týsdagur 30. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Pakka fram
og støva av
Jenny Petersen, leiðari fyri Tjóð
pall Føroya heldur lítið um
korini, sum føroysk listafólk
hava at arbeiða undir her í land
inum. Men hon heldur speisk
liga fyri, at av og á bragdar.
Ikki tí, politikararnir vilja
fegnir hava føroysk listafólk at
framføra fyri eitt nú útlendskum
gestum. Tá verða okkara lista
fólk tikin úr skápinum og støv
að av fyri síðani at verða pakk
að niður aftur, tá gestirnir eru
farnir, sigur Jenny Petersen.
Millióningar
í tómum
íløtum
Meiri enn tveir triðingar av
øllum einnýtisíløtum við øli og
sodavatni, sum verða keypt í
Føroyum, verða tveitt burtur og
verða sostatt ikki latin innaftur.
Tað upplýsir Heilsufrøðiliga
Starvsstovan.
Hvørja ferð eitt blikk, ella
okkurt annað einnýtisílat av øli
ella sodavatni, verður keypt,
verður ein ávís upphædd gold
in í panti. Tað merkir, at Føroya
fólk hevur mist 1,2 millión
krónur, sum tey høvdu fingið
aftur í panti, vórðu íløtini latin.
2008
Sosialurin
Ein býbussur í Havn fór úr
leið, tá hann ein fyrrapart
kom koyrandi niðan eftir
Jónas Broncksgøtu. Tá hann
kom niðan móti vegamótinum
J. Broncksgøta/Hoyvíksvegur,
vendi hann ikki, men helt
beina leið fram upp á gongu
breytina, rendi á grótgarðin
og á ein lyktapela, áðrenn
hann steðgaði. Bussurin fekk
rættiliga stóran skaða, men
eingin mansskaði hendi. Løg
reglan staðfesti eisini, at
bussførarin ikki var ávirkað
ur.
Bussur av leið
Januar
Eg kann samstarva við øll í kirkj
uni – eisini við uppafturgift og
kvinnuligar prestar.
Theodor E. D. Olsen, prestur í Kvívík
Eg skilji væl føroyskt, og eg kann eisini siga
okkurt á føroyskum, men børnini steðga mær
skjótt. Tey halda, at tað er pínligt, at eg tosi
føroyskt.
Dan Michael Knudsen, Ríkisumboðsmaður
- Hetta er nokk til ein
heilan bindiklubb,
sigur Katrin Dahl
Jakobsen, sum er ein
av sjey kvinnum, ið
varð vald í løgtingið.
Ongantíð áður hava
so nógvar kvinnur
verið í føroyska
parlamentinum
Látur og klemm eyðkenna tær sjey
nývaldu kvinnurnar hendan kalda
mánamorgun, vit hava sett teimum
stevnu til prát og myndatøku í for
høllini í tinghúsinum. Hetta er
fyrstu ferð tær hittast eftir valið
leygardagin Katrin Dahl Jakob
sen, Helena Dam á Neystabø,
Annika Olsen, Rósa Samuelsen,
Bergtóra Høgnadóttir Joensen,
Annita á Fríðriksmørk og Bjørt
Samuelsen.
Tær sjey kvinnurnar í løgting
inum vóna, at tær kunnu fáa gagn
av hvørja aðrari, og nakrar longu
hava prátað um møguleikan at
arbeiða tvørturum floksmørk.
Hetta skal ikki misskiljast
soleiðis, at vit ikki kunnu vera
ósamdar politiskt. Sjálvandi kunnu
vit tað, men vit halda samstundis
at tað hevur týdning, at vit gera
okkurt tvørtur um floksmørkini, sig
ur Bjørt Samuelsen, sum er millum
tær fýra nývaldu kvinnurnar.
Kvinnubólk
Tær sjey rokna eisini við, at tær
fara at stovna ein kvinnubólk, har
tær kunnu samstarva. Hetta er
vanligt í øðrum londum, har kvinnu
ligir parlamentarikarar viðhvørt
seta sína egnu kvinnupolitisku
dagsskrá.
Tað fer avgjørt at merkjast, at
vit eru so nógvar. Sjey gera stóran
mun, sigur Katrin Dahl Jakobsen,
sum hevur drúgvar royndir sum
tingkvinna.
Ein av teimum royndastu ting
kvinnunum er 39 ára gamla Annita
á Fríðriksmørk. Hon roknar við, at
politiskt fer tað at síggjast serliga
væl aftur í fíggjarlógarviðgerðini,
at so nógvar kvinnur nú taka sæti
á tingi.
Tá vit hava verið so fáar, er
tað so nógv lættari at strika játt
anir, sum raka kvinnurnar, til
dømis barnsburðargrunnin, í mun
til eitt nú sjómannafrádráttin. Ikki
bara í tinginum sum heild, men
eisini innanhýsis í flokkunum, sig
ur hon.
Annan málburð
36 ára gamla Bergtóra Høgnadóttir
Joensen er eisini millum tær ný
valdu. Hon heldur, at javnvág mill
um kvinnur og menn er ein fyri
munur fyri eitt arbeiðspláss.
Tað hevur avgjørt stóran týdn
ing fyri dynamikkin, arbeiðslagið,
málburðin og atburðin, at bæði
kyn eru umboðað á einum arbeiðs
plássi.
Og júst hetta við málburði og
atburði er nakað, sum tær allar
hava eina greiða hugsan um.
Tað er ongin ivi um, at vit fara
at síggja nógv minni til niðrandi
málburðin, har tingfólk gera gjøld
ur og leypa framav í heilum. Kvinn
ur tosa ikki soleiðis, tíbetur, sigur
Helena Dam á Neystabø
Ja, eg krympi ofta tærnar, tá eg
siti heima og lurti eftir tingvarpinum,
skoytir Katrin Dahl Jakobsen uppí.
Kvinnurnar mannsterkar
Risalop fram ímóti javnstøðu í føroyska tinginum. Sjey kvinnur vórðu valdar á løgtingsvalinum
Mynd: Jens Kristian Vang
»
»
Didda í
reiðrið
Kollfirðingar
áttu
fyrst
fødda barnið í Føroyum í
2008, og endiliga kom ein
didda í reiðrið hjá teimum
báðum Siv og Eyðfinn
Joensen úr Kollafirði. Tey
áttu frammanundan tríggjar
dreingir.
Hon hevur ordiliga lump
að okkum, tí vit vóru øll
sannførd um, at tað fór at
vera enn ein drongur, sigur
eydnuríka mamman
Dóttirin var 55 cm til
longdar og vigaði 4250 g.
Brot og bitar úr árinum, ið fór