
og familjunnar gerandisdag
og harvið lívið til eina
gávu. Árið 2008 hevur á
mangan hátt verið heilt ser
ligt. Viðurskifti hava ávirk
að okkara heim og allan
heimin nógv. Ein serstøk
heilsan til Fríðrik, sum er
mín dyggasti stuðul í
øllum lívsins viðurskiftum.
Fyri meg er 2008 árið,
har eg stillaði upp til fleiri
val og harvið vísti lit og
bar míni sjónarmið fram
alment enn meira enn
áður. Hóast eg einki val
havi vunnið, so er tað mín
vón, at eg havi flutt onkran
tanka og birt onkra vón.
Løgtingsval var í januar,
og hjá mær sum forkvinna
í Suðurstreymoyar Tjóð
veldisfelag var hetta ein
sera spennandi tíð. Nógv
góð og sera ágrýtin valevni
vóru á listanum hjá Tjóð
veldi, og sjálv var eg ein
teirra. Eg vil við hesum
takka øllum tykkum, sum
sýndu mær tykkara persón
liga stuðul og settu krossin
við meg til løgtingsvalið.
Til tykkara, sum komu inn,
veiti eg eina stóra tøkk
fyri, at tit áhaldandi velja
at verja tykkara integritet
og alsamt seta spurnartekin
við førda politikkin, eins
og tit áhaldandi gera vart
við samfelagsviðurskifti,
sum áttu at verið broytt.
Eg eri sannførd um, at
stó tað upp til Tjóðveldi,
fóru størstu sparingarnar
ikki fram millum tey eldru
og óhjálpnu, millum veik
astu samfelagsborgarnar í
komandi ári.
At Javnaðarflokkurin
gongur við til og beinleiðis
argumenterar fyri sovorðn
um sparingum, sum vit
síggja í løtuni á almenna
økinum, skilji eg als ikki.
Eg helt, at Javnaðarflokkur
in stendur fyri javna millum
fólk, at hugsjónin er eitt
samhaldsfast samfelag, har
tann ríkari hjálpir tí, sum er
verri fyri. Tað er ikki tað,
vit síggja í verki í løtuni, og
tað harmist eg um.
Vón
1. mars tók eg aftur við
leiðarastarvinum á Verk
staðnum Vón, eftir at eg í
1¼ ár hevði røkt farloyvis
starv á einum sambýli.
Hetta var læruríkasta tíð í
mínum arbeiðslívi. Um
boðsmaðurin vitjaði stovn
in og gjørdi eina fráboðaða
kanning av viðurskiftunum
hjá búfólkunum, og var
hetta eitt sera spennandi
arbeiði at luttaka í. Eisini
var hetta tíðin, har eg kendi
meg sera lítla og lítið
menta, í mun til hvat átti at
verið gjørt. Forsorgarøkið
er ikki dagført á lógarøki
num, og uttan at vit vita av
tí, so bróta vit mannarætt
indi, og hóast vit gera alt í
bestu meining, koma vit at
ganga við síðuna av tí, sum
er best fyri brúkaran. Nógv
av hesum snýr seg um
væntandi politiska vitan og
innlit í viðurskiftini hjá
okkara veikastu samfelags
borgarum og nógv, tíverri
alt ov nógv, snýr seg um
vánaligar og skeivar fíggj
arligar raðfestingar.
Formansval
Í mars fór eg frá sum for
kvinna í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelagfyri at vísa
í verki, at eg vildi geva
mær stundir til at taka við
einari møguligari nýggjari
avbjóðing.
29. mars stillaði eg upp
til formansvalið í Føroya
Pedagogfelag. Eg hevði
hug at royna meg sum for
kvinnu í okkara felag og
hevði eina hugsan um at
gera Pedagogfelagið til eitt
livandi felag fyri allar
limirnar. Summi spurgdu
meg, hví eg skuldi gera
hetta ímóti Jarvin? Gera
hvat, hugsaði eg? Politikk
ur virkar ikki á tann hátt, at
tú setir teg niður og bíðar,
til hini eru liðug at halda
seg framat, poilitikkur
virkar á tann hátt, at ein
bjóðar seg fram, og so er
tað upp til veljaran at taka
undir við tínum hugsanum
ella varðveita tað, sum er.
Meirlutin av uppmøttu
limunum á aðalfundinum
hjá Føroya Pedagogfelag
valdu at varðveita ta leiðsl
una, sum felagið hevur
havt tey seinastu árini, og
er hetta ein ábending um,
at limirnir eru nøgdir við
viðurskiftini, sum tey eru.
Tað er bara at fegnast um.
Tó var so stutt ímillum
atkvøðutalið hjá Jarvin og
mær, at hetta bleiv ein
ábending til mín um, at tað
loysir seg at royna aftur. Eg
sendi her eina serliga tøkk
til øll tykkum, sum stuðl
aðu mær upp undir valið
og til øll tykkum, sum
valdu meg. Eisini takki eg
fyri úttalilsini á fundinum,
sum vóru størsta troystin
hjá mær í tíðini aftaná. Eg
hevði nú tikið tungu
avgerðina um at fara frá
sum næstformaður og úr
nevndini. Tískil havi eg
einki tilknýti til fakpolit
iska arbeiðið í løtuni, men
mínir tankar og mínar
meiningar eru livandi enn.
At útflyta trupulleikarnar
Summarið 2008 flutti elsti
sonurin Villiam á Born
holm at búgva. Hann hevur
aspergersyndrom, og hon
um stendur ikki í boði at
fáa hóskandi bú og
arbeiðstilboð í Føroyum.
Tað er ein djúp sorg at
ásanna, at vit framvegis
ikki finna aðrar loysnir enn
at senda okkara ungu av
landinum, um teimum
tørvar serliga hjálp og
stuðul. Eg havi tosað við
nógvar mammur í líknandi
støðu, og er tað mín vón, at
tykkara børn trívast, og at
tit klára at liva við sorgini
um, at tykkara barn mátti
skiljast frá restini av familj
uni fyri at fáa hjálp. Villi
am byrjar í læruplássi í
januar og flytir fyri seg
sjálvan at búgva. Við stuðli
frá pedagogum verður
gerandisdagurin skipaður,
so hetta vónandi verður ein
succes. Menniskju hava
tørv á viðgangi, og øll eiga
at fáa møguleikan at liva í
einum gerandisdegi, har
tingini eydnast. Vit eiga at
hugsa um hetta, tá vit meta
um, hvussu gott føroyingar
hava tað, og minnast at
hyggja eftir, hvussu tey
veikastu klára seg.
Vit kunnu frøast um, at
Føroyar fara at skriva undir
ST sáttmálan fyri fólk við
breki. Tá hetta er gjørt, er
eingin ivi um, at tá verður
alt nógv betri.
Tey, vit mistu
Vit hava gjøgnum 2008
mist nøkur av okkara kæru,
og sorgin stendur eftir og
saknurin er stórur. Mamma
Fríðrik, sum fekk eitt týð
andi pláss í mínum hjarta,
doyði brádliga í august, bert
64 ára gomul. Hóast sjúku
megnaði hon altíð at savna
nógv fólk rundan um seg.
Hetta kom týðiliga til
sjóndar tann dagin, hon fór
til gravar, og var tað stór
troyst og ein vøkur sjón at
síggja so nógv fólk, sum
møttu og sýndu Jóannesi og
familjuni samkenslu. Takk
til tykkum øll fyri tað.
Í september doyði Mina
omma 94 ára gomul og
mett av døgum. Ein serlig
tøkk til øll tykkum, sum
hjálptu so væl til og megn
aðu alt, tá eg megnaði
minst. Minnið um ommu
livir í okkara hjørtum í
dag, og saknurin er stórur.
Omma stendur sum ein
fyrimynd fyri mær í dag.
Ein kvinna, sum ongantíð
gav upp og ongantíð læt
lívsins harðbalnu síðu gera
seg grenjuta. Hon var altíð
takksom.
Finnur Helmsdal, sum
fyri mær var ímyndin av
einum sosialpolitikara,
bleiv sjúkur og doyði, alt
ov tíðliga. Hann var ein
góður vinmaður, sum eg
kendi frá barnsbeini gjøgn
um Kyndil, og tá hann var
vikarur á Venjingarskúlan
um. Seinni gjøgnum hans
ara ótroyttiliga arbeiði fyri
Javna og gjøgnum hansara
politiska virki. Finnur var
ein persónur, sum setti seg
við tína lið og lurtaði, tá tú
spurdi um hansara hjálp.
Tað havi eg stóra virðing
fyri. Tað bardist hart í
Finni, tá sonur mín Villiam
mátti flyta av landinum, tí
Finnur var í sínari tíð
oddamaður fyri, at vit
fingu føroyingar heimaftur
at búgva í egnum landi,
óansæð førleika ella bak
grund. Hann metti, at
heima var hjálpin nærmast.
Finnur helt ein fyrilestur
fyri Føroya Pedagogfelag í
Noregi við heitinum: “ Tá
hjálpin er hjálpsom”, og
var tað hetta, hann bardist
fyri, at hjálpin skuldi vera
hjálpsom. Eg sendi her
mína djúpastu samkenslu
til familjuna hjá Finni og
takki fyri góðar løtur
saman.
Býráðsval
Í november var aftur eitt
val, og eg kundi ikki lata
vera. Tað var enn einaferð
sera stuttligt og læruríkt at
stilla upp á lista E. Takk til
øll valevnini og onnur fyri
gott samstarv. Valið var
gott, og eg takki øllum
tykkum, sum valdu meg
persónliga. 122 atkvøður
er ikki nokk til ein býráð
sess í Tórshavn, ikki á
okkara lista, men tað hevði
verið ovmikið til ein borg
arstjórasess onkra aðra
staðni. Lukku og mong
góð ynski til tykkum, sum
koma at virka í Býráðnum
í komandi tíð.
Við ynski um eitt eydnu
berandi nýggjár og fram
burð á frælsisleiðini.
Ein nýggjársheilsan til allar føroyingar
Maud Wang
Hansen
viðmerkingar
Jól – fyri øll
eftir
Kjartan
Stakksund
»Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór
gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at
tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin
Kristus í Dávids staði! Luk. 2,10.
Hetta er jólaboðskapurin, at okkum er ein frelsari
føddur, hetta er av sonnum ein gleðiligur boðskapur,
sum er til øll menniskju; vit vita jú at vit vóru øll
dømd til deyða uttan mun til hvørji vit eru, øll
mannaættin er undir deyðadómi, og tað er einki,
sum kann frígera okkum uttan Jesu fullgjørda verk
á Golgata, tí sendi Gud sonin Jesus Kristus her
niður til jarðar, sum føddist í einum lítlum fátækum
fjósi í Betlehem, og hetta er okkara einasta bjarging
frá ævigum deyða.
Tað er sum tað stendur skrivað: Tí at so elskaði
Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til
tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast,
men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í
heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til
tess at heimurin skal verða frelsur við honum. Jóhs.
3,16-17.
Hetta er tann gleðiligi boðskapurin, sum ljóðaði
uttan fyri Betlehem hina fyrstu jólanáttina; tey
fyrstu, sum fingu hesi gleðiligu tíðindini, vóru
nakrir seyðamenn, sum ansaðu einum seyðafylgi.
So vil eg ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig
jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk
fyri árið 2008, sum skjótt er útrunnið; og vil eg
enda við einum jólasálmi, sum eg havi yrkt til jólini
2008.
Jólasálmur
Lag: Eitt barn er føtt í Betlehem. Bf. 50. Dk, 96.97
Ta fornu halgu jólanátt,
ein stjørna bjørt á Himni hátt
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Ein eingil boðar hirðum frá,
teir óttafullir lýddu á.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Men óttin hvarv, teir funnu inn,
og gleðin fylti teirra sinn.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Í fjósi, har sum barnið lá,
tá hirðar fingu tað at sjá.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Við gleði alda vit nú jól,
tí barnið er vár náðarsól.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Eitt undur stórt, tað er í verð,
at Gud, hann gjørdi sáttargerð.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Kjartan Stakksund