týsdagur 30. desember 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2008
Sosialurin
Tá ið Helgi Fossádal í 2005 varð
settur sum leiðari fyri Listasavn
Føroya, mótmælti ein bólkur av
etableraðum listarfólki starvsse
tanini, og ein partur av hesum
listarfólkum hava síðani boy
kottað Listasavnið.
Høvuðsatfinningin
ímóti
Helga Fossádal var, at hann hev
ur ikki listfrøðisliga útbúgving,
og tí var hann ikki egnaður sum
leiðari fyri savnið, hóast hann í
nógv ár hevði fylgt við í
listarheiminum og hevði verið
virkin í nevndum og fyriskipan
av framsýningum.
Tað var eitt stórt vónbrot, at
nógv av hesum listarfólkunum,
sum eg hevði havt eitt ógvuliga
tætt tilknýti til, høvdu so nógv
ímóti mær sum persóni.
Fossadal vónbrotin
Mars
- Vit hava glett okk-
um at koma heim til
Føroya, men tað er
við blandaðum kensl-
um, at vit eru her,
tí vit hava júst sagt
farvæl til eitt arbeiði
og fólk, sum vit hava
verið góð við, sigur
Henning Bøgesvang,
prestur, sum nú er
komin heim til Føroya
at búgva og arbeiða
Ein gamal kenningur er komin aft
ur til Føroya at búgva.
Henning Bøgesvang, sum í 21
ár var prestur í Klaksvík, er fluttur
aftur til Føroya. Seinastu 10 árini
hevur hann verið sjómansprestur í
Gøteborg, men sunnudagin verður
hann innsettur sum prestur í Sjóv
ar prestagjaldið. Tað starvið skal
hann røkja næsta hálva árið.
Men hvussu er tað so at vera
heima aftur?
Vit hava bara verið í Føroyum
í tveir dagar, so tað er eitt sindur
ringt at siga. Tað er við blandað
um kenslum, at eg fari frá einum
arbeiði í Svøríki, sum eg havi
havt i 10 ár, og sum eg og konan
hava verið sera glað fyri. Vit
hava glett okkum at koma heim
til Føroya, men tað er við bland
aðum kenslum, at vit eru her, tí
vit hava júst sagt farvæl til eitt
arbeiði og fólk, sum vit hava ver
ið góð við, sigur Henning Bøges
vang.
Men vit siga, at vit koma heim
til Føroya, og tað hava vit sagt alla
tíðina, meðan vit hava verið í Svø
ríki. Vit hava sagt, at nú skulu vit
heim, og so spyrja tey, hvar er
tað? Jú, tað er heim til Føroya. Vit
hava búð í Føroyum í 21 ár, og tað
er her, at vit hoyra til.
Hví ert tú farin úr einum starvi í
Svøríki, sum tú treivst so væl í?
Dópsbrævið er at farið tosa
sítt týðuliga mál. Eg eri blivin 65
ár, og hóast eg kundi hildið áfram
í starvinum í Gøteborg í nøkur ár
afturat, so hava eg og konan verið
samd um, at vit skuldu sjálvi finna
hurðina. Vit skuldu gevast, meðan
leikur var góður.
Heim fyri at verða
Mánadagin kom Henning Bøges
vang aftur til Føroya, og sunnudag
in verður hann innsettur í Sjóvar
prestagjaldið, men tá ið hann fór
av landinum fyri 10 árum síðani,
var ætlanin ikki at koma aftur til
Føroya at verða prestur.
Ætlanin var ikki at koma heim
til Føroya sum prestur, men sum
pensiónistur. Men eg fekk ein fyri
spurning frá bispi, um eg kundi
taka eitt avloysarastarv í eitt hálvt
ár, og tað kom sum boð úr himli, tí
tað var eitt høvi hjá okkum at byrja
pensiónistatilveruna í Føroyum.
Eg eri ógvuliga takksamur fyri, at
bispi spurdi meg, og at kirkjuráðini
vildu hava meg sum prest.
Eru tit nú komin heim fyri at
verða?
Ja, vit hava bygt hús í Sølda
firði, og tað er meiningin, at vit nú
er komin heim fyri at verða.
Hvat ætlar tú annars at brúka
pensiónistatilveruna til?
Vit hava ommu og abbabørn í
Føroyum, sum vit vilja hava sam
band við, og tað sama er við
nærmastu familjuni í Noregi, har
hin sonurin hjá mær býr, og familj
uni í Danmark. Vit hava ikki havt
so góðar stundir til familjuna, sum
vit høvdu ynskt okkum, men tað
verður vónandi øðrvísi nú, sigur
Henning Bøgesvang.
Heim við blandaðum kenslum
- Vit hava ikki havt so góðar stundir til familjuna, sum vit høvdu ynskt okkum, men tað verður vónandi øðrvísi nú, sigur Henning Bøgesvang
Tað ræður um at liva lívið fult
út nú, tí framtíðin er ikki verd at
bíða eftir.
Jógvan Fríðrikson, bispur
Vit eru eitt føroyskt flogfelag við stórum F og fyri
føroyingar, og tað mugu vit til eina og hvørja tíð
taka atlit til.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, á 20 ára degnum
»
»
Meldur
hvirla í
Sumba
Sunnudagin varnaðust fólk í
Sumba, at ein meldurhvirla
nærkaðist Sumbiarhólmi. Hon
var sermerkt, tí eisini sjálvur
hvirilin sást í luftini. Hvirilin
kom inn móti bygdini, og komin
í mølina við Stórá, fann meldur
hvirlan lægsta stað, og fylgdi
síðani Stórá niðaneftir. Ongin
skaði tykist vera hendur av
meldurhvirluni. Ein kvinna í
áttatiárunum gjørdi vart við
seg fyri at vita, hvat var hent.
Hon hevði ongantíð upplivað
slíkt áður.
Kann kosta
dýrt
Verða Føroyar ikki partur av
Kyoto, kemur útflutningsvinnan
at svíða. Hetta sigur Jákup
Pauli Joensen, stjóri í Umhvørv
isstovuni. Í Føroyum verður lítið
og einki gjørt fyri at minka um
útlátið, meðan londini í ES gera
alsamt meira bindandi avtalur
Í Føroyum hava vit bara
roynt at lata sum einki og
vóna, at hetta gekk yvir. Men
jú longur vit eru uttanfyri, jú
tyngri verður tað at byrja. Og
hetta gongur ikki yvir.
Heldur føroyska dølskni
fram koma vit at svíða bæði
samfelgsliga og vinnuliga, tí
vit verða útihýst úr tí góða sel
skabinum, staðfestir stjórin í
Umhvørvisstovuni.
Magn
í søguna
Líka síðani Shell byrjaði at
selja olju í Føroyum, hevur skip
hjá felagnum flutt olju til
landið. Í 1996 varð skip bygt til
endamálið, men tað er nú farið
í søguna.
Tað loysir seg ikki longur
hjá felagnum at flyta oljuna til
Føroya við Magn, og tí hava vit
gjørt av at selja skipið, sigur
Hendrik Egholm, stjóri.
Norska reiðaríið Soltin Mar
in í Kopervik hevur keypt
Magn, og við útflaggingini av
oljuskipinum endar ein partur
av føroyskari siglingarsøgu.
Brot og bitar úr árinum, ið fór