Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jetset í Føroyum Mótaserfrøðingar, mótablað­ fólk og danskir kendissar komu til Føroyar á altjóða mótasýning hjá Guðrun & Guðrun. Dagurin byrjaði í Mullers Pakkhúsi við reseptión, áðrenn leiðin gekk vesturaftur til mótasýning Gestirnir hjá Guðrun og Guðrun vóru sera hugtiknir av øllum, sum tey sóu og upplivdu. Millum gestirnar vóru fólk frá Japan, Italia, Danmark, Svøríki og Noreg. ­ Vanliga standa vit í kø til eitt glas av champagnu, men her fáa vit privatflogfar, sighse­ eing túr við Guðrun og Guðrun sum guides og nú eina lekra máltíð, segði gesturin í Mullers Pakkhúsi. Dømdur at ganga edrúur Edrúur er hann hann bæði fittur og raskur. Men fær hann kenn­ ing, broytist hann fullkomiliga og gerst eitt bartrog. Tað er myndin, sum var málað av ein­ um blaðungum drongi, sum varð settur andlit til andlits við dómaran í Føroya rætti . Og har hendi tað heldur óvanliga, at hann varð dømdur at ganga edrúur tey bæði næstu árini. Hann varð ákærdur fyri harð­ skap, og dómarin gjørdi greitt, at hetta bleiv hansara seinasta ávaring og síggjast teir aftur, fer hamarin at fella so at tað merkist. 2008 Sosialurin Føroyski miðlaheimurin varð tikin á bóli, tá Annika Mittún Jacobsen var sett sum nýggj­ ur stjóri í Kringvarpinum. Hon er eitt óskrivað blað í føroyska miðlaheiminum, men hevur royndir innan leiðslu. ­ Tá eg síggi kreativ fólk arbeiða, síggi eg væl, at eg eri ikki serliga kreativ. Men eg haldi tað vera spennandi at arbeiða saman við kreativ­ um fólki, sum hava nógv hug­ skot. Mín stóra avbjóðing verður at seta kreativu kreft­ irnar saman, so tey kunnu skapa nakað saman, sigur Annika Mittún Jacobsen. Annika ikki serliga kreativ Februar Tað hevur broytt mítt lív, at eg flutti til Danmarkar. Hevði eg ikki verið komin niður, so hevði tað ongantíð havt gingið mær so væl. Lizzie, føroysk poppstjørna í Danmark Føroyar eru eitt lortastað fyri kvinnur, tí tað er sera mannsjavinistiskt. Kvinnur hava onki at siga har. Teitur Lassen, tónleikari - Hvirlan skræddi meg leysan, og eg fór send- andi gjøgnum luftina. Eg minnist, tá ið eg misti takið, men eg áni ikki, hvussu eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði, sigur Anfinn Kalls- berg, sum fekk skaða í ódnarveðri á Viðar- eiði Hvirlurnar vóru títtar og harðar við onkrum lítlum skáa ímillum tær hetta kvøldið á Viðareiði. Og so er tað, at hendan eina og ógvuliga harða hvirlan oman av. ­ Vit kendu á okkum, at hon kundi gera um seg, og tí hildu vit okkum fast í ein lastbil, sum stóð har. Onkur misti ella slepti takinum og legði seg niður. Tá ið hvirlan er komin oman til okkara, vendir hon og kemur líka sum øvutan veg nið­ an yvir okkum aftur, greiðir Anfinn Kallsberg frá. ­ Hendan hvirlan skræddi meg leysan, og eg fór sendandi gjøg­ num luftina. Eg minnist, tá ið eg misti takið, men eg áni ikki, hvussu eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði. Kortini min­ nist eg, tá ið eg lá har, sigur hann. Alt gekk ógvuliga skjótt fyri seg, og Anfinn fekk eisini nakað av skaða. ­ Tað var kjálkabeinið undir høgra eyga, sum tók niður í hart grót­ og betongtilfar, men eg haldi ikki, at stoyturin var heilt frontalur. Kjálkin stoytti niður á og líka sum streyk eitt lítið sindur framvið. ­ Menninir vóru ógvuliga skjótir yvir til mín og fingu meg uppaftur á føtur. Eg minnist, at teir spurdu, um eg hevði fingið skaða – og eg segði ja. Sjálvur haldi eg ikki, at eg nakrantíð var uttan vit, men alt hendi bara so ógvuliga knappliga og óvæntað, at eg fekk ikki stundir at fylgja gongdini,. Einki brot Anfinn bløddi nakað úr nøs og munni, og onkur riva var komin í sjálvan kjálkan, men hetta vóru ikki so djúpar rivur. ­ Eg føldi beinanvegin, at vinstri kjálki bólgnaði upp. Vangin líka sum doyvdist, og eg hevði onga pínu at tosa um. Eg kann siga, at eg lítla og onga pínu hevði seinni heldur. Eg hevði tað hampiligt eft­ ir umstøðunum, men kortini var eg so mikið illa fyri eftir viðferðina, at eg hevði í hvussu er ikki farið útaftur hetta kvøldið. Fríggjamorgun, sum hendingin fór fram hóskvøldið, fór Anfinn á sjúkrahúsið í Klaksvík, men har varð staðfest, at einki brot var nakrastaðni. Leygardagin, sum illveðrið herj­ aði hósdagin, var fyrsti tingfundur eftir løgtingsvalið, og tá boðaði Anfinn í brævi tinginum frá, at hann ikki kundi møta vegna skaða. ­ Eg kundi sikkurt farið til Havn­ ar hendan dagin, men eg valdi ikki at fara, tí eg var simpulthen ókenniligur. Fólk høvdu øtast, legg­ ur hann aftrat. Anfinn fekk dyggan smeit Løgtingsmaðurin Anfinn Kallsberg var næstan ikki at kenna aftur, eftir at hann var tikin av einari hvirlu á Viðareiði » » Ikki veitra við Merk­ inum Brandur Enni var við í svenska Grand Prixnum, og har stóð hann seg væl, hóast hann ikki vann kappingina. Undan kappingini heldur Brand­ ur, at tað var ikki nakað gott hugskot, um fólk veitraðu við føroyska flagginum í salinum ­ Eg luttaki sum føroyingur, men um fólk veittra við Merk­ inum, vænti eg, tað kann ávirka sviar at velja ein av teirra "egnu" í staðin, segði Brandur Enni. Brot og bitar úr árinum, ið fór