týsdagur 30. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 249 - 30. desember 2008
Í morgun frættust tey tungu boð,
at fjørðurin var rógvin hjá Hald
grími Gregersen. Skjótt er Harran
um um, tí líka til seinasta anda
drátt var hann fregin og áhugaður
í øllum sum fyrifórst í kringum
støðunum heima og úti. Haldgrím
var kendur maður í Føroyum og
uttanlands. Umframt síni borgar
ligu yrki so nýtti hann alla sína
frítíð, í áratiggir, til frama fyri ung
dómin og felagslívið, tá ið hann
legði tað framúr góða støði undir
ítróttarlívið í Gøtu. Hann var Mr.
GÍ, hesum ivaðist ongin í, og sum
slíkur tænti hann felagnum, og
leiddi ungdómarnar í bygdunum
upp á hægstu ítróttatindar landsins.
Myndin av Haldgrími, í reyðari
føroyskari húgvu á pallinum í
Geneve, sum mundi verða varpað
út
um
dastið
av
stóra
kontinentinum, tá ið kastast skuldi
lutur um, hvussu felag hansara
skuldi plaserast í europeisku
kappingini, eftir at GÍ var vorðið
føroyameistari tað eina árið, sigur
ikki so lítið. Maðurin stóð har
sum ein ljóslivandi varði um, at
bjørt mál, samtaksmáttur og burð
ardyggar visiónir kunnu røkka
óvanliga langt. Hann umboðaði
bara 1000 fólk í europeiska fólka
havinum, men í honum búði bæði
bygdamaðurin og kosmopolitturin
Haldgrím Gregersen.
Haldgrím var syðrugøtumaður
í báðar leggir. Hann var borin í
heim og vaks upp ímillum áirnar.
Mamman Maria var uttan av
Rætt og hin navnframi Martinus
í Inniguttastovu var pápi hansara.
Hann sat við Guttastovufestinum.
Haldgrím tók við festinum, tá ið
Martinus var farin, og hevur ver
ið íðin bóndi øll árini. Hansara
megi, hugsjónir og mál rukku tó
til so mangt annað. Fyri honum
var lívið eitt eldhav, ella eitt eldo
rado, av avbjóðingum og møgu
leikum. Tí sáttaðist hann ikki ein
ans við at reka eitt lítið kongsfesti,
og soleiðis gjørdist idealisturin
og filantropurin í honum ein
ovurmikil gáva til Gøturnar.
Tríggjar vikur eftir at hann var
farin úr tí tiltikna góða skúlanum
í Gøtu, valdi Haldgrím at royna
sjólívið. Hann var til skips í
fimm ár. Hann var við Føroyingi,
sum Óla Hans Olsen í Syðrugøtu
førdi og Dánial Jákup í Skips
handlinum átti. Hetta var við
snøri og í sjálvdrátti. Við sama
skipara var hann í Grønlandi við
Tinganesi. Partafelagið Norðlýs
ið átti, og Niels Juel Arge var
útgerðarmaður. Felagið átti eisini
Glyvursnes. Hendan trímastraða
skonnartin sigldi við koli, sem
enti og øðrum brúksvørum mill
um Føroyar og Danmark. Bern
hard Arge var skipari, og í tveir
vetrar var Haldgrím við henni.
Hann plagdi at taka til, at hetta
var óførur lærdómur og mest
sum átókt tí, at vera í strangari
hernaðartænastu. Haldgrím var
eisini við Svínoynni, sum bygda
maðurin
Jóhannes
Husgaard
førdi. Hugurin var góður til hetta
lívið, og hann kundi hugsað sær
at hildið fram, men lívið lagaði
tað øðrvísi.
Haldgrím kom at uppliva ta
stóru broytingina og menningina,
sum fiskivinnuni á sjógvi og landi
var fyri eftir stríðsárini. Gøtu
menn lógu sum so mangan í
broddi fylkingar, og vóru skjótir á
takinum, tá ið fiskivinnan á landi
av álvara varð industrialiserað.
Haldgrím gjørdist partur av hes
um, tá ið framburðssinnaði skyld
maður hansara Jóan Pauli Grege
sen heitti á hann, um at gerast
arbeiðsformaður í vaksandi virk
seminum, sum hann stóð á odda
fyri. Í 32 ár røkti hann hesa ódnina
saman við Sverra hjá HavnaJák
upi, sála, ið hann hevði eitt frágera
gott samstarv við øll árini. Virk
semið var fjøltáttað, teir arbeiddu
fisk, sum fyrstu árini varð breidd
ur út á helluna og seinri turkaður
á nýmótans turkaríi, teir arbeiddu
sild, sum varð saltað í tunnur og
eisini brædd til mjøl, og gøtumenn
vóru millum teir fyrstu sum fóru
undir at skera og frysta flak til
útflutning. Tað skuldi ein girðin,
agin, hugagóður og gløggur
maður til at fara lagaliga ígjøgnum
allar broytingarnar úr Fiskavirkin
um og Fiskamjøl yvir á Harenga.
Tá ið ítróttarhøllin á Kambsdali
varð tikin í nýtslu í 1983 gjørdist
Haldgrím umsjónarmaður, og í tí
starvinum var hann, haðartil hann
legði frá sær fyri aldur. Í trúðarlív
inum var kirkjan hansara horna
steinur og sanni heimstaður, hann
hevði eina siðvanda fatan um
átrúnaðarspurningar og í seytjan
ár dugnaði hann sóknarbørnunum
og Gøtu kirkju við sínum sterka
felagsanda í kirkjuráðnum.
Uttanfyri
heimbygdina
og
fiskivinnu og bóndahøpið er
Haldgrím Gregersen mest kendur
fyri sín ómetaliga og óboyggjandi
áhuga fyri ítrótti. Hann var ein av
teimum, sum var við, tá ið GÍ
varð endurstovnað í 1954. Fyrstu
árini fekst felagið mest við kapp
róður, og gøtugentur høvdu í fleiri
ár eina glæsiliga tíð við Skurð
anum og í fleiri ár gekst heilt væl
hjá áttamannafarinum Tróndi í
Gøtu. Haldgrím díkti á manning
arnar og var støðugur á dráttinum,
tá ið bátarnir vóru flotaðir og
drignir aftur fyri kvøldið. Tá ið
skift varð út í Gøtu í 1947, løgdu
gøtufólk eitt øki burturav til ítrótt
í Sarpugerði, sum fløtan varð rópt
upprunaliga. Í 1965 var nýggi
vøllurin á økinum tikin í nýtslu,
og tað var sannur hátiðardagur í
bygdunum. Menn, konur, ung
dómar og børn fóru av húsi hend
an dagin, tysjandi oman í gerðið,
har tey á fyrsta sinni kundu síggja
tvey lið í táverandi meistaradeildini
leika. HB og B36. Og hóast kapp
róður og hondbóltur høvdu verið
høvuðsítróttagreinarnar hjá fel
agnum, so flutti GÍ seg nú sum
felag alt meira yvir í at gerast eitt
fótbóltsfelag at kalla burturav.
Tey fyrstu árini vóru stetlandi
hjá GÍ. Á mangan hátt stóðu
menn á ground zero. Eysturoygg
in var eitt menningarland í fót
bóltshøpi, og liðini í oynni fing
ust mest við at spæla hvørt móti
øðrum í eini sonevndari Eystur
oyarkapping. The point of no
return í Gøtu í so máta verður
oftani hildið vera, tá ið tað eydn
aðist Haldgrími o.ø. at fáa
íslendingin Gisla úr Vestmanna
oyggjunum til Gøtu. Hann var
venjari meiðskeiðis í sjeytiárun
um og var ein harður hálsur, og
so militantur, at Haldgrím mundi
fáa accosiatiónir aftur til skips
lívið við Glyvursnesi, táið bræsni
íslendingurin tuskaði niðan á
hægstu tindar kring vánna við
evnagóðu dreingjunum. Túrarnir
niðan á Ritafjall og Sigatind
skuldu tó skjótt geva úrslit. Gøtu
dreingir vunnu unglingadeildina,
tóku dik á seg upp ígjøgum deild
irnar, og í 1983 gjørdust teir
meistarar á fyrsta sinni. Seinri
hava teir vunnið evsta sætið í
1986, 1993, 1994, 1995 og í
1996. Haldgrím hevur ofta tosað
um hendan óvanliga framburðin,
og plagdi at taka til spurningin
hjá Poul Enok, lærara, tá ið hesin
um tað mundið, tá ið vøllurin
varð tikin í nýtslu, hevði fregnast
hjá Haldgrími, um gøtumenn
nakrantíð mundu fara at verða
líka góðir í fótbólti sum klaksvík
ingar. Ein eitt sindur hypotetiskur
og tó relevantur spurningur tá,
men ongin kundi tá vita um skift
ið og menningina hesi mongu
árini Haldgrím skuldi gerast skip
ari á fótbóltsskútuni í Gøtu. Og
ongin ivaðist nakrantíð um, at
tað var bara ein skipari í GÍ.
GÍ og fótbólturin hava givið
Haldgrími og konuni nógvar
minnisríkar upplivingar og ikki
at gloyma nógvar vinir heima á
landi og eisini kring um í Europa,
í samband við allar tær altjóða
avbjóðingar felagið hevur verið
upp ímóti. Fyri at taka eitt av
nógvum dømum, mátti tað kenn
ast sum eitt klimaks, sum krúnan
á verkinum, sum rómin í dylluni,
tá ið tey sótu á Ibrox í Glasgow
og sóu GÍ spæla ímóti Rangers.
Haldgrím samskifti við fleiri av
samstarvsfeløgunum uttanlands
til sín doyggjandi dag, og ein av
góðu vinum hansara var UEFA
legendan Lennert Johanson.
Haldgrím var heiðraður við
gullmerkinum hjá ÍSF, og í fót
bóltssambandinum
var
hann
kendur fyri at siga sína hjartans
meining, tá ið tað var neyðugt.
Fjølskylduni so líkt var hann
óvanliga bersøgin, kundi onkun
tíð tykjast eitt sindur fýrakantað
ur, men hann vildi bara ítróttini í
bygdum sínum og í landinum alt
tað besta, og tá ið hann hevði
peilað av hvør kósin skuldi vera,
fyri at røkka hægstu tindum, hak
aði hann ongantíð í, men lá áhald
andi við fullari framskrúvu. Ann
ar eygnasteinurin, GÍ, gjørdi
hann til heiðuslim, og vit minnast
øll hvussu fegin hann varð, tá ið
altjóða fótbóltssamtakið, FIFA, í
sambandi við 100 ára dagin,
handaði honum heiðurin ”Order
of merit”. Á gullkrónuni stendur
skrivað: ”In recognition of your
dedication to football.”
Hin eygnasteinurin var sjálv
andi Hallgerð, konan, sum hevur
verið Haldgrími ein óvanliga góð
ur og treystur stuðul í øllum tí
sum hann fekst við. Hallgerð f.
Vágsheyg er úr Klaksvík og tey
bæði giftust í 1958. Tey eiga fýra
døtur. Mariu (1959) í Syðrugøtu,
Kirsten (1962) í Rituvík, Randi
(1965) á Argjum og Jónvu (1969)
í Guttastovu í Syðrugøtu. Yngsta
dóttirin og maður hennara Atli
festu fyri nøkrum árum síðani
Guttastovufesti, men harfyri var
tað at kalla ikki dagur, at Hald
grím, og ofta eisini Hallgerð, só
ust í bilinum um tær leiðir har hag
in í festinum er. Inn ímóti Bugin
um við hin lagaliga Skálafjørðin,
ið stendur sum ein ævig andsøgn
til brimbrotið hinumegin eiðið.
Tá leirvíkingar og gøtufólk
fóru undir at tosa um samanlegg
ing í ítróttinum, vóru tað fleiri
sum vóru ivasom, ein teirra var
Haldgrím. Ov nógv hjartablóð og
ein samleikamissur mundi vera
meginorsøkin til hansara skepsis.
Tá ið demokratiska avgerðin var
tikin, var allur ivi tó burtur, tá
akslaði hann síni skinn við og
stóð í øllum lutum undir liðini á
nýggja felagnum, á sama hátt
sum hann hevði dugnað og brúkt
ein stóran part av sínum lívi til at
stremba eftir hægstu tindum við
GÍ. Hæddarpunktið í so máta var,
tá ið Karlamagnus og Haldgrím í
felag avdúkaðu nýggja búmerkið
hjá felagnum undir eini stórfingn
ari samkomu í bygdahúsinum í
Leirvík. Báðir báðu megin fjallið
høvdu verið ivasamur um tað
skilagóða í hesum, við somu argu
mentatión í hvør sínum felag, og
nú stóðu báðar kempurnar á pall
inum, sum tveir eldri statsmenn,
ið høvdu tikið eina endaliga og
rættiliga eksistensiella avgerð í
mun til nýggja rákið í tíðini, og
høgdu nýggja felagið og tess sam
leika í stein frammanfyri sínum
bygdafólkum og øðrum fjepp
arum. Eina frægari byrjan kundi
Víkingur ikki fáa. Bláa blóðið í
LÍF og GÍ hevði nú siglað sam
bræðingina og framtíðina.
Nú er Haldgrím farin. Gøtu
bygdir hava mist ein av sínum
stóru synum, sum meira enn
nakar hevur lynnað undir felags
stev og samleika í bygdunum. Eis
ini í tí prosjektinum var ítrótturin
amboðið. Føroyar hava mist ein
av heilt stóru ítróttarprofilunum í
nýggjari tíð, og tit sum stóðu
honum næst, hava mist ein góðan
mann, pápa, verfaðir og abba.
Góði Haldgrím. Vit drýpa
høvur í takklæti fyri tey stóru
úrslit títt treysta víðskygnið gav
okkum og lýsa frið yvir minnið
um bóndan í Guttastovu, sum
ikki søplaði sínar talentir burtur,
ímeðan hann bíðaði eftir boðun
um um at koma heim í Harrans
ævigu bústaðir.
Víkingur
GÍ-oddvitin slóknaður
nøvn