Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 249 - 30. desember 2008 17 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Gunnva Jensen, ættað av Tvøroyri, andaðist mánadagin 29. desem­ ber í sambýlinum á Fugl­ oyarvegi í Havn, 84 ára gomul. Kistan við Janhild Ulr­ ikku Sørensen, Klaks­ vík, fer úr kapellinum á klaksvíkar sjúkrahúsi í dag klokkan 16. Jarðar­ ferðin verður úr Christi­ anskirkjuni týsdagin klokkan 11:30. Sungið verður úr sálmabókini. Solveig Hansen, fødd Poulsen, ættað úr Ljósá, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum sunnudagin, 75 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahús­ kapellinum týsdagin kl. 18.00. Jarðarferðin verð­ ur úr Ebenezer miku­ dagin Kl. 12.00. Tey ið vilja minnast Solveig, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Leiv Isholm ættaður úr Havn andaðist tollaksmessudag, 80 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Præstebo Kirke í Herlev fríggjadagin 2. januar, kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Hildur og børnini Dagurin: 30. desember. Dávid. Hildin til minnis um Dávid kong, ið vit lesa um í Sámuelsbókunum og í fyrru Kongabók. Navnið er hebráiskt og merkir elskaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Tann 21. desember frættist, at Trúgvi Tausen var deyður í Íslandi 75 ára gamal. Trygvi búði í Íslandi, har hann var kallaður Martin­ son. Hann er ein av teimum føroyingunum, sum hava merkt so nógv fyri tað heilt serliga samband, sum er millum londini bæði. Trygvi var sonur Dortheu og Martin Tausen, Martin á Gaddi, úr Vági. Martin var ein kendur sjómaður og skipari. Hann átti eina tíð Saksaberg. Dorthea doyði, tá ið børnini vóru smá. Martin sjálvur fórst í bestu árum á sjónum við einum íslendskum fiskiskipi. Trygvi fór longu til skips 14 ára gamal sum vanligt hjá dreingjum tá í tíðini. Hann fór við pápa sínum, sum hann sigldi við í fleiri ár. Trygvi fór ungur til Dan­ markar at læra til kokk og hovmeistara, og tað er í hes­ um starvinum, at hann hev­ ur virkað, inntil hann legðist upp í 2003. Hann hevur eis­ ini verið kokkur við “Norr­ ønu”. Trygvi var eisini viðurkendur kokkur á hot­ ellum í Íslandi. Trygvi fór rættiliga ungur til Íslands. Hetta hevur ver­ ið í teirri tíðini, tá nógvir føroyskir fiskimenn fóru til Íslands, har tað tá vóru góðir møguleikar hjá før­ oyskum fiskimonnum. Har giftist hann við íslendsku Ingibjørg, og eiga tey trý børn og fleiri barnabørn. Á sjómannadegnum í Reykjavík í 2003 fekk Trygvi heiðurmerki fyri at hava virkað á sjónum í 35 ár. Hetta heiðurmerki var handað honum av Guð­ mundi Hallvarðssyni, sum tá var altingsmaður og for­ maður fyri Sjómannadags­ ráðið, sum skipaði fyri sjómannadegnum. Systkin hjá Trygva vóru Jenny, Lissi, Hendrik og Rudolf. Bert Hendrik og Jenny liva eftir. Jenny var gift við Alfred Gøtuskeggi í Norðragøtu, har tey búðu eina tíð. Tá plagdi Trygvi at koma norður til Gøtu at ferðast. Vermamma Jenny, Gitta, var so góð við hann, og hon plagdi at kalla hann Trofast fyri hansara trúfesti. Trygvi gjørdist sjúkur av krabbameini fyri nakað av tíð síðan. Hann visti eisini hvønn veg tað bar. Tá ið hann fylti 75 ár tók hann eitt óvanligt stig. Hann kom saman við øllum sínum til Føroya at halda føðingardag­ in og samstundis at taka avskeð við Føroyar og sína familju her. Her savnaðist øll í vitahúsunum í Akrabyrgi, har tey í friði og náðum fingu hugna sær hesa seinastu ferð, tey vistu, at øll fóru at vera saman. Hetta sigur nakað um, at Trygvi hevur verið nakað serligt, og váttaði hann eisini heitið, Gitta setti á hann í síni tíð. Hetta gevur hansara ætt í Føroyum eitt serligt minni um Trygva. Trygvi var ein av teimum mongu føroyingum, sum hava umboðað sítt land á ein virðiligan hátt úti í heimi. Vit senda eina heilsan til hansara familju í Íslandi. ó. Trygvi Martinson: Kom heim til Føroya at siga endaligt farvæl Trygvi við heiðurmerkinum fyri langa tænastu á sjónum Guðmundur Hallvarðsson handar Trygva heiðursmerki sjómannadagin 2003 Føðingar 2. desember fingu Mary og Kári Petersen, Sandi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaðið 2850 gr. Sunnudagin 21. desember fingu Synnøve og Danjal av Rana sonin Benjamin. Á myndini møtast hann og stóribeiggin Jóhannis fyrstu ferð. 15. desember fingu Ruth og Sigtór Heinesen, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4075 gr. 18. desember fingu Súsanna Jakobsen og Laurits í Króki, Argjum, tvíburðar, synir. Annar var 50 cm langur og vigaði 2905 gr, hin 50 cm langur og vigaði 2910 gr. 19. desember fingu Rannvá L. og Borgar Hansen, Nesi, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3400 gr. 19. desember fingu Hanna Helena Weihe og Hans Simonsen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4200 gr. 21. desember fingu Annika og Marner Magnussen, Vági, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2980 gr. 22. desember fingu Anja og Páll Holm, Rituvík, eina dóttur. Hon var 59 cm long og vigaði 4500 gr. 23. desember fingu Rannvá Joensen og Petur Hans Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3500 gr. 23. desember fingu Elin Højsted, Sandi, og Eirikur Poulsen, Skopun, ein dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 25. desember fingu Miriam Weihe Thomassen og Kristian Martin í Niðristovu, Sandavági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4000 gr. 26. desember fingu Tina Kruse Dam og Toni Dam, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4350 gr. 26. desember fingu Hanna og Tórheðin Jensen, Norðragøtu, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr. 26. desember fingu Sólvá Jónsdóttir og Asbjørn Johannessen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3000 gr. 26. desember fingu Sóleyg og Bent Kjærbæk, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4100 gr. 27. desember fingu Annebeth og Arni Abrahamsen, Undir Gøtueiði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3100 gr. 28. desember fingu Lív Skoubo Guttesen og Yngvi Skaalum Guttesen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3200 gr.